fríggjadagur 29. apríl 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
29
Komandi ár verður Havnar
Arbeiðskvinnufelag 70 ár.
Hetta skal sjálvandi mark-
erast, og longu nú eru eisini
onkur tiltøk fyriskipað.
Eitt nú fer felagið at hava
eina framsýning í Smiðjuni
í Lítluvík í døgunum 2. til
8. mars. Felagið heitir í
hesum sambandi á fólk,
sum hava eitt nú mydnir,
avísklipp ella arbeiðsklæði,
sum lýsa hetta tíðarskeiðið,
um at læna sær hesi.
Fólk verða biðin um at seta
seg í samband við Havnar
Arbeiðskvinnufelag á tlf.
353993 ella 317796.
-jm
Fram móti seinastu jólum
vórðu stig tikin til at savna
fólk í Kvívík til kórsang
aftur í kirkjuni um jólini.
Úrslitið var so hugaligt, at
hildið varð fram við hesum
kórarbeiði eftir nýggjár, og
síðan hevur kórið tvær
ferðir verið alment frammi:
í sambandi við skúlavígslu
í Kvívík grækarismessudag
og á kórstevnuni á Eystur-
skúlanum í Havn 9. apríl.
Og nú sunnudagin kl.
17.00 býður kórið til egna
konsert í Kvívíkar Skúla. Á
skránni eru føroyskir upp-
runasangir og sangir í før-
oyskari týðing - teir flestu
vár- og summarsangir -;
men eisini verður sungið á
øðrum tungumálum. Kór-
leiðari er Ólavur Hátún.
Arbeiðskvinnur í 70 ár
Kvívíkskórið konsert í
Kvívíkar Skúla
sunnudagin