Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 81 - 30. apríl 2005 – Eg havi øgiliga ofta angrað, at eg ikki fór at lesa til prest. Men enn er tíð til tað, og eg kann kanska brúka míni seinastu virkisár sum prestur í fólka- kirkjuni, sigur Tor- bjørn Jacobsen, sum hóskvøldið var gestur á Bønarlinjuni hjá Lindini. Tobbi og Jenis tosaðu um Jesus, trúgv, lívið, vælferðar- samfelagið, Che Gue- vara og annað TOBBI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Har vóru lívsins stóru evni á lofti. Hvat hevur tað anda- liga rúmið í einum menn- iskja at týða, hvussu skapa vit myndir av fólki bygd á fordómar, hvat brúka vit lívið til, og hvat hevur kristindómurin at siga. Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Torbjørn Jacob- sen prátaðu í hálvan fjórða tíma, tá ið teir hittust á Bønarlinjuni hjá Lindini hóskvøldið. Annar av teimum var sum heima, tí Jenis er van- liga annar av vertunum í sendingini, men skiparin av Glyvrum, Torbjørn Jacob- sen, var komin í nýtt sel- skap. Vanliga plaga hann og Jenis at hittast og práta í løgtinginum, men nú var pallurin settur í kristiliga útvarpinum Lindini. Og í einum forum, har bæði Jenis og Tobbi fluttu seg nærri hvørjum øðrum, kom ein drúgv og friðarlig samtala burturúr. Sigldi millum skerini Torbjørn Jacobsen tosaði nógv um tað andaliga rúm- ið í einum menniskja, sum hann heldur hevur so nógv at siga. – Tað hevur stóran týdn- ing fyri eitt menniskja at hava eina andaliga di- mensjón. Eg veit ikki, hvussu fólk kunnu liva uttan eina slíka. Og hetta skal vera ein dimensjón fylt av vón og gleðiboðskapinum, segði Torbjørn Jacobsen. Seinni spurdi hann Jenis av Rana, hvussu hann sum lækni kundi greiða frá, hvat tað er, sum hendir innan í einum gudloysingi, men nakað greitt svar komu teir báðir ikki fram til. Annars var tað Jenis, sum fyri tað mesta var í tí spyrjandi leiklutinum. Tobbi gav sær góðar stund- ir at svara, og stundum sigldi hann eitt sindur mill- um skerini við meira varn- um svarum, enn spurning- arnir løgdu upp til. Fordómar skapa myndir Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana tosaðu eisini um, hvussu tveir so ymiskir persónar sum teir vóru komnir at kenna hvønn annan sum starvsfelagar í løgtinginum, og hvussu myndin, sum teir høvdu havt av hvørjum øðrum frammanundan, var broytt. – Tá ið tú bara kennir fólk gjøgnum fjølmiðlarnar, tá ið tey ofta eru frammi í sam- bandi við onkra orrustu, so fært tú eina fullkomiliga misvísandi mynd av fólk- unum. Soleiðis hevði eg tað eisini við tær, Jenis. Áðrenn eg kom at kenna teg, helt eg teg vera ein einsporaðan, hjernavaskaðan funda- mentalist. – Men so hvørt, sum eg kom at kenna teg síðani 1998, so ert tú blivin ein heilt annar persónur í mín- um eygum, og eg eri helst eisini blivin ein annar persónur í tínum eygum. Vit eru komnir at kenna nakrar heilt aðrar síður av tí foreinklaðu versiónini, sum vit kendu áðrenn, segði Torbjørn Jacobsen og ávar- aði ímóti, at fólk komu til skjótar niðurstøður um onnur fólk, sum tey bara kenna gjøgnum miðlar, og sum tey kanska eisini hava fordómar ímóti. Vil verða prestur Torbjørn Jacobsen avdúk- aði í sendingini, at hann hevur ein gamlan dreym um at blíva prestur, og at hesin dreymurin kanska verður til veruleika. – Omma mín í Gøtu hevði eitt stórt ynski um, at eg fór at lesa teologi, og eg havi øgiliga ofta angrað, at eg ikki fór at lesa til prest. Eg havi eisini seinastu tíð- ina gingið við einum dreymi um at lesa teologi, og kanska kundi eg brúkt míni seinastu virkisár sum prestur í fólkakirkjuni, segði Torbjørn Jacobsen. – Eg veit ikki, um nakar hevði tímað at komið at lurta eftir mær, um eg var prestur, men eg kundi gott hugsa mær at verið prestur. Prestur ella ikki, so ferðaðist samtalan millum Tobba og Jenis víða, og tað slapst heldur ikki undan, at Che Guevara móti endan- um av kvøldinum var um- røddur. Og Lindin kundi bjóða sín helst mest um- talaðu sending nakrantíð. Tobbi vil verða prestur Torbjørn Jacobsen prátaði í hálvan fjórða tíma fyri opnari mikrofon í Lindini, har Jenis av Rana spurdi um trúðarlív, Jesus, Che Guevara, trúgv og mangt annað Mynd: Finnur Justinussen »Ein ungur maður í Lamba spurdi meg ein dagin, um vit liva tað veruliga lívið. Er tað lívið at eiga síni egnu hús, ganga túr við hundinum, hava ein bláan bil í garsjuni og eina reyða havaslangu at vaska bilin við. Er hetta veruliga lívið?« ” »Eg havi øgiliga ofta angrað, at eg ikki fór at lesa til prest.« ” »Vælferðarsamfelagið er næstan blivið ein ørandi tryggleiki, sum ongar av- bjóðingar hevur.« ”