Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2005 17 NJC nýggjan leiðara Nevndarformaðuri n fyri Nordisk Journalistcenter er fyribils settur sum leiðari árið út. Hann hevur virkað sum leiðari, síðani Birgir Kruse fór úr starvinum NJC Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðmaðurin Lars Helge Rasch hevur tikið við sum leiðari á Nordisk Journlistcenter (NJC) í Århus. Hann er fyribils settur í starvið árið út Lars Helge Rasch hevur seinasta árið verið nevndarformaður í NJC, og síðani Birgir Kruse varð koyrdur úr starvin- um sum leiðari fyri NJC, hevur Lars Helge Rasch verið virkandi leiðari. Nú hava stýrið fyri NJC og Norðurlendska Ráðharraráðið sett hann sum fyribils leiðara árið út. Hesa tíðina verður hann vanligur nevndar- limur í stýrinum fyri NJC, og nýggjur for- maður er Rino Rotevatn úr Svøríki. Stýrið hevur eisini fingið nýggjan næstformann, og tað er Fred Jacobsen úr Dan- mark. Umdømi ongan stóran skaða Fyrsta uppgávan hjá Lars helge Rasch verður at fáa virksemið á NJC í fasta legu aftur. – Tað týdningarmesta er at hava virksemið hjá NJC koyrandi í 2005 og at leggja til rættis skeið fyri 2006. Vit eru komin eitt sindur afturúr orsaka av málinum við Birgir Kruse, sigur Lars Helge Rasch. – Vit halda ikki, at umdømi hjá NJC hevur fingið nakran stóran skaða av málinum, og áhugin fyri at luttaka á skeiðunum hjá okkum er líka stórur í ár, sum hann hevur verið áður, sigur hann. Lars Helge Rasch skal ikki starvast á NJC í År- hus, men hann kemur at leiða NJC úr Kristian- sand, har hann hevur starvast fyri NRK síðani 1986. Hóast landsstýrið sigur seg hava tikið endaliga avgerð um, hvar miðnámsskúlin í Suðuroy skal byggj- ast, royna vágbingar og tvørámenn at fáa avgerðina broytta, og hósdagin vóru teir á fundi við løgmann um hetta SKÚLI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið landsstýrið í farnu viku tók avgerð um, hvar skúladepilin í Suðuroy skal byggjast, varð tað sagt, at avgerðin var endalig, og at málið nú var avgreitt. Men hóast hetta vóru boðini frá landsmyndug- leikunum, so gjørdist støðutakanin um, at skúla- depilin skal byggjast í Hovi og ikki í Vági bara grundar- lagið undir einum nýggjum stríði um skúlan. Meirilutin í býráðnum í Vági roynir at øllum alvi at fáa skúlan bygdan í Vági, og hóast landsstýrið hevur lovað lagaliga fígging at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin, so bítir meiri- lutin í Vági ikki á hetta agn- ið. Meirilutin vil heldur hava skúlan enn røktar- heimi. Fundaðust við løgmann Á býráðsfundi í Vági týs- kvøldið var eitt uppskot frá Hans J. Joensen samtykt um, at Vágs býráð er sinnað at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunu, um miðnámsskúlin verður bygdur í Vági og røktar- heimið á Tvøroyri í staðin. Mikukvøldið var fundur millum býráðini í Vági og á Tvøroyri, og hósmorgunin vóru umboð fyri tær báðar stóru kommunurnar í Suð- uroynni á fundi við Jóannes Eidesgaard, løgmann. Har royndi umboðini úr Suðuroy at sannføra løg- mann um, at betra loysnin er at byggja skúlan í Vági og røktarheimið á Tvøroyri, og samstundis skapa møgu- leikar fyri, at Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni eftir fundin hósmorgunin. Uppskot fyri løgtingið Mikudagin legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, uppskotið um skúladepil í Hovi fyri løgtingið. Í uppskotinum biður Jógvan á Lakjuni um at fáa loyvi til at byggja skúla fyri í mesta lagi 60 milliónir krónur. Ætlanin er, at skúladepilin, sum skal hýsa bæði miðnámsskúla og heilsuskúla, skal standa liðugur í 2008. – Uppskotið snýr seg um at samskipa hølistørvin hjá tveimum miðnámsskúlum, sum eru smáir, og tí verða lutfalsliga kostnaðarmiklir at byggja hvør sær. Harum- framt eru nógvir fyrimunir og góð framtíðarútlit, um miðnámsskúlin og heilsu- skúlin verða bygdir saman í ein sjalvstøðugan skúla- depil fyri Suðuroynna, sig- ur Jógvan á Lakjuni í við- merkingunum til uppskot- ið. Landsstýrismaðurin nevnir fleiri aðrar fyrimunir við at byggja tveir skúlar saman í ein depil í Hovi. Landið sparir pengar, rakst- urin verður betur og bílig- ari, møguleikar verða fyri breiðum samstarvi, og møguligt verður at hýsa fjølbroyttum skúlatilboð- um. Aðalskrivarin hjá norðurlendska fe- lagsskapinum Nomus vitjaði í farnu viku í Klaksvík, og har hitti hann leiðaran fyri mentanarnevndina, leiðaran í Atlantis og onnur fólk MENTAN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggi aðalskrivarin hjá NOMUS, Bo Rydberg vitj- aði leiðaran á mentanar- deildini hjá Klaksvíkar býráð og formannin í Ment- anarnevndini Gunvu við Keldu. Hann fekk frá teimum eina kunning um, hvat fyriferst í Klaksvík á ment- anarøkinum. Stundir vóru eisini at vitja ymsastaðni, og Bo Ryberg var í Christians- kirkjuni, Atlantis og Pega- sus. Hann legði eisini leið- ina fram við í KÍ-høllini, har hornorkesturstevna var. Nomus er tann stovnurin innan Norðurlanda Ment- anargrunnin, sum tekur sær av øllum innan tónleik. Nomus ger tilmæli um stuðul til tiltøk, tónleika- ferðir, festivalar, tónleika- verk, útgávur og virðis- lønir. Skúlastríðið heldur fram Umboð fyri kommunur í Suðuroynni á fundi við Jóannes Eidesgaard, løgmanni, fyrrpartin hósdagin. Har royndu umboð fyri Vágs og Tvøroyrar kommunu at sannføra løgmann um, at besta loynsin er at byggja skúla í Vági og røktarheim á Tvøroyri Mynd: Bárður Lydersen Nomus vitjaði í Klaksvík Bo Rydberg avmyndaður saman við stýrinum og leiðaranum í Atlantis, forkvinnuni í mentnarnevndini hjá Klaksvíkar býráði og føroyska Nomus-umboðnum. Frá vinstru: Gunvá við Keldu, Bo Rydberg, Jógvan Ravnsfjall, Súsanna Olsen, Nikolina Olsen, Høgni Klakkstein og Andrea Heindriksdóttir