fríggjadagur 29. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
17
Vit spæla sovorðnan merki-
ligan tónleik fyri tykkum í
kvøld, segði Leivur Thom-
sen tá hann bjóðaði áhoyr-
arunum vælkomnum á kon-
sert hjá Plúmm.
Umleið 20 áhoyrarar
høvdu leitað sær oman í
Meiaríið, at lurta eftir
merkiliga
tónleikinum.
Hesir fingu eina frálíka
ferð gjøgnum fussións jass,
standard, funk, soul og
blús. Handverkið var í há-
sæti. Tað var stuttligt at
hoyra eina konsert, har reyp
er í lagið, og gott handverk
bara er ein dygd. Har vóru
soloðir av alskins slagi, og
krás fyri kræsin oyru.
Av bestu
handverkarum
Rógvi á Rógvu, Arnold
Ludvig, Magnus Johanne-
sen og James Olsen luttóku
allir í Prix finaluni í saman
við Eyðun og Terja. Teir
hava seinasta mánaðin lagt
oyra til nógv um handverk
og hjarta. Á Atlantic Music
Event svaraðu handverkar-
arnir aftur við einum stíl-
fullum prikið. Prikið fall í
góða jørð hjá flest øllum,
uttan teimum sum vóru
prikaðir. Men hetta er
kanska ikki so løgið. Tað er
altíð stuttligari at prika enn
at verða prikaður.
Við sær á Meiarínum
høvdu teir ein av bestu
handverkarunum
innan
gittarspæl í Norðanlondum:
Leiv Thomsen.
Gittarin fremst
Meiaríið er vorðið eitt av
bestu konsertstøðunum í
landinum. Ljóðið var fram-
úr gott. Pallurin var ein
pyntaður sandkassi og sá
ordiliga gott út.
Konsertin byrjaði uttan
James. Leivur stóð einsa-
mallur fremstur á pallinum.
Meðan Rógvi, Arnold og
Magnus løgdu botn undir
gittaran, sum var høvuðs-
ljóðførið í lagnum,Gróður.
Leivur hevði skrivað lagið.
Ógvuslig eind
Leivur hevði eisini skrivað
næsta lag, Not quite. Hetta
var eitt av teimum meira
merkiligu løgunum. Lagið
var harligt á ein lekran
máta. Eitt lag, sum tú
noyddist at hava eina mein-
ing um. Ljómborðini hjá
Magnus og gittarin hjá
Leivur funnu saman í eini
ógvusligari eind. Leivur
vant tónar úr gittaranum.
Framførslan varð øðiliga
orkumikil hesa løtuna.
Reyp
Arnold hevði skriva triðja
lagið, I feel better. Arnold
byrjaði sera hóskandi við
eini
langari
basssolo.
Magnus tók yvir og spældi
ljómborð solo. Síðan tók
Leivur spakuliga yvir við
gittarsolo, áðrenn Rógvi
endaði við trummisolo. Eitt
reyputt lag, men tað var í
lagi og áskoðarnir elskaðu
tað.
Tramp og nótastativ
Leivur hevði skrivað tey
næstu trý løgini. Gruvutta
og ráða Alien Nation, har
tramp og nótastativ gjør-
dust rytmisk ljóðføri. Tað
sveimandi og løgna lagið
Cuth, sum hevði ein garr-
villan enda. Og Relief, sum
var samstundis vakurt og
rátt.
Ein showmaður
James kom á pallin og
konsertin varð ongantíð
tann sama aftur. Stílurin
varð
ein
heilt
annar.
Standard jassur, funk og
soul. Men enn við nógvum
soloum og longum istru-
mentalum pettum.
James segði áðrenn kon-
sertina, at songrøddin ikki
var heilt í topp, tí hann sang
ikki so nógv longur. Eg
havi hoyrt James sungið
betur enn fyrstu løgini.
Men hann var ómetaliga
stuttligur, og dugdi ótrúliga
væl at undirhalda, ein sann-
ur showmaður.
Lagið Journey to Iceland
hjá Tómas R. Einarsson
varð tillagað til føroysk
viðurskifti, og var ein upp-
living.
ba ba ba ba za zadan
Næsta lagið við James var
uttan iva hæddarpunktið á
konsertini. James hevði
sungið seg heitan, og ljóð-
aði væl. Lagið, If you want
me to stay hjá Sly & the
Family Stone, hóskaði full-
komiliga til hendan bólkin.
James var ein karisma-
bumba, og Leivur spældi
bestu solo á kvøldinum. Tá
James so at enda sang ein
sangsolo: ba ba ba ba za
zadan, var hesin ummælar-
in heilt seldur.
Duett við sær sjálvum
Løgini: Distracted hjá Al
Jarreau, Sunny hjá Stevie
Wonder, og traditionella
blúslagið Little school girl.
Hitaðu røddina hjá James
upp, og hann gjørdist
alsamt betur. Í Sunny var so
nógv ekko á røddini, at
James sang duett við sær
sjálvum.
Konsertin endaði við ein-
ari rættuliga egnari útgávu
av Wonderfull World hjá
George David Weiss og
Bob Thiele. James ljóðaði
sum um Isaac Hayes í høv-
uðsleiklutinum á 90 ára
føðingardegnum.
Ein
merkiligur endi á eini
merkiligari konsert. Hesin
ummælarin sat eftir við
tankunum, hvar steðgar
handverki og hvar byrjar
hjarta. Er ikki alt handverk
í síðsta enda?
Í juni mánaði kemur
amerikanski
gospelsangarin Russ
Taff til Føroya at hava
tríggjar konsertir.
Saman við honum er
ein songkvinna, sum
hevur verið nógv
frammi í USA
seinastu tíðina
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Minni enn eitt ár eftir, at
hann vitjaði Føroyar fyrstu
ferð, kemur amerikanski
gospelsangarin Russ Taff
aftur til Føroya at hava
framførslur.
Russ Taff var eitt av høv-
uðsnøvnunum á G! Festi-
valinum í fjør, men ein
góðan mánað áðrenn næsta
G! Festival er Russ Taff
aftur í Føroyum.
– Eg varð spurdur, um eg
kundi royna at fáa Russ
Taff aftur til Føroya at
syngja. Eg havi havt gott
samband við hann, og tá eg
ringdi til hann, var hann
beinanveg til reiðar at koma
aftur hendan veg, sigur
Jákup Zachariassen.
Hann var ein av teimum
føroysku tónleikarunum,
sum spældi saman við Russ
Taff í fjør, og hann verður
aftur hesaferð í bólkinum
hjá amerikanaranum.
Tríggjar konsertir
Russ Taff fer at hava
tríggjar konsertir í Føroy-
um, og saman við honum
verður ein songkvinna, sum
hevur verið nógv frammi í
USA, eftir at hon hevur
givið fløguna God On A
Mountain út.
Talan
er
um
Lynda
Randle, og bæði hon og
Russ Taff hava sungið sam-
an við Gaiter-fólkunum.
Í næstum fara tey at hava
tríggjar felags konsertir í
Føroyum. Tann fyrsta verð-
ur í Kelduni í Skálabotni
24. juni, tann næsta í ítrótt-
arhøllini á Hálsi í Havn 25.
juni, og sunnukvøldið 26.
juni syngja Taff og Randle í
KÍ-høllini í Klaksvík.
– Kvøldini verða eitt
sindur øðrvísi enn hansara
konsert á G! Festivalinum.
Hesaferð verður tað ikki so
nógv rock n' roll, men hel-
dur meira meira gospel,
soul og felagssangur, sigur
Jákup Zachariassen.
Føroyskur bólkur
Russ Taff og Lynda Randle
fara at hava føroyskar tón-
leikarar og sangarar at
stuðla sær á konsertunum.
Í bólkinum, sum fer at
spæla undir, eru Óli Poul-
sen, Hans Poulsen, Jan
Zachariassen, Kim Hansn,
Jákup
Zachariassen
og
James Olsen.
Harafturat fara nógvir
føroyskir sangarar at vera
við í einum kóri, sum skal
stuðla sanginum á konsert-
ini. Millum kórsangarnar
verða Heini Lützen, Anna
Háberg, Laila Carlsen og
kórið Salt.
Russ Taff og Lynda
Randle fara at syngja hvør
sær og saman, og áhoyrar-
arnir sleppa eisini at tríva í
onkran sang saman við
teimum.
Handverk av sonnum
handverksmeistarum
Hvar sært tú
helst James,
aftan fyri ella
framman fyri
trummurnar?
Kim, 33 ár, Tórshavn
Eg síggi hann helst
báðumegin. Hann er
ein »feitur« entertain-
ari, ein fínur show-
maður
báðumegin.
Hann er bara ólukk-
sáliga stuttligur. Eg
kann ikki velja tað
eina fram um hitt.
Búi, 26 ár, Reykjavík
Eg síggi hann helst
alla staðni. Hann er
ein pissifeitur trummi-
sláðari og pissifeitur
sum frontmaður. Men
eg kundi hugsa mær at
sæð hann meira í
front. Eg kundi hugsa
mær at sæð hann á
fleiri sovorðnum til-
tøkum. Hann spælir
alt ov nógv til dans.
Finnur,
37
ár,
Tórshavn
Tað er faktiskt líka-
mikið – Tí tá hann
spælir trummir ljóðar
tað, sum um trumm-
urnar syngja, og tá
hann syngur ljóðar tað
næstan, sum tá hann
spælir trummur.
Russ Taff aftur til Føroya
Russ Taff vitjar aftur í Føroyum
Lynda Randle fer at syngja saman við honum