Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 80 - 29. apríl 2005 Stór veitsla í Føroya- húsinum leygarkvøldið Leygarkvøldið verður suður- oyarveitsla í Føroyahúsinum við borðhaldi, undirhaldi og dansi. Øll eru vælkomin til kvøldið, har Blanding úr Suðuroynni spælir við Guðr- uni S. Jacobsen sum gestasangara og Birgir Enni er kokkur VEITSLA dagfinn@sosialurin.fo Leygarkvøldið er stór veitsla og dansur aft- aná í Føroyahúsinum í Key p m a n n a h av n . Manningin á Tvøra- bátinum skipar fyri, eins og gjørt var til líknandi veitslu í 2003. Tá var Torgerð Suðuroy Toastmastari. Hesaferð er tað Hans í Líðini, men møguliga berst honum frá, og verður tað tá Rasmus Magnussen. Birgir Enni, sum júst hevur verið í Brússel og kokkast, stendur fyri matgerð- ini. Bólkurin Bland- ing úr Suðuroyni spæl- ir; Knút Nielsen, ljóm- borð, Jonhild A. Niel- sen, sang, Dagfinn Olsen, guitar, bass, kór, Hjalmar Magn- ussen, guitar, sang og kór, Neil Joensen, guitar og kór. Og væntandi verður Guðrun S. Jacobsen við sum gestasangari. Jóannes Eidesgaard løgmaður og frú taka lut og løgmaður heldur røðu. Dagin eftir er fernisernig, har hálvi suðuroyingurin Erik Hagmann sýnir lands- lagsmyndir úr Suður- oynni. Palle Jacobsen sýnir fram stórar foto- myndir úr Suðuroynni. Øll eru vælkomin til veitslu og dans. Til ber at koma til dansin aftaná veitsluna fyri 80 krónur. Í døgunum frá 14.-18. apríl 2005 skipaði Føroya Ferðaleiðarafelag fyri ferðaleiðarastevnu í samband við ársfundin hjá IGC (Internordic Guide Club), sum er felag fyri góðkendar norðurlendskar ferðaleiðarar FERÐAVINNA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Umleið 70 norðurlendskir gestir vóru komnir til stevnuna hjá Internordic Guide Club, sum var í Før- oyum í døgunum frá 14. til 18. apríl. IGC heldur sín ársfund skiftandi millum limalondini og er hesin skipaður sum ein stevna við t.d. work-shops, fyrilestr- um og kjakfundum. Í ár varð fundurin hildin í Før- oyum og í hesum sambandi varð skipað fyri útferðum og fyrilestrum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, setti stevnuna í Listaskálanum fríggjadag- in, meðan sjálvur fundurin varð í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. apríl. Fundurin viðgjørdi ymisk evni, sum ferðaleiðarar koma út fyri í sínum ar- beiði. Til dømis koma útl- endskir bussar higar við ferðafólki og fremmandum ferðaleiðarum, sum lítið og einki kenna til Føroyar, og kunnu hesir tí koma við villeiðandi upplýsingum um land okkara. Allir lim- irnir í IGC kenna til slíkar trupulleikar. Seinrapartin leygar- dagin vóru fyrilestrar: Jóannes Dalsgaard, Ph.D, tosaði um ferðaleiðaran sum formidlara av mentan. Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, segði frá um føroyska málið og Gunhild V. Michelsen, ferðaleiðari, um føroyska dansin. Limir úr dansifelagnum »Tøkum lætt« sýndu fram dansispøl, og fingu útlendsku gest- irnir høvi at luttaka í føroyska dansinum aftaná. Stevnan í Føroyum eydn- aðist sera væl, sigur Hilda Thomsen, samskipari av tiltakinum. Veðrið var gott og gestirnir fingu høvi at uppliva Føroyar sum ferða- mannaland á útferðunum, sum vórðu gjørdar. Internordic Guide Club hildið ársfund í Føroyum Nakrir av luttakarunum á ársfundinum hjá IGC. Úti við 90 luttakarar vóru til ársfundin í Norðurlandahúsinum Mynd: Magnus Gunnarsson IGC-nevndin saman við føroysku umboðunum Hildu Thomsen og Ólavi Hansen (uttast t.h.) Jóhanna Hansen vantar á myndini Mynd: Magnus Gunnarsson