fríggjadagur 29. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 81 - 30. apríl 2005
– Eg havi ongantíð
sæð nakra skipan,
sum ger tað lættari og
skjótari at fáa fatur á
húkunum í einum
húkabunti. Havi
eisini spurt meg fyri
hjá monnum, sum
hava siglt við
norskum línubátum.
Men svarið er hitt
sama; húkarnir verða
hálaðir niður úr
buntinum og allir,
sum hava fingist við
línu, vita, hvussu
irriterandi og
seinkandi tað kann
vera, sigur Øssur
Hansen, uppfinnari
UPPFINNILSI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Øssur Hansen á Toftum er
ikki bara ein útmerkaður
fótbóltssleikari, telvari og í
sínari tíð eisini borðtennis-
leikari. Nú kann hesin
fryntligi maðurin, sum júst
hevur bygt sær hús á Toft-
um, har hann býr saman við
konu og tveimum børnum,
eisini kalla seg uppfinnara.
Øssur, sum er útbúgvin
elektrikari, hevur siglt nak-
að, men ikki nógv. Í sínari
tíð var hann nakrar túrar
við línuskipinum, Volun-
teer. Teir høvdu ikki egn-
ingarmaskinu, men egndu
við hond. Hann var eisini
við
Volunteer
onkran
snellutúr í Íslandi.
Tá ið toftamenn fyri ikki
so langari tíð síðan fingu
nýggjan Stapa, var Øssur
við á fyrsta túri, sum
gjørdist nokso drúgvur. Teir
royndu við línu undir Ís-
landi og frystu umborð. Alt
gekst ikki eftir vild hjá hes-
um nýggja skipi í byrjanini,
og lógu teir tí inni í Íslandi
nakrar dagar á túrinum. Í
Grindavíkini í Íslandi mistu
teir ein mann, sum var farin
niður
ímillum
og
var
druknaður.
Umframt at hava verið
við línubáti, har teir egndu
við hond – og seinni við
Stapanum, sum hevur egn-
ingarmaskinu, hevur Øssur
eisini róð nakað út. Har-
aftrat var hann landformað-
ur í eini fýra ár á rað, og er
altíð av og á »dottin« aftur
á útróðurin og egningina.
Uppfinnari
Nú North Atlantic Fish Fair
verður í høvuðsstaðnum í
komandi viku, verður Øss-
ur Hansen ein av 20 luttak-
arum á básinum hjá Nes
kommunu.
– Eg havi í nøkur ár
arbeitt við at uppfunnið
eina skipan, sum ger tað
lættari at finna húkarnar úr
einum bunti, tá ið knýtt
verður undir línuna. Húk-
arnir hanga allir í einum
bunti, og tá ið tú tekur ein
burtur úr, er hann viðhvørt
fastur, og tú kanst stinga
teg. Og tá ið so húkarnir í
buntinum fækkast, er van-
ligt, at nakrir detta niður á
dúrkið, tí tá er buntið leys-
ari, og fleiri kunnu fylgja
við tí eina, tú hálar í.
Øssur sigur, at hann ser-
liga hevur hugsað um
mannin, sum stendur við
splittaran og skal bera seg
skjótt at fyri at klára at
knýta allar húkarnar undir
línuna, sum eru burtur.
– Eg havi ongantíð sæð
nakra skipan, sum ger tað
lættari og skjótari at fáa
fatur á húkunum, og eg
havi eisini spurt meg fyri
hjá monnum, sum eitt nú
hava siglt við norskum
línubátum, um norðmenn
hava nakra slíka skipan.
Men svarið er hitt sama;
húkarnir verða hálaðir nið-
ur úr buntinum og allir,
sum hava fingist við línu,
vita, hvussu irriterandi og
seinkandi tað kann vera.
Øssur sigur, at umborð á
einum línubáti er vanligt, tá
ið nógvir húkar eru burtur,
at meira enn tann eini
maðurin stendur og knýtir
nýggjar húkar undir.
– Eg kundi hugsað mær,
at nýggja skipanin spardi
ein hálvan ella heilan
mann, tá ið nógvir húkar
eru burtur. Hesin kundi so
í staðin verið á dekkinum,
tá ið nógv er at gera har. Í
aðrar mátar kundi skipanin
gjørt tað nógv lættari hjá tí
manninum, sum stendur
við splittaran og knýtir
undir.
Hann sigur, at pláss er til
200 húkar á gevindstong-
ini, og tann fremsti húkurin
hongur altíð klárur at taka.
So skjótt, hesin húkurin er
tikin, hongur tann næsti
klárur at taka.
– Við tað, at tú tekur í
sjálvt eygað á húkinum,
sum hongur leysur, fært tú
við sjálvari tøkuni eisini
koyrt
húkin
beinleiðis
ígjøgnum svøvulin á línuni.
Tí ger skipanin tað eisini
nógv lættari og skjótari at
knýta húkarnar undir lín-
una.
Vildi loysa málið
Øssur sigur, at hann sum
sjómaður, egnari og land-
formaður ofta hevur undr-
ast yvir, at eingin er komin
við eini skipan, sum ger tað
lættari at fáa fatur á húk-
unum í eini bunti.
– Tí setti eg mær fyri at
loysa hetta málið.
Á maskinverkstaðnum,
FJM í Runavík, sum Tórs-
havnar Skipasmiðja nú eig-
ur, hava teir verið góðir í
ráðum.
– Arni Carlsen á FJM
hevur hjálpt mær væl við at
fáa skipanina at virka, so-
leiðis sum eg kundi hugsað
mær hana, sigur Øssur, sum
er spentur upp á, hvussu
nýggja uppfinnilsið verður
móttikið á North Atlantic
Fish Fair, har nógvir út-
bjóðar og keyparar eru og
koma fram við, meðan
stevnan varir.
Øssur sigur, at eitt er, at
húkamaskinan
sparir
monnum stríð og tíð, men
hon sparir eisini reiðarínum
nógvar húkar, tí við nýggju
skipanini fer eingin húkur á
dúrkið og verður spulaður
burtur, tá ið dekkið verður
vaskað.
– Jú, tað verður spenn-
andi at síggja, um áhugi
verður fyri nýggja uppfinn-
ilsinum, nú stór altjóða
fiskivinnustevna verður í
Føroyum, sigur Øssur Han-
sen, uppfinnari.
Landsliðsleikari uppfunnið
nýggja húkamaskinu
Prototypan til nýggju húkamaskinuna hongur í kjallaranum hjá Øssuri Hansen á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Sum sjómaður, egnari og landformaður havi eg ofta undrast
yvir, at eingin er komin við eini skipan, sum ger tað lættari at
fáa fatur á húkunum í eini bunti. Tí setti eg mær fyri at loysa
hetta málið, sigur Øssur Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggja uppfinnilsið hjá Øssuri Hansen kann spara ein hálvan ella heilan mann, tá ið nógvir
húkar eru burtur. Í øllum førum ger uppfinnilsið tað nógv lættari hjá manninum við splittaran