fríggjadagur 29. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
19
Skipa egnan dómstól
Myndugleikarnir í Sudan vilja ikki lata altjóða revsi-
rættin í Haag døma teir, sum eru ákærdir fyri krígs-
brotsverk í sambandi við ágangin ímóti sivilfólkinum í
landspartinum Darfur. Ístaðin fyri ætlar stjórnin at
skipa sín egna dómstól.
ST hevur gjørt ein lista við nøvnunum á 51 persón-
um, sum eru skuldsettir fyri at hava medvirkað til
ágangin í Darfur, men sudanska stjórnin sigur, at hon
ætlar sær ikki at brúka listan hjá ST sum annað enn
vegleiðandi tilfar í málinum,
ST metir, at ágangurin í Darfur hevur kostað umleið
180.000 mannalív tey bæði seinastu árini. Harafturat
eru umleið tvær milliónir fólk rikin frá húsi og heimi,
og flestu teirra halda til í vánaligum og trongum flótta-
fólkalegum í Sudan og grannalandinum Tjad.
Vinur Bush skal kannast
Rættiliga óvæntað hava republikanararnir í amerik-
onsku kongressini gjørt av at taka undir við einum
kravi um, at ymisk viðurskifti hjá teirra egna formanni,
Tom DeLay, skulu kannast.
Tað eru demokratarnir, sum hava kravt kanningina, tí
teir vilja vera við, at Tom DeLay hevur brotið tær et-
isku reglurnar, sum eru galdandi fyri limir í umboðs-
mannatinginum og senatinum. Eitt nú er komið fram,
at Tom De Lay hevur verið og ferðast í Onglandi, Skot-
landi, Russlandi og Suðurkorea, uttan at hann rindaði
nakað sjálvur. Eitt nú rindaði ein russisk fyritøka ferð
hansara til Russlands, og Tom DeLay skal seinni hava
hjálpt fyritøkuni á amerikanska marknaðinum.
Republikanararnir hava meiriluta í kongressini, men
teir hava kortini gjørt av at slaka fyri demokratunum,
sum viðurskiftini hjá Tom DeLay kunnu kannast. Eyg-
leiðarar í Washington halda, at republikanararnir vóru
farnir at stúra fyri, at málið kundi fáa avleiðingar fyri
teir á kongressvalinum næsta ár, og at teir tí valdu at
slaka.
Tom DeLay er úr Texas eins og George W. Bush,
forseti, og teir báðir eru vinmenn.
ES hóttir Microsoft
ES vil vera við, at Microsoft ger sær dælt av sínari ráð-
andi støðu á marknaðinum og hóttir við at geva fyri-
tøkuni bót, broytir hon ikki framferð.
Í vikuni var fundur ímillum ES-kommiserin í kapp-
ingarmálum, Neelie Kroes, og Steve Ballmer hjá
Microsoft. Har hótti kommiserurin við at geva Micro-
soft dagbøtur, sum kunnu koma up í fimm prosent av
umsetninginum hjá fyritøkuni, skrivar Reuters.
Í fjør álegði ES Microsoft at gjalda 3,7 milliardir
krónur í bót fyri at hava misbrúkt støðu sína á
marknaðinum. Samstundis fekk fyritøkan boð um at
gera tað lættari hjá øðrum at menna forrit, ið kunnu
brúkast saman við stýriskipanunum hjá Microsoft, men
ES heldur ikki, at amerikanska fyritøkan hevur gjørt
tað, sum henni varð álagt. Tí hóttir ES aftur nú við bót.
Leiðslan í Microsoft vil ikki gera viðmerkingar til
málið, men sigur, at partarnir tosa um viðurskiftini, og
at samráðingarnar ganga væl, skrivar Reuters.
Dýrur kjóli
Kjólin, sum Judy Garland var í, tá hon spældi við í
filminum "Troldmanden fra Oz", varð seldur á uppboði
í London í vikuni, og fór hann fyri hálva aðru millión
krónur.
Upprunaliga varð roknað við, at tann blá- og hvít-
puntuti kjólin var einar 300.000 krónur verdur, men
tann metingin vísti seg at vera alt ov lág, tá kjólin kom
á uppboðssøluna hjá Bonhams í London. Tá hamarin
fall, var boðið komið upp á hálva aðru millión krónur.
Tað er ikki greitt, hvør keyparin er. Kortini varð upp-
lýst, at seljarin hevði keypt kjólan á uppboði í New
York í 1989.
Judy Garland var bara 17 ára gomul, tá ´"trold-
manden fra Oz" bleiv spældur í 1939. Filmurin gjørdist
serliga væl umtóktur í USA.
UTTAN ÚR HEIMI
Trot á arbeiðsmegi
kann órógva búskap-
arliga framburðin í
Danmark, heldur
tjóðbankastjórin
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tøl hjá størsta danska
bankanum, Danske Bank,
vísa, at danskar fyritøkur
kappast um at fáa fatur á
arbeiðsmegi, og at 30.000
leys størv skulu setast bein-
anvegin. Samanborið við í
fjør er talið á lýsingum eftir
fólki umleið 20 prosent
størri í ár, og tað er sam-
bært Børsen tekin um fram-
burð í vinnuni og minkandi
arbeiðsloysi.
Men trot á arbeiðsmegi
kann forða framburðinum,
sigur
tjóðbankastjórin,
Bodil Nyboe Andersen, og
hon heldur tí, at tað er
neyðugt við nýskipanum á
arbeiðsmarknaðinum
beinanvegin.
Bodil Nyboe Andersen
og leiðslan í Danske Bank
eru á einum máli um, at
vandi er fyri fløskuhálsum
á
arbeiðsmarknaðinum,
skrivar Børsen.
Fyri fyrstu ferð í 44 ár
er ein amerikanskur
hermaður dømdur til
deyða fyri at hava
skotið amerikanskar
hermenn í krígstíð
DÓMUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá George W. Bush, forseti,
gjørdi av at leypa á Irak,
vóru fleiri amerikanskir
hermenn
ímóti
avgerð
hansara. Ein teirra var ser-
sjanturin Hassan Akhbar,
sum var í tænastu á einari
herstøð í statinum Penn-
sylvania. Tann dagin, inn-
rásin byrjaði, fór Hassan
Akhbar eftier einari mask-
inbyrsu og fleiri granatum.
Síðani fór hann yvir til eitt
tjald, sum fleiri hermenn
vóru í. Tá avtornaði, hevði
hann beint fyri tveimum
hermonnum og sært 14
aðrar.
Nú er Hassan Akhbar
dømdur til deyða fyri gerð
sína. Ta avgerðina tók ein
hernaðardómstólur gjára-
náttina, og hann er tann
fyrsti amerikanski hermað-
urin, sum er dømdur fyri at
hava skotið aðrar amerik-
anskar hermenn í krígstíð
síðani
Vietnamkríggið,
skrivar AP. Tann seinasti
dómurin av hesum slagnum
var í 1961.
Ákæruvaldið vísti á, at
Hassan Akhbar er muslim-
ur, og at hann leyp á sínar
felagar í tjaldinum, tí hann
væntaði, at amerikanskir
hermenn fóru at drepa
aðrar muslmar í Irak-krígn-
um. Verjarnir vildu vera
við, at maðurin er sálarliga
sjúkur, men tað helt rætt-
urin ikki.
Verjarnir gjørdu alt fyri
eitt av at skjóta dómin inn
fyri hægri rætt. Verður Has-
san Akhbar, sum er svartur,
avrættaður, verður tað gjørt
við einari eiturinnspræn-
ing.
Trot á arbeiðsmegi
í Danmark
Ógvuslig móttøka
Fyrsti dómurin í 44 ár
Tann nýggja irakska stjórnin, sum bleiv skipað hósdagin, hevur fingið eina heldur ógvusliga móttøku. Í gjár brustu ikki færri enn
seks bumbur, sum kravdu minst 13 mannalív og særdu fleiri enn 50 fólk. Her í Athamiya-býarpartinum í Bagdad doyðu fleiri
fólk av einari sjálvmorðsbumbu.