fríggjadagur 29. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 80 - 29. apríl 2005
GÍ hevur fingið nýggjan málverja
Marcen Dawid, sum
tvey tey seinastu árini
hevur vart málið hjá
sumbingum, skal nú
royna seg í bestu
deildini
GÍ MÁLVERJI
Jóannes Hansen
Gøtumenn
hava
fingið
nýggjan málverja. Talan er
um 25 ára gamla Marcen
Dawid, sum tvey tey sein-
astu árini hevur verið mál-
verji í Sumba. Í síðstu viku
flutti hann til Gøtu. Har hev-
ur hann vant síðani, og hann
verður millum stólparnar, tá
ið GÍ sunnudagin á heima-
vølli skal spæla móti Skála.
Tað hevur gingið illa hjá
GÍ higartil í ár, og tað hevur
ikki minst gingið illa við
málmonnum. Ætlanin var
upprunaliga, at Meinhardt
Joensen, sum áður hevur
verið málverji hjá KÍ, og
sum seinnapartin av kapp-
ingarárinum í fjør vardi B68
málið, skuldi vera málmað-
ur í Gøtu. Men hann var tíð-
liga á árinum skaddur í arm-
inum og hevur gingið við
gipsaðum armi.
Fyrrverandi GÍ málverj-
in, Hallur Hansen, kom so
heim úr Danmark at røkja
sessin millum GÍ stólpar-
nar. Nú hevur hann fingið
arbeiði í Danmark, og hann
fór av landinum beinanveg-
in eftir, at GÍ mikukvøldið í
síðstu viku hevði tapt móti
HB í Gundadali.
Tíðliga í ár var upp á tal,
at málverjin, sum GÍ nú
hevur fingið, skuldi fara til
KÍ. Hann vandi har norðuri,
og hann vardi KÍ málið
annan hálvleikin í finaluni í
Klaksvíks kappingini, men
so fór KÍ ætlanin fyri bakka,
hóast teir í Klaksvík mettu
hann vera sera góðan mál-
verja. Karstin Joensen var
skaddur, og so ynskti KÍ at
fáa Marcen Dawid afturat
unglingamálverjanum
Mathiasi Samuelsen, men
so vísti tað seg, at Karstin
kom so mikið skjótt fyri seg,
at tað ikki var neyðugt við
øðrum málverja.
- Vit eru fegnir um, at tað
hevur eydnast at fáa nýggja
málverjan. Undir venjing-
unum hevur hann víst, at
evnunum bilar einki. Men
tað sigur seg sjálvt, at hon-
um restar dystarvenjing,
staðfestir
GÍ
venjarin,
Krzystof Popczynski. Hann
veit eisini at siga, at Mein-
hardt Joensen so spakuliga
er farin at venja aftur, men
at tað fara at ganga fleiri
vikur, áðrenn hann verður
førur fyri at spæla aftur.
GÍ hevur nú fingið pólverska Marcen Dawid, sum hevur vart Sumba-málið í tvey ár, til felagið
Kappingarneytarnir
hjá Jón Róa og teim-
um fingu bara eitt
stig mikukvøldið, tá
ið Fremad Amager og
Horsens eisini spældu
javnt
DANMARK 1./2.
DEILD
Jóannes Hansen
Fyrsta umfarið í næstbestu
og triði bestu donsku deild-
ini vórðu útsett í vár, tí tað
var frost í grasvøllunum.
Mikukvøldið vórðu fleiri
av útsettu dystunum spæld-
ir. Millum hesar var upp-
gerðin
millum
Fremad
Amager og Horsens í Sund-
by, sum endaði 1-1. Johan
Byrial Hansen var allar 90
minuttirnar í Horsens verj-
uni, meðan Andrew av
Fløtum enn eina ferð var á
Fremad beinkinum. Hann
slapp framat, tá ið ein
hálvur tími var eftir.
Leingi sá tað út til, at
Horsens skuldi vinna, men
í 90. minutti javnaði heima-
liðið.
Eingin ivi tykist vera um,
at Horsens fer at flyta upp.
SønderjyskE, sum er næst-
fremst, var á útivølli móti
HIK, og har var úrslitið
eisini 1-1.
Frem spældi tann dagin í
vár, tá ið flestu dystirnir
vórðu útsettir orsaka av
veðri. Síðani tá hevur í
støðuuppgerðini verið lagt
uppfyri, at Frem, sum er á
triðja plássinum, hevði
spælt ein dyst meiri enn
SønderjyskE. Tað hevur
ligið í luftini, at harvið
kundi roknast við, at Sønd-
erjyskE kundi fara trý stig
framum Frem, tá ið teir
høvdu avgreitt útsetta dyst-
in. Mikukvøldið fór Sønd-
erjyskE bara eitt stig
framum Frem, sum harvið
upp á eina máta fekk styrkt
um sína støðu, hóast teir
ikki spældu.
Sunnudagin skal Frem á
heimavøllinum í Valby
spæla móti Fremad Am-
ager. Tað vil siga, at møgu-
leiki er fyri, at Jón Rói
Jacobsen og Andrew av
Fløtum fara at stríðast
ímóti hvørjum øðrum í tí,
sum verður nevnt stóra ar-
beiðaraslagið í høvuðs-
staðnum. Frem og Fremad
Amager hava altíð gingið
undir orðinum at vera
gomlu arbeiðarafeløgini í
Keypmannahavn, og tað
verður sagdur at fara at
verða serligur glansur yvir
uppgerðini nú sunnudagin,
sum jú er altjóða arbeiðara-
dagurin, 1. mai.
Ein gamal kenningur í
føroyskum fótbólti skoraði
í næstbestu deildini miku-
kvøldið. Tað var Ulrik Ball-
ing, sum legði Vejle fram-
um 1-0, tá ið Vejle á heima-
vølli vann 2-1 móti illa
sperda B93.
John Petersen var á
liðnum hjá Holsterbro, sum
í evstu løtu á heimavølli
javnaði til 1-1 móti Bra-
brand. John verður sagdur
at eiga sentralan leiklut á
Holsterbro liðnum. Eitt nú
legði hann upp til møgu-
leika, sum varð skammiliga
misnýttur.
Christian
Lamhauge
Holst var, eftir at hava verið
leikbannaður,
aftur
í
Lyngby álopinum. Lyngby
tapti 1-0 í Roskilde, og har-
við versnaðu møguleikarnir
hjá teimum fyri uppflyting.
Frem styrkti sína støðu
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 AC Horsens 22
16 - 4 - 2
44
16
28
52
2 S.jyske E
22
13 - 5 - 4
57
25
32
44
3 Frem
22
12 - 7 - 3
45
18
27
43
4 Køge
22
12 - 6 - 4
48
25
23
42
5 HIK
22
10 - 7 - 5
40
29
11
37
6 Vejle
22
10 - 5 - 7
44
39
5
35
7 Fredericia
22
9 - 7 - 6
40
32
8
34
8 Fr.Amager
22
8 - 8 - 6
37
25
12
32
9 Skjold
22
9 - 4 - 9
31
36
-5
31
10 AB
22
9 - 3 - 10
40
38
2
30
11 NFA
22
7 - 4 - 11
36
46
-10
25
12 Brønshøj
22
6 - 5 - 11
34
46
-12
23
13 Næstved
22
5 - 2 - 15
21
52
-31
17
14 Ølstykke
22
4 - 4 - 14
26
59
-33
16
15 Dalum
22
4 - 2 - 16
32
67
-35
14
16 B 93
22
2 - 7 - 13
34
56
-22
13
Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem),
Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen
(AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Brabrand
22
16 - 3 - 3
48
20
28
51
2 Kolding FC 22
16 - 0 - 6
42
24
18
48
3 Holbæk
21
12 - 5 - 4
43
25
18
41
4 Lyngby
21
13 - 1 - 7
47
26
21
40
5 Glostrup
20
11 - 4 - 5
43
31
12
37
6 Slagelse
22
9 - 7 - 6
36
25
11
34
7 Jetsmark
21
10 - 4 - 7
47
38
9
34
8 Næsby
22
10 - 3 - 9
36
30
6
33
9 B 1913
22
7 - 6 - 9
32
38
-6
27
10 B 1909
22
7 - 6 - 9
21
29
-8
27
11 Aarhus Fr.
21
7 - 4 - 10
31
30
1
25
12 FC Rosk.
21
8 - 1 - 12
24
39
-15
25
13 Hjørring
21
3 - 9 - 9
24
35
-11
18
14 Holstebro
22
4 - 4 - 14
28
51
-23
16
15 Værløse
22
5 - 1 - 16
23
61
-38
16
16 Kalundborg 22
3 - 4 - 15
27
50
-23
13
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby), John
Petersen (Holstebro)