Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 • leygardagur • 30. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Stjørnan-VB: Til Klaksvíkar eftir gullinum Leygardagin verður seinasti dysturin í Sunset-kappingini hjá kvinnum leiktur. Tá bresta tey bæði sterk- astu liðini í kapping- ini, Stjørnan og VB, saman í Klaksvík. Hóast Stjørnan á pappírinum hevur møguleikan at fáa VB aftur, so ivast eingin í, at vágskvinnur fara suður aftur við gull- inum leygardagin UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stjørnan og VB hava verið at kalla einaráðandi í før- oyskum kvinnuhondbólti seinnu árini, og tað er tí neyvan av tilvild, at júst hesi bæði lið hittast í sein- asta dystinum í hesum hondbóltsárinum. Undan dystinum er støðan tann, at VB er so gott sum meistari. Um Stjørnan ætlar sær at endurvinna meistaraheitið, skulu tær vinna dystin móti VB við nærum tríati mál- um. Sjálvt ikki teir mest bjartskygdu klaksvíking- arnir trúgva uppá, at tað fer at eydnast. Lítil áhugi fyri kappingini Tað skerst ikki burtur, at nógv rumbul hevur verið í miðlunum um hondbólts- kappingina hjá kvinnum í ár. Fleiri venjarar hava ver- ið frammi alment og sagt, at teir halda kappingina verða fullkomiliga burtur- við, soleiðis sum hon hevur verið skipað í ár. Meðan menninir vóru lidnir at spæla sína kapping miðskeiðis í farna mánað, verða kvinnurnar ikki lidn- ar fyrr enn nú leygardag, altso ikki minni enn seks vikur seinni enn menninir. Tá ið eisini verður havt í huga, at tey flestu liðini í Sunset-kappingini einki hava havt at spæla fyri seinastu mongu dystirnar, er eyðsæð, at glansurin fer av kappingini. VB og Stjørnan eru í ein- um flokki fyri seg, og tí eru tað bert innanhýsis dystir- nir millum hesi bæði lið, sum hava nakran serligan áhuga millum manna. Hini liðini standa als ikki vágs- kvinnum og klaksvíks- kvinnum mát, og í nógvum førum hevur talan verið um eyðmýkingar, tá ið okkurt av aftaru liðunum hevur spælt móti annaðhvørt VB ella Stjørnuni. Ein av orsøkunum til, at hesi bæði liðini eru so eina- ráðandi, er allarhelst tann, at feløgini VB og Stjørnan tykjast verða tey einastu, har nógv orka veruliga verður lagt í kvinnuliði. Hvørki VB ella Stjørnan eru umboðaði í bestu mans- deildini, og hetta sæst eisini aftur. Tað er tíverri mangan so, at leiðslurnar í feløgun- um velja at leggja størstu fíggjarligu orkuna í mans- liðini heldur enn kvinnu- liðini, og tað er óivað við til at gera munin á liðunum í kvinnudeildini so stóran. Í ár hevur kappingin ver- ið ógvuliga lítið spennandi, og í flestu førum vóru úr- slitini av dystunum greið frammanundan. Hetta hev- ur gjørt sítt til, at tað hevur verið sera lítil áhugi fyri kvinnukappingini í ár. Men leygardagin fara tey bæði bestu liðini á vøllin í Klaksvík, og tá ber til at síggja hondbólt, tá ið hann er bestur. Um dysturin bara verður helvtina so spenn- andi sum seinasta uppgerð- in millum hesi bæði feløg, tá ið liðini hittust í Vági í mars mánað, so er vist, at áskoðararnir fáa nakað fyri pengarnar. Hóast meistaraheitið at kalla er avgjørt, so er lítið at ivast í, at seinasti dysturin á árin- um fer at geva áskoðarunum valuta fyri pengarnar Liðskiparin hjá VB, Rannvá Augustinus- sen, væntar ikki, at talan verður um nak- an lættan dyst hjá VB í Klaksvík leygardagin VB Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt bendir á, at Rannvá Augustinussen leygardagin fyri fyrstu kann taka ímóti FM-steypinum í kvinnu- hondbólti. Kappingarárið í ár er fyrsta árið hjá henni sum liðskipari hjá VB, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið gott. - Vit ætla okkum at enda árið ordiligt við at vinna á Stjørnuni, men tað verður ikki lætt. Eg ivist ikki í, at tær ætla at vísa nakað, og vit kunnu vænta okkum ein truplan dyst, heldur VB- liðskiparin. Rannvá Augustinussen sigur, at hesar seinastu vik- urnar hevur kappingin verið sera lítið hugalig, tí dystir- nir hava einki havt upp á seg. - Tað hevur verið ræðuligt. Eingin hevur havt nakað at spælt fyri, og tað hevur virkað sum um, at dystirnir bara hava verið nakað, ið skuldi avgreiðast, sigur hon. Rannvá sigur, at vág- bingar væntandi fara mans- sterkir til Klaksvíkar leyg- ardagin at taka ímóti gull- inum, og hon ivast ikki í, at tað verður skipað fyri onkr- ari veitslu í Vági leygar- kvøldið. Dysturin móti Stjørnuni verður eisini sermerktur á tann hátt, at onkur spælari á VB-liðnum takkar fyri seg. - Arnleyð Hjelm hevur boðað frá, at hon fer at gev- ast. Eisini er greitt, at Aukse Vysniaskaite leygardagin spælir sín síðsta dyst fyri VB. Hon hevur leingi sagt, at heimlongsulin er so mik- ið stórur, at tá ið hetta kapp- ingarárið var av, kom hon ikki aftur til Føroya at spæla, greiðir Rannvá Aug- ustinussen frá. Sjálv býr Rannvá eisini í Havn, og tað er tí nærliggj- andi at spyrja, hvussu leingi hon fer at blíva við at ferðast suður í vikuskiftin- um at spæla dystir, ella um hon fer at skifta til eitt av feløgunum í meginøkinum. - Tað er strævið ikki at fáa vant regluliga saman við hinum, men eg vænti ikki, at eg fái loyvi til at skifta í okkurt annað felag, heldur Rannvá skemtandi fyri. Hon leggur afturat, at hóast tað mangan er troyttandi, so uppvigast tað av, at tá ið man spælir við VB, so veitst tú, at møguleikin fyri at vinna gull er góður. Rannvá Augustinussen, VB - Skulu vinna síðsta dystin Bára Skaale Klakstein, Stjørnan: - Hava vant miðvíst til dystin Ein av veteranunum hjá Stjørnuni er kviki vongspælarin Bára Skaale Klakstein. Hon sigur, at í Stjørnuni hava tær í fleiri vikur vant við dystinum móti VB fyri eyga. STJØRNAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hóast útlitini fyri at Stjørnan leygardagin kann endurvinna meist- araheitið, so sigur Bára Skaale Klakstein, at tær eru ógvuliga uppsettar til dystin móti VB. - Tað er einki at ivast í, at vit gleðu okkum til dystin móti VB. Vit vilja fegnar enda árið við maner, og tað skal gerast við at vinna á VB, hóast tað neyvan fer at røkka til FM, sigur Bára. Hon greiður frá, at sein- astu 12 árini hava føroya- meistararnir í kvinnu- hondbólti vunnið seinasta dystin á árinum, men tann gongdin skal steðgast í ár. Stjørnan hevur allar sínar leikarar klárar til dystin móti vágskvinn- um, og hóast kappingin av álvara er dovnað sein- astu vikurnar, so sigur Bára, at hetta ikki hevur sæst aftur undir venjing hjá Stjørnuni. - Vit hava vant sum van- ligt allatíðina, og upp- møtingin til venjingarnar hevur verið góð. Vit hava vant við dystinum móti VB fyri eyga, og vit ætla okkum at prógva leygar- dagin, at vit eru líka góðar sum tær, sigur Bára Skaale Klakstein. Spurd um uppbakning- urin hjá Stjørnuni er tann sami, nú fótbólturin er farin í gongd, sigur Bára: - Tað sæst týðuligani aft- ur í høllini, at fótbólturin er byrjaður aftur, serliga um veðrið er gott. Men eg ivist ikki í, at tað verða nógvir klaksvíkingar til dystin hjá okkum leygar- dagin, millum annað tí at KÍ ikki spælir fyrr enn sunnudagin, og so plaga dystirnir millum Stjørn- una og VB eisini at verða rættuliga góðir og spenn- andi, sigur Bára Skaale Klakstein.