Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 27 Kvennakór Kópavágs var á vitjan í Klaksvík síðsta sunnudag Kórið er ungt, bert trý ár og er hetta fyrista ferðin uttan- lands hjá kórinum. Tær sungu í Christianskirkjuni sunnudagin kl 16.00, har heilt væl av fólki hevði leita sær til at lurta. Kvennakór Kópavogs sungu fjølbroytt úrval, bæði innan kirku- fostur- lands- og popsang. Løg frá Íslandi, Korea, Mexico, Ruslandi og eisini Beatles, Paul Simon, og Andrew Lloyd Wedder høvdu smíð- að tónleikin til tað breiða úrvalið, sum tær 32 damur- nar sungur sera hegnisliga. Kvøða til Klaksíkar eftir Bernhard Brim við lag eftir Sigfús Halldórsson sungu tær eisini - Tí vildi tær eftir konsertina eisini fáa at vita: "hvar er Oyrafjall"?? Tær megnaðu væl sang- in, so ymiskur hann var. Við á ferðini vórur tær út- búnar sangarinnur: Sig- ríður Sif Sævarsdíottir, sopran og Inga Sæmunds- dóttir, alt. Kópavogur er sum kunn- ugt vinarbýur Klaksvíkar, og stóð ferðin annars eisini í hesum ljósinum. Tær fingu gávu frá býráðnum umframt sjálvandi Klask- víks-nálina. Tað vóru enn fleiri vinarbond knýtt og enn fleiri teldupostadressur komu á yvirlitið. Talan var um fjølbroytt úrval, tá Kvennakós Kópavágs vitjaði í Klaksvík Lesið -so eru tit við!