fríggjadagur 29. apríl 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 81 - 30. apríl 2005
Klassikarin:
The Catcher
in the Rye
J.D. Salinger, The cather in the Rye, 1951
Umsett Klaus Rifbjerg, Griberen i rugen,
Gyldendal, 2004
Tað vóru sera deildar meiningar
um avrikið, tá Klaus Rifbjerg í
heyst sendi eina nýggja umseting
av amerikanska klassikaranum
The Catcher in the Rye eftir J.D.
Salinger á bókamarknaðin.
Onkur helt nýggju umsetingina
vera eitt satt fornermilsi móti
bæði Salinger og fyrru donsku
útgávuni, Forbandede Ungdom.
Onnur fegnaðust um, at søgan
hjá Salinger um Holden Caul-
field eisini á donskum nú um-
síðir hevði fingið ta røddina, ið
tók lesarar og ummælarar á bóli,
fyrstu ferð bókin kom út í 1951.
Í nýggju umsetingini er upp-
runaliga heitið umsett beinleiðis
úr enskum til Griberen i rugen,
umframt at Rifbjerg hevur broytt
málburðin nakað, so hann í
ávísum førum mest líkist eini
blanding av ’50ara og modernað-
um ungdómsslang. Eitt áhuga-
vert val, sum ger kreppurakta
Holden bæði tíðarbundan og -
leysan, meðan hann enn einaferð
bannar og svørjir seg gjøgnum
søguna sum ein heilur ungdóms-
uppreistur, ið er farin í hernað
móti øllum tí falska her í verðini.
The Catcher in the Rye var
mest sum kravdur lesnaður á
miðnámsútbúgvingum í síni tíð,
og tað hevði onki gjørt, um hon
framvegis er tað. Áhugavert
kundi tað jú eisini verið at gruna
yvir, hvussu nógv skaldslig
góðska í grundini telur í mun til
kenslur í kjakinum um ein
nýggja umseting av einum
gomlum klassikara.
ave
Viðmæli:
Ikki fyri sartar sálir
Ingrid Bjarnastein
Melissa Panarello,
Cento colpi di spazzola prima di andare
a dormire
Umsett Grethe Bonde,
100 tag med hårbørsten før sengetid,
Forlaget Ries, 2003.
100 tag med hårbørsten før
sengetid er skrivað í dagbóka-
formi, og ungi italienski rit-
høvundurin er bert 14 ára gomul,
tá hon byrjar at skriva. Og
kanska hetta er tað mest merkis-
verda, tí bókin snýr seg um,
hvussu tann unga gentan lærir
sín kropp, sín hug og sín
seksualitet at kenna. Bókin hevur
verið slóðbrótandi í stranga
katólska samfelagnum í Italia.
Eitt nú hevur verið nevnt fleiri
ferðir, at gentan sat í garaguni og
skrivaði hana, tí foreldrini vildu
ikki hava eina teldu inn í húsið.
Ósmæðið fortelur hon um
eyðmýkingar, fragdir, lystir,
royndir, og um hvussu hon
veksur frá at vera ein óvitandi,
keddur tannáringur til eina unga
og kanska enntá glaða kvinnu.
Um ein er eitt sindur sartur, er
helst best at lata bókina verða
standandi á hillini í bókhandl-
inum. Tað verður nevniliga ikki
spart uppá tær erotisku hend-
ingarnar, sum til tíðir kunnu
gerast grovar, ótespiligar og
smakleysar.
Avgjørt ein ungdómsbók í
betra endanum, sum fangar frá
fyrstu síðu. Men hon er avgjørt
bert fyri tey, ið kunnu tola tað.
Heil fitt av ungdómi hevur
sína dagligu gongd á
Klaksvíkar Bókasavni. Tey
flestu koma at lána eina av
mongu fantasibókunum,
meðan onnur heldur hava
hug at sita og telva ella
surfa á netinum eina løtu.
Men eisini tey hava sum
oftast eina bók við sær
heimaftur
Ungu lánararnir á Klaksvíkar
Bókasavni ríða framvegis við á
Harry Potter og fantasibylgjuni.
Hví júst hetta slagið av bókum er
vorðið so væl umtókt millum tey
ungu, er ilt at siga, heldur Oyvør
Dam Lassen, bókavørður, men
uttan iva hongur tað saman við
nógvu reklamuni, hesar bøkurnar
fáa allastaðni.
– Eg haldi ikki, at hesar
fantasibøkurnar eru so skaðiligar
fyri børnini og tey ungu, sum
onkur vil vera við. Uppá ein
máta eru tær nokk bara eitt nýtt
slag av ævintýrum, sum børn og
ung jú altíð hava lisið, sigur
Oyvør, sum heldur tað vera
hugaligt, at tey ungu spyrja
serliga nógv eftir teimum før-
oysku týðingunum, tí tað gevur
teimum uttan iva hug at lesa
aðrar føroyskar bøkur eisini. Til
dømis eru bøkurnar hjá Jógvani
Isaksen, Teir horvnu kirkjubø-
stólarnir og Brennivargurin
millum tær best umtóktu í løtuni.
Av teimum føroysku týðingunum
er trýverkið, Myrkursins frum-
evni, hjá Philp Pullman eisini
serliga nógv eftirspurt millum
ungu lánararnar og so sjálvandi
eisini bøkurnar um Harry Potter.
– Tað ávirkar eisini rættiliga
nógv lánihugin hjá teimum ungu,
tá ein bók verður lisin í útvarp-
inum. Beint nú spyrja tey nógv
eftir Skattaoyggin, og bøkurnar
um Tsatsiki eru framvegis mill-
um tær mest útlæntu bøkur-nar
til ung, sigur Oyvør. Hon leggur
afturat, at tey flestu dáma eisini
væl at sita og blaða í ungdóms-
bløðunum, eitt nú "Vi unge",
"Wendy" og heilsublaðnum
"Ung" ella at lána onkrar av
teimum mongu teknirøðinum
heim við. Teknirøðirnar hava
nevniliga altíð verið serliga væl
umtóktar, og onki bendir á, at
tær fara av móta í bræði.
ave
Til unga lesaran hevur Bókadeild
Føroya Lærarafelags júst útgivið
bókina Seturskúlin.. Skrivað
bókina hevur Moni Nilsson-
Brännström, og Bergur Rasmus-
sen hevur týtt úr svenskum.
Flestu kenna bøkurnar hjá henni
um Tsatsiki, sum Bókadeilin
eisini hevur givið út, og sum
verða nógv lisnar hjá okkum.
Hendan er ikki minni áhugaverd.
Hon snýr seg um eina skúla-
flokk, sum fer á seturskúla, har
tey búgva á vallaraheimi, og
upplivilsini, tey verða fyri, eru
mong og sera hjartanemandi.
Høvuðsforteljarin í bókini er
Malan, sum skrivar dagbók. Hon
er eygleiðarin, sum sær alt frá í
erva, men øll hini í flokkinum
sleppa at siga sína søgu, so
hendingarnar á seturskúlanum
verða sagdar frá 21 ymiskum
sjónarhornum. Og tað er líka so
ørkymlandi, sum veruleikin
mangan er, tá ið tú ert ung.
Seturskúlin er 133 bl.s. og
kostar 140 kr.
Ungu lesararnir
Bókatíðindi:
21 sjónarhorn
Tær tríggjar Oyvør Dam Lassen, bókavørður, Hallgerð Færø og Árna Maria Fossdalsá, sum dagliga starvast á
Klaksvíkar bókasavni, halda tað vera hugaliga at so nógv ung dagliga støkka inn á gólvið