Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2005 33 Leygardagin, 5. mai, skipar Skála Ítróttar- felag fyri stórfingnari fólkatónleikarakonser t í ítróttarhøllini á Skála við trimum væl kendum og væl um- tóktum fólkatónleik- arum KONSERT tíðindaskriv Seinastu árini hevur Skála Ítróttarfelag fleiri ferðir skipað fyri forkunnugum tónleikatiltøkum. Skipað var fyri stórum dansitil- tøkum við borðhaldi tá norsku dansibólkarnir Scandinavia og Sakarina vóru á vitjan, og seinni rúnarbundu Jens Lisberg, dótturin Kristel og frálíka góðir føroyskir tónleikarar gestirnar, tá tey framførdu fyri fullsettum sali í ítrótt- arhøllini á Skála. Fyrst í næsta mánað roynir Skála Ítróttarfelag seg so aftur við einum for- kunnugum tónleikatiltaki. Hesaferð er tað fólkatón- leikararnir sum sleppa at vísa síni kynstur, men úr- valið vísir, at tað enn einaferð eru væl um tókt fólk sum fara á pallin á Skála. Teir tríggir fólkatónleik- ararnir eru nevniliga ikki hvør sum helst. Okkara egnu fólk, Eivør Pálsdóttir og Stanley Samuelsen, eru bæði væl kend og væl dámd her heima, og klára seg eisini væl úti í heimi. Triði tónleikarin, sum fer á pallin á Skála fyrst í mai mánað, er íslendingurin, Bubbi Mortens. Hann telist millum allarfremstu ís- lendsku tónleikararnar og er eisini ógvuliga væl um- tóktur í grannalondunum. At hann so samstundis er mest seljandi íslendski sangarin nakrantíð prógvar bara, at hann er ein góður tónleikari. Tað er fyrstu ferð, at tey trý fara á pallin saman og hvør veit, um tey ikki finna upp á okkurt spennandi saman. Forsølan av atgongu- merkjum byrjaði mána- dagin 11. apríl. Portal.fo segði týskvøldið frá, at Blue Foundation er fyrsta almenna útlendska navnið á G! Festivalinum í ár. Bólkurin er ikki so kendur í Føroyum enn. Men í Danmark er bólkurin veruliga farin at gera um seg. Blue Foundation eru tríggir danir, eini japanari og ein englendari. Bólkurin spælir sveimandi elektron- iskan tónleik, sum brýtur mørk millum tónlistarligar heimar. Tey ferðast í jassi, hip hop og elektroniskum tónleiki, og sameina alt í sínum egna ljóði. Bólkurin hevur givið tvær fløgur út, og er í løtuni í upptøkuhøli og tekur enn eina fløgu upp. Seinna fløgan hjá bólkinum »Sweep of Days« fekk nógv rós av ummælarun- um, og bólkurin hevur vunnið tvær danskar virð- islønir fyri fløguna. Fløgan hevur ligið á top 100 sølulistanum í Danmark í longur enn eitt ár, og fyri stuttum fekk bólkurin eina gullfløgu fyri søluna. Stóra hittið er lagið »As I move on« sum hevur verið nógv at hoyrt í donskum útvarpi. Bólkurin er: Kirstine Stubbe Teglbjærg (rødd), Tobias Wilner (beats, forritan, ljómborð, syntheseisara, gittar, bass, melodika og scratch), Bo Rande (trompet, flygerhorn, trombon, ljómborð, melodika, bass og rødd), Tatsuki Oshima (DJ) MC Jabber (Rødd). Kelda: gaffa.dk C>OQBIA> CVOFIÀDMO’P 4+555)* >prpKlqb_llh>0IC^oqbia^ .2+.UD>*@bi*J03-.+1D*2./J?*1-D?*TI>K*d*UMEljb*5*ASA(@AOT@lj_l*1`biipIf*Flk?^qq^oÒ >prpdbosborifd^s^oqsføpbdsføebpfpbo^_ÒiÒdrc^oqbiarkf^s>0I*pbofrkf+Qbia^kebsrobfk.2QCQphboj)Fkqbi@bibolkJ@MR)ASAld@AOTaobs+Sfd^o_boq/)5hdÒolhk^øaobs+Sboøroi^qfksføTfkaltpUMEljbmobfkkpq^iibo^øldob`lsbov@A+ Qˆope^skëHi^hpsÒhëP^iq^kd^oÁëJføsÁdroëP^karoëQs∞olvof Qbi0-0-1- Eivør, Stanley og Bubbi á Skála Saman við føroysku Stanley Samuelsen og Eivør Pálsdóttir fer íslendski Bubbi Mortens á pall á Skála annað vikuskifti Blue Foundation