fríggjadagur 29. apríl 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
33
Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Róligur, pligtuppfyllandi,
og metro.
Hvat orð ella hvønn setning nýtir
tú oftast:
Ja nemlig, ja!
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum
kyninum?
Heildini. Tað nyttar lítið at
hava eini flott hús, um tey
eru tóm innan.
Hvussu langa tíð nýtir tú at gera
teg kláran um morgunin?
300 sekund.
Hvat stressar teg?
Tað irriteraðar meg, at fólk
halda tað vera smart at
koyra 70 km/t úr
Kaldbaksbergholinum til
Havnar um morgnarnar.
Hvat gleðir teg?
Góðir vinir gleða meg.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá eg skar leyk niður
nakað herfyri.
Nær smakkaði tú tær seinast á,
ella vart í vertskapi?
Um poker er vertsskapur,
so var tað í vikuni.
Hvat var seinasta ynski, sum tú
fekst uppfylt?
At eg fekk feriu áðrenn 1.
mai.
Hvat er besta uppfinning og hví?
Ravmagn. Tí.
Hvat hevur tú í lummunum beint
nú?
531 krónur.
Títt besta heimaráð?
Lat konufólkið taka sær av
vasking og avrudding, tí
tað duga tær best.
Dagfinn Olsen • 26 ár • Krambakallur og fótbóltsdómari