fríggjadagur 29. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 80 - 29. apríl 2005
Prix Føroyar kapp-
ingin hevur givið
úrslit í Íslandi, har
føroyskur tónleikur
hevur verið í loft-
miðlum alla vikuna
og bløðini hava skriv-
að um føroyskan
tónleik
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Síðstu mongu dagarnar
hevur føroyskur tónleikur
verið at hoyrt í íslendska
ríkisútvarpinum og Rás 2.
Dag eftir dag hevur verið
soleiðis
og
somuleiðis
hevur Morgunblaðið dag-
liga havt okkurt um før-
oyskan tónleik.
Alt er orsakað av Prix
Føroyar tiltakinum.
Íslendingar vilja fegnir
frætta um tær í Íslandi so
væl kendu stjørnurnar, ikki
minst Eivør, Týr , 200,
Makrel, Høgna Lisberg og
fleiri.
Í Íslandi fegnast tey um
professionalismuna
í
tiltakinum AME, har tøknin
riggaði til UG í Norður-
landahúsinum.
- Í Íslandi eru vit von við,
at alt verður gjørt í síðstu
løtu, eisini tøknin, og so
riggar sjálvandi ikki altíð
so væl, sigur Jens Guð,
heimildarmaður okkara í
Íslandi.
Fyri fáum árum síðani
kendu íslendingar nærum
onki til føroyskan tónleik
og Prix, men í dag er øðr-
vísi og tey flestu kenna
føroyskar tónleikarar, Prix
og AME, ið eru tiltøk, ið
fáa stóra rúmd í íslendskum
miðlum.
Síðstu fimm vikurnar
hevur Eivør Pálsdóttir havt
báðar sínar síðstu fløgur á
topp 30 listanum í Íslandi.
Vanligt er ikki, at sami tón-
leikari hevur tvær fløgur á
topp 30 samstundis. Og als
ikki í heilar fimm vikur.
- Men hetta prógvar,
hvussu stórt navn hon í
veruleikanum er í Íslandi,
metir Jens Guð.
Prix Føroyar ávirkar Ísland
Nú ferð Kunningarstovan
í Vági attaka fasta táttin
við gonguferðum einaferð
um vikuna, uppaftur.
Hetta var ein táttur, sum
Kunningarstovan
fór
undir í fjør og tað fekk so
mikið stóra undirtøku, at
tiltakið verður tikið upp
aftur í summar
Gonguferðirnar verða
hvørt
mikukvøld
og
hvørja ferð skal gongu-
fólkið hittast við Gamla
Skúla kl. 19.
Fyrsti túrurin miku-
kvøldið og tá gekk leiðin
vestur á Eiðið.
– So ert tú ein av teim-
um, sum hevur hug at
njóta ein gongutúr saman
við øðrum, er tað nú at
"farið verður at tuska í
Vági", sum Kunningar-
stovan í Vági kallar til-
takið.
Kunningarstovan
í Vági flytir
Annars er ætlanin at
Kunningarstovan í Vági
skal flyta í næstum.
Higartil hevur Kunn-
ingarstovan hildið til í
Gamla Skúla, men gong-
ur sum ætlað, flytir hon í
næstu viku í somu høli,
sum býráðsskrivstovan í
Vági er í. Men telefonir-
nar eru tær somu.
Nú verður aftur farið
at tuska í Vági
Úrslitið hjá Kaup-
thing Bank hf. fyri 1.
ársfjórðingi av 2005
var 1.050 milliónir
DKK.
ROKNSKAPUR
tíðindaskriv
Rentingin av eginpeningin-
um var 33,2% í mun til
29,3% fyri 1. ársfjórðingi
av 2004.
Fíggjarinntøkurnar vóru
2.062 milliónir DKK - ein
hækking á 126,5% í mun til
somu tíð síðsta ár. 62% av
hesum inntøkum stava nú
frá rakstri uttanfyri Ísland.
Rakstrarútreiðslurnar
hækkaðu tó somuleiðis.
Hesar vóru 625 milliónir
DKK - ein hækking á 33%.
Fíggjarjavnin er nú 158
milliardir DKK, harav lán
til kundar eru 112 milli-
ardir DKK. Eginpeningurin
er 16 milliardir DKK og
solvensurin hjá bankanum
er 14,4%.
Yvir milliardina í yvirskoti
Efitr Prix Føroyar og AME hevur
føroyskur tónleikur verið í fokus hjá
grannum okkara í Íslandi