fríggjadagur 29. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 81 - 30. apríl 2005
VANGAMYND
Týtt hevur Torbjørn Jacobsen
Hóast tað onkursvegna kann
tykjast skaldsøgukent, so er tað
ein sannroynd, at fyrsti ferilin av
hugi fyri myndatøku, hjá Alberto
Korda, var vaktur av einum so
natúrligum fyribrigdi sum kær-
leika. Hann var 16 ella 17 ára
gamal tá ið hann gjørdist for-
liptur í Yolanda, eini gentu úr
sama býarpartinum í Havanna
harið hann varð borin í heim, 14.
september 1928, og harið tey
bæði vuksu upp saman.
Í fyrstuni lænti hann mynda-
tólið frá pápanum, eitt Kodak 35,
og vanliga var tað Yolanda, ið sat
sum modell, tá ið avtakast
skuldi. Hon var hansara fyrsti
kærleiki og samstundis hansara
fyrsta modell, sum myndamaður.
Tey ferðaðust víða í hesum
heimskenda býi, og hann leiddi
hana til øll tey kendu støðini, har
ið hann tók myndir, so sum á
Malecón-promenaduni, á Bosque
og í urtagarðinum kring Nacio-
nal gistingarhúsið. Myndirnar av
Yolandu gjørdust til endans so
nógvar, at tær fyltu uppí eina
heila myndabók, ið einans var
halgað henni. Hóast hann tá ikki
hevði varnast tað, so var tað
longu týðuligt hvaðar hugurin,
ella yrkisleiðin gekk. Tað var
ikki bara sjálv myndatøkan, ið
hevði hansara áhuga, men eisini
alt tað, sum annars hekk uppi í
og við henni. Tað var hetta sum
gjørdi hann so kendan seinast í
fimtiárunum: Skapanin og aftur
skapanin av modellum.
Tað var sjónligt, at tað var
meiri enn myndatøkan, sum so,
ið roytti í sálina hjá hesum unga
manninum Alberto Diaz, seinri
kendur um allan heim undir
navninum Korda. M.a. ein
óbendiligur dráttur at sjálvari
myndini. Hetta var sjálvandi
eisini orsøkin til hansara vana,
ella óvana hevði onkur sagt, at
savna og goyma lýsingar úr
ymiskum myndabløðum. Eygu
hansara vóru drigin ímóti tí, sum
hann helt vera vakurt. Og tað var
líkamikið um lýsingin var fyri
amerikanskar bilar ella franska
parfumo, hann klipti alt út og
savnaði tað upp í sínar vaksandi
myndagoymslur.
Hóast sín unga aldur, var hann
ógvuliga hugaður fyri at finna
sær eitthvørt fyri hendurnar, og
umframt at hann var hugagóður,
so komst hetta eisini av tí, at
hann onga fíggjarliga hjálp vildu
hava frá foreldrunum. Pápin
arbeiddi hjá einum jarnbreyta-
felag og mamman var vanlig
húsmóðir. So hissini arbeiddi
hann sum sølumaður fyri eina
verksmiðju, ið framleiddi sápu,
sum roknskaparhjálpari á eini
konfektverksmiðju, sum gøtu-
seljari harið hann seldi bíligar
gimsteinar og prýðislutir og sum
sølumaður fyri eina medisinska
serumroyndarstovu og ditto fyri
Remington Rand skrivimaskinur
og roknimaskinur annars.
Sjálvt um hetta vóru trongar
tíðir, fíggjarliga, so var tað um
hetta mundi, at hann keypti sítt
fyrsta myndatól, - í eini veðbúð.
Dagligani ferðaðist hann íkring
við myndatólinum í skjalamapp-
uni, harið tað lá, saman við
rakstrarbløðum og serumroynd-
um, og tá var tað, at hann rætti-
liga fór undir at taka myndir av
øllum tí, sum serliga gjørdi
honum mun. Sum hann sjálvur
tók til: “Onkursvegna tóktist tað,
sum varð eg eggjaður til hetta av
sosiala órættvísinum, sum tá var
í hesum landinum.”
Soleiðis kom hann at taka
myndir av einum lutaseðlaselj-
ara, av eini 4 ella 5 ára gamlari
smágentu, ið longsulsfull stóð og
hugdi at urum, gimsteinum og
øðrum ríkmannalutum í sølu-
glugganum í fremstu gimsteina-
krambúðini í Havanna ella av
eini mammu, við trimum børn-
um, ið lá og svav í eini upp-
gongd, tíðindabløð vóru hennara
og teirra rekkjuváðir, ella hin
gentan við teimum stóru vøkru
eygunum, ið sat og ruraði einum
viðabuli ístaðin fyri eini dukku,
sum hon ongantíð fekk fíggjar-
ligar møguleikar at hjúkla fyri.
Seinri spurdi hann mangan seg
sjálvan, hví og til hvørs endamál,
hann mundi taka hesar myndir-
nar. Hann var jú ikki tíðinda-
maður, og ongin ynskti at keypa
tær heldur. Svarið var bara, at
hann ynskti júst hesar myndirnar,
og tí vórðu tær tiknar.
Nógvir ymiskir faktorar høvdu
tað við sær, at myndatøka ikki
bara gjørdist hansara arbeiði,
men eisini hansara lagna, -
onkursvegna. Hann varð kring-
settur av fotografering. Um hetta
mótið hitti hann Mario Naranjo,
ið var best kendi barnafoto-
grafurin í Havanna um hetta
mundið. Tað var Naranjo, sum
varnaðist góðu evnini hjá Korda,
og hann beyð honum at arbeiða í
atelieri sínum, eitt tað fyrsta av
sínum slagi í Kuba har ið teir
m.a. gjørdu myndafresko´ir. Har
hitti hann eisini hin kenda
Newton Estapa. Og tað var
ímeðan hann eygleiddi hendan
seinra, at hann veruliga lærdi at
brúka eitt myndatól, soleiðis sum
ein yrkisfotografur eigur at gera
tað.
Tað hendi tíðum, at Luis
Pierce Vier vitjaði í atelierinum.
Teir gjørdust vinmenn og seinri
partnarar í einum atelieri, sum
teir skipaðu saman í fimtiárun-
um. Hvørki hetta navnið ella
Alberto Diaz verður brúkt um
teir longur, av tí at teir fóru undir
at nýta hjánavnið Korda, eftir
ungarska filmsleikstjóranum í
Zoltan og Alexander.
Alberto varð síðani bara kend-
ur sum Korda (sum eisini líkist
orðinum Kodak, og soleiðis varð
hann á ein hátt bundin at mynda-
alheiminum) ímeðan Luis, sum
við sínum eyðkenda hvíta
skeggi, mest álíkur Hemming-
way, var kendur sum gamli
Korda.
Tað gekk ikki long tíð, minni
enn tvey ár, so var hetta nýggja
atelierið gitið fyri at húsa teim-
um vakrastu gentunum í
Havanna. Tær sótu ella stóðu,
sum modellir hjá Alberto. Ein av
teimum æt Norka. Hon hevði
eina øgiliga atdráttarmegi og bar
seg sjálva við slíkari elegansu, at
tað endaði við, at hon og mynda-
takarin gingu saman í hjúnalag.
Korda nýtti nakrar av myndun-
um sum satsupprit til lýsingar-
agentarnar, ið sjálvandi ynsktu at
keypa tær. Hann var hin fyrsti
persónurin, ið tók myndir av
kubanskum móta, borin av
kubanskum modellum. Eyð-
kennið hansara varð, at hann
altíð nýtti tað natúrliga ljósið.
Myndirnar vórðu brúktar í
vikubløðum, og hetta gjørdi, at
teir fingu fíggjarligan vind í
seglini. Teirra nøvn vórðu viður-
kend, menninir somuleiðis, teir
høvdu longu kjølfest seg, sum
teir alrabestu mótafotografarnir á
oynni.
Eins og flestu kubanar annars,
gjørdist Korda ein partur av
sigursrúsinum, tá ið kollveltingin
sigraði á hermegini hjá eina-
ræðisharranum Fuelgencio
Batista, hin 01. Januar 1959.
Gøturnar gjørdust bæði mið-
deplar og keldur í søguni, eisini í
frásøguni, sum so ógvusliga og
radikalt broytti lívið og daglig-
dagin hjá øllum kubanum. Ímill-
um myndamenninar, sum fyri
ævina skjalfestu hesa sermerktu
hending, var Korda, ið lat sínar
myndir til ymsi tíðarrit, kanska
serliga til blaðið Revolución, har
ið eg tá var blaðstjóri. Onkrar av
hansara mest týðandi myndum
og royndum vórðu endurfram-
leiddar í djúpprents-prosessini
hjá blaðnum. Og tað var her at
Korda og eg hittust aftur, eftir at
vit ikki høvdu hitst í eini 20 ár,
tað mundi ikki vera síðani 1942,
minnist meg rætt, tá ið vit báðir
gingu í einum protestantiskum
fólkaskúla í Havanna.
Heilt frá byrjanini var Korda
maðurin, sum tók myndirnar, tá
ið Fidel Castro ferðaðist kring
um á oynni, og eisini tá ið hann
hitti týðandi personasjur sum
Ernest Hemmingway og Jean
Paul Sartre m.a. og harumframt
tá ið hann vitjaði uttanlands í
Venezuela, U.S.A, Sovjetsam-
veldinum og í øðrum londum.
Tá ið hann avmyndaði koll-
veltingina og Fidel, Che og aðrar
oddamenn, ið vóru ungir og
dragandi um hesa tíðina, brúkti
hann somu hugsjón og somu
tøkni, sum tá ið hann avtók
mótamyndirnar av kvinnunum í
Havanna. Serliga eyðkenni var
hetta natúrliga ljósið, ið gjørdist
fundamentala sermerkið í
karrieru hansara, heilt til endans.
Korda játtaði, at eitt stríð fór
fram innaní honum, ímillum
hesar báðar áhugarnar, mynda-
tøku av sosialum fyribrigdum og
fotografering av mótafyribrigd-
um, og hann legði dent á, at
markið harímillum var egghvast.
Hansara hetja, í yrkinum, um
hetta mundið, var Raúl Corrales.
Hann virdi Corrales somikið, at
hann í longri tíð granskaði
myndir hansara. Og tað var einki
hann heldur vildi, enn at nýtt
somu tøkni og sama stíl sum
hann, men tíðin og arbeiðið
loyvdu hesum ongantíð. Teir
báðir hittust tó í januar mánaða
1959 og gjørdust eftir tað pro-
fessionellir samstarvsmenn og
vinmenn.
Kubanska kollveltingin varð
Alberto Korda
Maðurin handan myndina
1928-2001
Tað vóru kanska tey fægstu, ið løgdu tað til merkis, men fyri sløkum fýra árum síðani
andaðist kendi kubanski myndatakarin Alberto Diaz Gutiérrez, vanliga nevndur Alberto
Korda. Táið hann fór úr sínum foldarlívi, var hann staddur í París, og var blivin 72 ára
gamal. Kubanar jarðaðu hann í Havanna 29. mai 2001. Teimum flestu man hetta navnið
vera ókent, men siga vit, at tað var hann, sum tók hina kendu myndina av gitna
guerillamanninum Ernesto Che Guevara, ið varð seld í millióna eintøkum um allan
heim, so munna tað vera fleiri ið komast við mannin. Ódeyðiliga myndin hevur eisini
gjørt kenda fotografin ódeyðiligan. Eftir eitt slakari tíðarskeið, í áttati og níti-árunum, er
gitna plakatin nú aftur at síggja allastaðni. Tú fær valla farið inn í eina klæðnakrambúð í
europeiskum metropolum ídag, uttan so, at tú sær eina T-skjúrtu, harið melankolsku
eyguni á stóra byltingarmanninum stara út í alheimin. Lakoniskt kanst tú siga, at tað er
eitt paradoks, at hesin ungi kommunisturin nú aftur er vorðin heit søluvøra í
kapitalistiska heiminum. Og spurningurin er eisini um honum hevði dámt tað? Jaime
Sarusky, sum eisini er kubani, hevur skriva hesa greinina til eina bók við myndum hjá
Korda. Greinin er leystliga týdd úr enskum.