fríggjadagur 29. apríl 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2005
35
Mikumorgun 4. mei
klokkan 08.00 letur
handilin Hiti upp í
Stoffalág í Tórshavn.
Tríggir garvaðir VHS-
menn eiga og reka
handilin
NÝGGJUR HANDIL
tíðndaskriv
Vanligi privatkundin fer nú
at kenna fløvan av einum
nýggjum handli. Aðalenda-
málið hjá hesum handlin-
um er tænasta í sambandi
við rør, hita og sanitet til
sethús. Hugnaligi handilin,
ið eitur Hiti, heldur til í
Stoffalág, har ið PE-kolo-
nial var seinastu árini. Sjálv
handilshølini eru okkurt
um 100 fermetrar til stødd-
ar, og goymsluflatin er á
leið eins stórur.
Menninir,
sum
hava
stovnað og fara at reka
handilin, eru Áki Morten-
sen, sum er stjóri, og Jákup
Hanusson og Suni Daniel-
sen. Allir tríggir hava dygg-
ar royndir í yrkinum. Áki
og Jákup hava lært til og
starvast sum VHS-kram-
búðarkallar í mong ár, og
Suni er maskinsmiður við
serligum kunnleika til rør-
arbeiði.
Stovnararnir eru á einum
máli um, at tørvurin á nøkt-
andi tænastu til privatkund-
an er stórur. Saman hava
teir tí í serligan mun sett
sær fyri at veita vanligum
fólki tænastu, ið er grundað
á holla vitan. Hiti fer at
bjóða seg at veita tilfar til
hita og sanitet í sethúsum
og gera smærri umvæl-ing-
ar. Eisini fer Hiti at bjóða
sethúsaeigarum at leggja
hitan og gera annað arbeiði,
sum er knýtt at hesum.
Vøruúrvalið í Hita er
merkt av, at tað er privat-
kundin, ið er raðfestur
fremst. Á goymslu eru øll
vanlig koparrør, tilhoyr til
rør og nógv ymiskt innbúgv
til baðirúm; millum annað
nøkur góð gosbað, ið verða
seld fyri serliga lágan prís í
sambandi við upplatingina.
Harumframt hevur Hiti
stórt úrval av kranum. Í
handlinum er øll vøran
skipað soleiðis, at kundin
lættliga finnur tað, honum
tørvar.
Mikudagin eru øll væl-
komin inn á gólvið í Hita.
Børnini fáa ballónir og Pop
Top, og tey eldru ein kaffi-
munn og okkurt styrkjandi.
Hendan fyrsta dagin verður
opið til klokkan 18. Vanliga
verður Hiti opin gerandis-
dagar ímillum 08.00 og
17.00 og leygardagar frá
klokkan 09.00 til 12.00.
Hiti í Havn
Seinastu tíðina hava teir hjá Hita baksast við at gera handilshølini klár til móttøkuna
Mynd: Finnur Justinussen