fríggjadagur 29. apríl 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
35
gjørd kend ígjøgnum myndina,
byltingin gav myndatøku eina
søguliga dimensión, ið lá væl
hægri enn tað virðið, ið myndin
hevði havt í vanligum tíðinda-
flutningi. Fotografering í Kuba
gjørdist ongantíð aftur hin sama.
Her byrjaði ein nýggj tíð í eini
nýggjari listagrein í Kuba.
Onkrar av myndunum hjá Korda
og øðrum fotografum umboða
søguligar løtur og gjørdust eitt
slag av ímyndum. Hugsa bara
um myndina av Fidel, har ið
hann stendir uppi á einum
heyggi, í olivengrøna herbún-
anum, ryggsekkurin og riflan
hanga um herðar hansara, hann
lítur út í fjarleikan. Tá ið koll-
veltingin hevði sínar minni góðu
løtur, varð hendan myndin nýtt
við myndatekstinum “Coman-
dante en Jefe, Ordene”. Hon
varð brúkt á gøtuuppsløgum, á
húsaveggjum, í bløðum og tíðar-
ritum, og hevði eina merkiliga
megi, ið kundi fáa ógvuliga
ymiskar sinnisrørslur fram í
hyggjaranum, ið onkursvegna
kom víðari úr mótstreyminum og
dagliga stríðnum, tá ið hann
ígjøgnum myndina varð sann-
førdur um at hann var partur av
eini sera søguligari tíð.
Eitt dømi um eina serstaka
mynd hjá Korda, er hon av
traðarmanninum, sum klívur upp
í ein lyktapela, einaferð tá ið ein
av hesum stórfundunum eru á
Plaza de la Revolución. Hetta
ger hann líka lættliga, sum at
klúgva upp í eitt pálmatræ.
Traðarmaðurin á tindinum
gjørdist eisini ein ímynd. Ímynd-
in av avtøku av allari tíð. Hann
er tað farna, tað verðandi og tað
komandi. Kringsettur av einum
havi av lagsbrøðrum, partar av
søguliga glaðustrokinum. Tað
gjørdi einki um Korda nevndi
myndina “El Quijote de la
Farola” ella “Lyktapela Quijote”
Ein annar stórur myndamaður
frá hesi serligu tíðini, áðurnevndi
Raúl Carrales, segði einaferð
uttan brá av stórlæti:
“Søgan um kollveltingina kann
verða skrivað av einum ella fyri
tann skuld av milliónum av
menniskjum, men hon kann ikki
lýsast, verður ikki farið aftur til
Korda, Corrales og aðrar mynda-
tøkumenn, ið vóru á staðnum við
myndatólinum, tá ið hetta alt
hendi í veruleikanum.”
Tá ið Korda varð spurdur um
hann hevði ein varhuga av, at
myndirnar av Fidel, Camilo
Cienfuegos o.ø. skuldu gerast
besta og gitnasta lýsingin av
hendingunum, tá ið tær veruliga
hendu, svaraði hann vinarliga, at
tað hevði hann ongantíð hugsa
um, hesin møguleikin var als
ikki komin honum til hugs.
“Kanst tú siga tað sama um
hina serliga gitnu myndina av
Che Guevara, sum varð tikin hin
5. mars 1960, samstundis sum
líkini vórðu jarðað av teimum,
sum doyðu av vanlukkuni, tá ið
damparin La Coubra varð
sprongdur í luftina á vánni í
Havanna?” “Heldur ikki” svaraði
hann. “Eg tók ikki so nógvar
myndir av Che. Hesa tók eg í
hvussu er og kallaði hana
“Guerrillero Heroico”, men eg
spurdi hann ongantíð um loyvi til
at kalla hana soleiðis. Eg var
staddur einar 8 ella 10 metrar frá
røðarapallinum, harið Fidel
greiddi frá smálutunum um
spreingingina umborð í dampar-
anum. Eg hevði eina semi-
telefoto-linsu í myndatólinum.
Knappliga varnaðist eg, at Che
kemur fram ímóti rimaverkinum
á røðarapallinum. Jean Paul
Sartre og Simone de Beauvoir
vóru har, og tú var eisini har,
Sarusky, sum tíðindamaður. Eg
minnist tað væl. Og myndirnar
eru jú eisini til enn.”
Fram til hesa løtuna var Che
staddur aftanvert hinar odda-
menninnar, og Korda hevði ikki
sæð hann haðani hann stóð.
Myndamaðurin varnaðist hann
beinanvegin tá ið hann kom fram
fyri at hyggja at mannaflóðini,
sum fylti hina 23´ gøtuna í
Havanna. Hann tók tvær myndir.
Fekk ikki fleiri, tí Che slapp sær
burtur aftur við tað sama. Hann
mundi ikki standa við rimaverkið
í meiri enn ein hálvan minutt, og
hetta var júst nógmikið til, at
taka hesar báðar myndirnar. Tá
ið filmurin varð framkallaður
hetta kvøldið, helt hann sjálvur,
at myndin av Che var serliga
góð. Hann fór til blaðstjórnina á
Revolución við jarðarferðar-
myndunum, men teir prentaðu
bara myndirnar av Fidel tá ið
hann røddi og eina mynd av
Sartre og Simone de Beauvoir,
har var eingin mynd av Che.
Tað løgna við hesi myndini, ið
uttan iva er heimsins kendasta,
farin út í allar krókar heimsins, í
endaleysum endurtøkum, er, at
eingin legði nakað í hana tá ið
hon varð tikin. Sjey ár seinri,
táið hetjudeyðin í Bolivia gjørdi
Che til eitt politiskt halgimenni,
fekk myndin eina aðra dimen-
sión, ein nýggjan mystikk,
gjørdist halgimynd, fyri summi
ein trúðarímynd og eitt
kultokjekt hjá dyrkarum í mest
óhugsandi pørtum av heiminum.
Hendan myndin av kollveltingar-
manninum er serliga hugtakandi,
tí hann útstrálar ein strangleika,
ein nærum pastoralan kvalitet.
Hendan kulsliga, gráa morg-
unin í Havanna hevði Che hálað
snarlásið heilt upp undir hálsin á
sínum svarta og olivengrøna
jakka, og sum vanligt var hann í
kendu alpuhúgvuni við gyltu
stjørnini, sum Celia Sánchez gav
honum, tá ið kollveltingarhirðin
stríddist upp í Sierra Maestra
fjøllunum. Eitt tekin um, at hann
var ein av kommandantunum. Av
oddamonnunum. Aftur til mynd-
ina. Tað tykist sum hann er
beiskur í huga, fyltur av vreiði.
Kanska hugsaði hann um sabo-
tørarnar ella kanska um líkini, ið
lógu har framman fyri honum,
avleiðingin av hevndaratsøknini.
Hesin samanhangurin og sam-
band hansara við deyðan reflek-
terar aftur í tí spenta og djúpa í
eygnabrái hansara, sterka
høvuðburinum. Upprunin til
myndina var ein tragedia, men
hon fór hóast tað um allan
heimin, í einum endaleysum tali,
sum ímyndin av einum nútíðar
halgimenni, eini mýtu, sum eini
inkarnatión av rebellinum, ið
eisini gjørdist partur av eini
tragediu. Síni egnu.
Haydée Santamaria var ein av
kollveltingarhetjunum í Kuba.
Korda gav henni einaferð eitt
tvítak av hesi kendu myndini.
Ein vælkendur italskur útgevari,
Giangiacomo Fetrinelli, vitjaði
atelierið hjá Korda í 1967, tá var
Che framvegis á lívi, og bardist
við guerilla´ini í boliviansku
frumskógini. Fetrinelli handaði
Korda ein lepa harið Haydée
hevði skrivað soleiðis: “Hesin
italski vinurin leitar eftir eini
mynd av Che, ið honum dámar.
Vís honum tínar.”
Korda hevði ikki fyri neyðini
at vísa honum myndina, tí hon
hekk har í atelierinum. Hann
varnaðist hana sjálvur og dámdi
hana alt fyri eitt og bað um tvey
tvítøk. Hann fór framvið aftur
dagin eftir og fekk myndirnar,
spurdur hvussu mikið hann
skuldi hava afturfyri tær, svaraði
Korda, at hetta var ein gáva.
Fetrinelli fór aftur til Italia og
goymdi myndina burtur. Tveir
ella tríggjar mánaðir seinri var
Che skotin og deyður og um
somu tíð prentaði italiumaðurin
plakatina (1 X 0,7 metur), og
soleiðis gjørdist myndin
heimsgitin, kanska tann mest
selda í heiminum nakrantíð. Bara
teir fyrstu seks mánaðirnar seldi
hann eina millión eintøk av hesi
myndini, ið framvegis gongur
sum heitt breyð ímillum
nútíðarungdómar.
Korda var eitt slag av hov-
fotografi hjá Fidel Castro fram
til 1968. Ljósmyndagerðin var
nærum avløgd og Granma var
komin ístaðin fyri Revolución og
Hoy. Granma brúkti ikki myndir
á sama hátt sum hini bæði bløð-
ini gjørdu í byrjanini. Tíðirnar
broyttust og eisini mátin sum
tíðindamenninir taklaðu hetta
ymiska uppá, kanska var hetta
ein lættari máti. Har var kanska
ikki eitt so ásýniligt mál longur,
men sjálvandi var málið har
allíkavæl.
Men hóast hetta, so var Korda
framvegis sannførdur um, at
myndatøka kundi ríka sál hans-
ara og sinnisrørslur, á hesi blá-
grønu oyggj, Kuba. Hann fór nú
undir at taka myndir upp undir
sjóvarmálanum. Hetta var
dagdvøljan fram um aðrar, hann
hevði myndatólini og soleiðis
mundu mong vikuskifti fara á
havleiðunum kring hesa kendu
oyggj. Hann var tilelvaður at
fremja ella kanska at skapa eitt
undirvatnsmyndastýrið til vís-
indaligar rannsóknir á vísinda-
liga háskúlanum, og hetta fekk
hann eisini frá hondini. Hann
virkaði við hesum í 12 ár og í
áttatiárunum, trúgvur sum altíð,
ímóti sær sjálvum, vendi hann
aftur til mótan og mótamodellini.
Tað verður torført at finna ein
meiri margbroyttan og serligan
myndamann, í allari myndatøku-
søguni, enn Alberto Korda.
Síggja vit burtur frá tí, at hann er
skaparin av teimum kendastu
myndunum, til allar tíðir, í einum
landi ella kanska í øllum lond-
um, so loyvdi hann sær eisini
tann framíhjárætt, at gerast
meistarin í glógvandi og tølandi
mótaheiminum harið guðdóm-
ligu modellirnar umgirdu hann.
Kanska er okkurt samanfall. Tá
ið hann avmyndaði søguligar
løtur og menn skapti hann
kanska søguna í farnu øld, sum
varð somikið meiri ókyrr enn so
mangar aðrar, á sín egna hátt.
Hann helt fram við at vera
meistarin í litspælinum, tøgnini,
sakloysinum, hugnaliga heimi-
num undir sjóvarmálanum og
hann kom aftur í hæddina í sín-
um brennandi og professionella
lívi, fullur av treystleika og vís-
dómi, tá ið hann vendi aftur,
ímillum gomul minnir og nýtt
ágrýtni, til ótamda láturin og
eleganta blíðskapin hjá móta-
frillunum í Havanna.
Alberto Diaz Gutiérrez, alias
Korda, andaðist í París í 2001.
Legendan ið skapti eina aðra
legendu hevði róð sín seinasta
róður. Hvørgin teirra fer nakran-
tíð í gloymskunnar hav. Tað
tryggjaðu teir sær við at fylgja
huga sínum og hjarta.
Jaime Sarusky er høvundur og
tíðindamaður. Hann varð
føddur í Havanna í 1931. Hann
hevur givið tvær skaldsøgur út:
“La búsqueda”(1961) og
“Rebelión en la octava casa”
(1967). Partar av bestu greinum
hansara er útgivnar undir
heitinum:“El tiempo de los
desconocidos”(1977) og “El
unicornio y otras invenciones”
(1996). Í eini aðrari av bókum
hansara,“Los fantásmas de
Omaja”(1966), er savnaðir
rannsóknir hansara av minni-
lutum í Kuba. Hesir eru m.a.
norður-amerikanarar, sviar,
japanarar, fólk av indiska sub-
kontinentinum og meksikan-
arar av Yucatan hálvoynni.
Sarusky hevur hildið eina røð av
fyrilestrum á lærdum háskúlum
og mentastovnum í m.a. Stock-
hólmi, Gøteborg, Keypmanna-
havn, San Francisco, Gijón,
Candás,Toronto og aðrastaðir
við.