Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 81 - 30. apríl 2005 UMMÆLI Hanus Kamban Søgnin um Regin Fyri okkum, sum komu til Keyp- mannahavnar miðskeiðis í seksti- árunum, var Regin Dahl mest sum ein sagnarvera, at kalla ókendur og ósæddur av teimum flestu og tó til staðar í okkara universi, nakað sum gongustjørn- ur, ein hevur hoyrt gitnar, men ongantíð sæð, ella sum tann gamli yrkjarin Schade, sum føringar, ið vóru áhaldnir drykkjumenn, søgdu seg hava hitt og prátað við á morgunbarr niðri í Nýhavn, meðan hanar gólu fyri nýggjum degi. Hvat Regin hevði skapt av orðum ella tónum, mundu tey flestu okkara hava eina heldur káma vitan um. Nøkur hildu tó uppá, at ein fundur við henda glataða spælimann kundi seta sær varandi spor. Tann heildar- útgáva, sum nú er komin, tykist at vátta hetta og bera vitnisburð um, at ið hvussu er ein av hesum fundum - millum Regin Dahl og Niels av Velbastað - fekk ítøki- ligar avleiðingar. Niels fær eitt hugskot Niels fór í 1971 undir at lesa búskap og sosiologi á Handils- háskúlanum í Keypmannahavn. Nakað um somu tíð gjørdist hann formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins. Hann setti sær og grunninum sum mál at varð- veita Regins tónlistarliga verk. Greitt var, at av tí at tónaskaldið ikki festi síni løg á blað, var neyðugt at lata tey taka upp í einum upptøkuhøli. Farið varð undir henda setning, og árini 1972-77 vórðu so meira enn 400 løg tikin upp. Regin Dahl sang sjálvur og hevði einsamallur klaverfylgispælið. Tað hoyrir við til søguna, at millum manna var tá ikki semja um hesa ætlan. Ungdómsupp- reisturin var ikki av. So virðis- mikil og nýskapandi henda rørsla tóktist mongum okkara, kundi hon eisini, umsitin av óbúnum andum, hava við sær trong- skygni, viðhvørt blindleika. Regin Dahl hevði ilt við at kappast við hugtøk ella hetjur sum Fólkið ella Arbeiðarastætt- ina, og kom tí í vanda fyri, líka- sum eisini J.H.O. Djurhuus, at fáa á seg tað lítið heiðurliga stemplið fínmentan. Sjómansrímur og aðrar útgávur Men Niels og Regin lótu ikki á sær finna. Arbeiðið við upp- tøkum helt fram, og úrslitið er, at hesi løg í dag, sum andaligur gripur, eru ogn Føroya fólks. Tilsamans fatar henda útgáva um 439 løg. Tey allarflestu hevur Niels á Velbastað latið taka upp í Wifoss Studio á Frederiksberg, nøkur fá eru tó tikin upp aðra- staðni og av øðrum og - á undur- fullan hátt, tykist - varðveitt. Nú hetta heildarsavn sær dagsins ljós, er vert at nevna, at nøkur av Regins løgum í tíðini frá 1972 til í dag eru blivin almannakunngjørd. Her verður hugsað um plátuna Lukkurímur og fagnaðarljóð frá 1972, Barna- rímur, 1974, 4 vísur, 1976 og Sjómansrímur, 1983. Serstakliga tann seinasta útgávan, sum seinni er komin sum fløga - har Duruta Dam og Úlvur við Høgadalsá syngja, og navnframir tónleikarar spæla - hevur havt slíka ávirkan, at hennara løg eru blivin ein partur av føroyskari sangmentan. Ein onnur virðismikil útgáva er fløgan Tú lýsti, 1998, har før- oyskir og svenskir sangarar tolka Regins løg. Fyri hesum útgávum stóðu Mentunargrunnur Stu- dentafelagsins, Forlagið Orð og løg og Forlagið Stiðin. Føroyar og Norðurlond Av nótaverkum er serliga vert at nevna bøkurnar Atlantsløg, 1996, og Atlantsløg II, 1997. Tað er Marianne Clausen, sum hevur skrivað hesi løg upp. Hugsar ein um onnur verk, sum Marianne Clausen hevur latið úr hondum, ikki minst Føroya Kvæði. CCF. Bind VIII. Løgini, er eingin ivi um, at hon sum granskari hevur skrivað sítt navn í okkara søgu. Henda nýggja fløguútgávan av Regins løgum, sungnum av hon- um sjálvur - við tilsamans 25 fløgum - samsvarar Atlantsløgum og Atlantsløgum II og kann verða brúkt saman við bókunum. Hugsar ein um tekstaval, so hevur Regin lagt seg eftir eina- mest at skapa løg til yrkingar frá tjóðskapartíðini og ættarliðinum, ið kom beint aftaná. Í hesum heildarsavni eru umboðaðir H.A. Djurhuus, við 123 yrkingum, Mikkjal á Ryggi, við 32, Jákup Dahl, við 25, J.H.O. Djurhuus, við 18, Chr. Matras, við 14 og Jóannes Patursson, við 13. Fara vit til Norðurlond, eigur sviin Erik Axel Karlfeldt 39 tekstir, danin Jeppe Aakjær 21, Gustaf Fröding 13, Nordahl Grieg 12 og Knut Hamsun 11. Uttan fyri Norðurlond finna vit, í minni tali, yrkingar eftir m.a Goethe, Schiller, Heine, Robert Louis Stevenson og James Joyce. Í hesum hugleiðingum fari eg at halda meg einamest til Jóannes Patursson, Chr. Matras og Erik Axel Karlfeldt. Ein gávumildur Jóannes Patursson Jóannes Patursson lyftir fram í sínum skaldskapi - umframt elskhugin - tvey virðir, sum vit - ið eru endað í modernitetsins paradísi - hava vrakað: tjóðina og trúnna. Í onkrum teksti, eitt nú tí glæsiliga "Boðar tú til allar tjóðir", eru hesi virðir næstan lívfrøðiliga samantvinnað. Men longu her, hjá tjóðarinnar høvdingi, verður áhoyrarin ovfarin, tí á Regins sýn dagar Jóannes Patursson við einum ávísum gávumildum moderniteti. Við tí frálíku regluni "Nú verða konubrot" heilsar hann tí kvinnu- rørslu, sum tók seg upp longu fyri aldarskiftið fyrra, og við tí vøkru yrkingini "Eg veit eitt land so lágligt sett" heilsar hann tí Danmark, sum menti og endur- nýggjaði sín innanvøkstur eftir bakkastini í m.a. 1814 og 1864, sum "mynsturbú". Her er vítt til veggja! Skald- sins lívssjón er ikki turr ella piparslig, men tvørturímóti, ein, sum góðir, gamlir irrationalistar sum Hamann ella Herder høvdu fegnast um: Ei hann eydnu eigur, ið eina brúkar skil. Tignin í kirkju og dómkirkju Regins løg til hesar tekstir tykj- ast eyðkend av álvarsemi, tign og patos, skjaldraløgini hava yvir sær ein farra av galdri, og yvir øðrum tekstum, t.d. "Í Føroyum fyrst í fyrndartíð", er ein dámur av ótolnum raskleika. Samstund- is varnast tú - undir Regins tenorrødd, sum her tykist myrk heldur enn ljós - eina ávísa variasjón, sum lutvís tykist spretta úr løgunum sjálvum, lutvís koma av tulkingini, eitt TÓNASKALDIÐ Tann 14. apríl gav plátufelagið TUTL út Atlantsløg - 25 fløgur við løgum eftir Regin Dahl. Rithøvundurin Hanus Kamban ummælir verkið. Regin Dahl. Eftir tónaskaldið eru varðveitt 439 løg FYRRI PARTUR