Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 37 slag av empatiskari innlivan, ið kann minna um sjónleik. Hetta verður týðiligt, tá ið ein kemur til sálmin "Jesus leið meg allan aldur", nú er tað, sum eru vit stødd í tí gomlu sóknarkirkj- uni í Kirkjubø, har bóndin sjálvur, við hábærsligari rødd, ið ber í sær tyngdina frá fámæltum forfedrum, syngur fyri. Við sálminum "Lov og tøkk eg tær fram beri" verða vit førd longur aftur, í støðum hava nú einstøk stavilsir lyndi til at togna, so tveir tónar hoyrast, ið annaðhvørt halla ella hækka, so ein hoyrir fyri sær munkar, mildliga ber- andi fram kvøldsong, sum ekkóar skærur í katólskari dómkirkju. Menniskja og náttúra Heilt øðrvísi enn Jóannes Paturs- son, ikki í tjóðskaparligari ella politiskari hugsan, men í máta at sansa og fata fólk og náttúru, er Chr. Matras. Tekstir sum "Rógva teir, rógva teir" ella "Neyta- konur" eru at líkna við stillførar fólkalívsmyndir, har tað yrkjandi eg-ið at kalla ikki er til staðar, og í yrkingum sum "Rennur áin morgunglað" hómast eitt fleyr av tí natúrromantikki, sum tann týski heimspekingurin F. W. J. Schelling á sinni bar fram við síni hugsan um samleika ella eind millum menniskja og náttúru: Taki vatn í lógva mín, fái løg í lyndi, verði sum eitt hagastrá, ið vaggar fyri vindi. Við sínum løgum til hesar yrkingar tykist tónasmiðurin at laga seg, kimiliga, eftir varia- sjónini av hugløgum og tóna. Soleiðis uppliva vit gjøgnum løg og tulking bæði tann stórbæra kinesiska málningin í "Snjólýsi stóð av fløtum", drykkjumansins næstan tvætlutu tankaflýggjan í "Fluguni" og dámin av halgum morni í "Rennur áin morgun- glað". Tað tykist samstundis týðiligt, at nøkur av teimum vakrastu løgunum á hesi fløgu - t.d. "Tú gakk tær fram við ánni" og "Einki er sum summarkvøld við strendur" - hava eitt sárt klangdæmi, eitt kensl av langtan, sum kanska kann setast í samband við tónaskaldsins útlegd. Meira um hetta seinni. Schubert Her kann vera vert at steðga á og spyrja, á hvønn hátt Regin Dahl er serstakur sum tónaskald. Ein heftir seg fyrst við, at hann (sum Marianne Clausen ger vart við í sínum formæli til Atlantsløg) bæði sum tónaskald og sangari er óvanliga trúgvur móti inni- haldinum í tekstunum. Sostatt speglar lagið til "Rógva teir, rógva teir" aftur treystlig áratøk, eins og vit í "Marschen går til Tuna" (eftir Karlfeldt) fylgja ekkaleysum dalkallum, við spakum og hakkarum, á heimveg inn í teir stóru skógirnar. Í summum løgum nærkast Regin teirri ekspressivu Lied- kompositiónini hjá Schubert - sum "Erlkönig" og "Der Linden- baum" eru kend dømir um - har lag (og tulking) gevur tekstinum dramatiskt aftursvar. Tað føroyska ljóðfallið Men minst líka so áhugaverd er Regins serliga áherðslufatan og frasering. Regin hevur ta áskoð- an, at føroyskt sum talað mál hevur sítt egna, natúrliga ljóðfall, og at tónaskald viðhvørt hava havt lyndi til at grunda síni løg á eitt annað skúlað og samstundis bæði stirvið og viðhvørt skundis- liga trallandi (og tí banalt) stev. Hetta føroyska upprunastevið er vanliga, sagt við fakmáli, trokeiskt og daktýliskt - í setninginum "minkandi máni" er tað fyrra orðið ein daktýlur (rættur tríliður: eitt hert stavilsi og tvey óherd) og tað seinna ein troké (rættur tvíliður: eitt hert og eitt óhert stavilsi) - sjáldan jambiskt (ein jamba ella øvigur tvíliður: fyrra stavilsi óhert, seinna hert, dømi kor-ter). Løg eftir Regin Dahl til yrkingar sum "Nú skínur sólin og nú er lýtt" (H.A. Djurhuus) ella "Kanska um hundrað ár" (J.H.O. Djurhuus) - sum báðar í hansara tulking fáa trokeiskt ella daktýliskt ljóðfall - eru góð dømir um hansara serligu stev- fatan. Yvirhøvur tykist Regin í síni frasering at andøva ímóti tí siðbundna og góðtikna. (framhald næsta leygardag) Ð REGIN DAHL Niels á Velbastað fekk hugskotið til at varðveita løgini hjá Regin Dahl og fullførdi hesa ætlan Mynd: Bárður Lagið til »Jesus leið meg allan aldur« fær ein at hugsa um sálmasong í Kirkjubøar sóknarkirkju, har bóndin syngur fyri