fríggjadagur 29. apríl 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UMMÆLI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað eru fyri tað mesta gomul
tema í nýggjum hami, sum
mynda søgugongdina í nýggjastu
skaldsøguni hjá Jens Paula
Heinesen, Hvør var Nimrod.
Trongdi ungi listamaðurin
stríðist framvegis við listina og
kærleikan og reikar eins og hinir
persónarnir heimleysur runt í
einum modernaðum pseudo-
veruleika, trilvandi eftir onkrum
slagi av sannleika. Sín egna
sannleika finna tey ongantíð og
royna í staðin at liva tann hjá
onkrum øðrum. Tí mennast tey
heldur ikki sum menniskju, men
royndirnar eru ikki óáhuga-
verdar.
Kitlandi
Hóast vit ikki møta henni fyrr
enn søgan er hálvrunnin, má
unga, vakra Siv metast at vera
annar av høvuðspersónunum í
bókini. Við meir enn ivasomum
ætlanum roynir hon ørkymlað at
broyta sítt lív, bert fyri at renna
seg í eina blindgøtu fyri og aðra
eftir. Fullkomiliga trásett av
sjarmerandi og sadistiska
psykopatinum Johan Sebastian,
sum ikki vil vita av henni, fer
Siv í song við arroganta rit-
høvundanum Jonathan Svein fyri
at gera Johan Sebastian sjalu. Og
tað eydnast í so ríkiliga, tí Johan
Sebastian svarar aftur við at
neyðtaka Siv, sum verður uppá
vegin. Nú kann Siv umsíðir
tvinga Johan Sebastian at giftast
við sær, so hon endiliga sleppur
at gera honum "helvitið heitt".
Eftir 12 dagar og tvær sjálv-
morðsroyndir gevur Siv upp og
verður innløgd á sjúkrahús, har
hon í fepurørsku sjálv ferð lúkst
niður í helvitið, har sjálvur
devulin í prædikantalíki starir
hana beint í eyguni.
Lýsingin av Siv og Johan
Sebastian og teirra perversa
parlagi er fyri tað mesta framúr
góð. Hóast meginparturin av tí,
sum hendir teirra millum, fer út
um øll vanlig moralsk mørk,
eydnast tað høvundanum á ein
sniðfundigan hátt at draga lesarin
longur og longur inn í teirra
sjúka hugaheim, so tú, áðrenn tú
veit av, skilur fullvæl, hví tey
bera seg soleiðis at. Sum lesari
fært tú eina kitlandi forbodna
kenslu, sum heldur tú við einum
drápsmanni ella eygleiðir ein
perversan leik gjøgnum eitt
lyklarhol.
Komiskt
Sum ein lús millum tvær negl
stendur hin høvuðspersónurin,
dramatikarin Antinis Torri, og
roynir at finna sín leiklut í trí-
kantsleikinum, Siv hevur lokkað
hann við í. "Aftur nú? Hugsaði
dramatikarin, var hann kanska
skaptur til at vera fríholt her í
lívinum, men hann læt sær lynda
og læt seg vera fríholt". Og tað
ger Antinis hvørja ferð, Siv
hevur brúk fyri honum. Bæði tí
hann er loyniliga forelskaður í
henni, men serliga tí hon og
Johan Sebastian eru "so for-
vitnislig frá einum professio-
nellum sjónarmiði."
Hervið eru vit eisini aftur við
gamal temaið hjá Jens Paula
Heinesen um unga listamannin
og hansara stríð við listina og
kærleikan. Í so máta er ikki so
nógv nýtt at hóma, burtursæð frá
at listamaðurin hesuferð verður
serliga sjónligur sum alter egoið
hjá høvundanum við tað at
Antinis gongur og savnar tilfar
til ein leik um somu søgu, sum
Jens Pauli hevur gjørt til skald-
søguna, vit sita við. Hetta kundi
boðað frá, at høvundurin er til
reiðar at troyta teir møguleikar,
sum gera metatekstin til eina
skaldsliga avbjóðing, men hartil
røkkur bókin ikki. Bert í tí eina
førinum, tá Jonathan Svein
verður "myrdur", setast møkini
millum sjónleikin hjá Antinis og
skaldsøguna hjá Jens Paula úr
gildi, men tey koma skjótt uppá
pláss aftur, tá Antinis vaknar úr
dreymi.
Sum listamaður hevjar Antinis
seg ongantíð upp um tað eyð-
sýnda, men sipar heldur støðugt
til stórar høvundar, fyri at fáa
sínar listarligu sálarkvalir at
sýnast av meira. Í hansara verð
eru gomlu føroysku høvundarnir
onki minni enn skaldsligar
gudar. Hví teir eru tað, kámast
fyri tað mesta í orðaríkum
hugleiðingum um gongulagið hjá
J.H.O Djurhuus, hattin hjá Hans
Andriasi ella byrjunarsetningin í
Feðgar á ferð. Hóast undir-
haldandi í løtum, fylla skaldsligu
hugarenslini hjá Antinis alt ov
nógv í bókini og verða oftast
óætlað komisk, sum tá hann
stynjandi murrar "Áh gud, áh
gud, sum tað er hart at spæla
fótbólt, sungu teir á leikvøll-
inum, áh gud, sum tað var tungt
at skriva sjónleik, sang hann við
sítt skriviborð. Men teir á leik-
vøllinum vóru fleiri, hann var
einsamallur."
Útspældur
Sum lesari troyttast tú skjótt av
Antinis og bíðar nærum eftir, at
Siv aftur ger tað lort, so hann
aftur fær eina missjón. Tí uttan
fyri tríkanstdramaið, sum er
veruliga framdriftin í bókini, er
leikluturin hjá Antinis mest sum
útspældur og undarliga ósaman-
hangandi. Eitt nú hava allir hinir
persónarnir í søguni eina av-
gjørda meining um øll lesara-
brøvini, Antinis skrivar, men
lesarin fær ongantíð at vita, hvat
hesi snúgva seg um.
Tá harðast leikar á móti end-
anum á bókini, og vit óra eitt
avgerandi hæddarpunkt, er tað
heldur ikki Antinis, men ein
fremmandur og anonymur sjón-
leikari, sum fær høvuðsleiklutin.
Harðligi orðadátturin millum
sjónleikaran og Johan Sebastian
um hevndarhugaðar prædikantar
og hvar helvitið býr skal eftir
øllum at døma savna træðrirnar
og seta søguna í eitt serstakt
føroyskt samfelagsligt høpi. Men
skiftandi einarøðurnar hjá teim-
um báðum tykjast áklistraðar og
innatómar og fáa skaldsligu
heildina í bókini at støkka
sundur.
So vítt eg minnist, hava kval-
irnar hjá unga listamanninum
verið eitt afturvendandi tema í
ritverkinum hjá Jens Paula,
síðani Frænir eitur ormurin kom
út í 1973. Tí má tað undra, at tað
ikki eydnast betri at geva hesum
figurinum meir dýpd og skalds-
ligt trúvirði. Tí Antinis flytur seg
ikki úr stað, hvørki sum menn-
iskja ella sum høvundur. Heldur
endar hann 6 ár seinni í júst
sama staði á eini bókmenta-
ráðstevnu, har hann í innistongd-
ari øvundsjúku framvegis situr
og ilskast inn á sjálvglaðar rit-
høvundar, sum bara brúka kjaft
og halda seg vera. Og Siv, sum
kundi fingið gamla vínið at
brúsa eitt sindur aftur, hvørvur
líka brádliga, sum hon kom.
Listamaður í tríkantsdrama
Í Hvør var Nimrod er Jens Pauli Heinesen farin á eina væl
upplagda rannsóknarferð inn í myrkasta krókarnar í
menniskjasinninum. Við sær á ferðini hevur hann frustreraða
unga listamannin - mest sum av gomlum vana
38
Nr. 81 - 30. apríl 2005