fríggjadagur 29. apríl 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
39
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Vit eru eitt lítið avbyrgt samfelag
mitt úti í Atlantshavið og hava
ikki havt munandi tilflyting av
útlendingum ella fremmandum
nógvu seinastu árini. Tó so, fólk
hava ikki altíð búð her og niður-
setingarnar eru so fólk, íð hava
flutt higar.
Einsháttaða fólka-
samanseting
Í mun til flestu lond í heiminum
er Føroyar einsháttaðar, skilt
soleiðis at her býr í høvuðsheit-
inum eitt fólkaslag, føroyingar,
og millum 1 og 2% av fólki
uttanífrá. Men beinleiðis minni-
lutafólkaslag hava vit ikki.
Útlendingamál hevur javnan
verið frammi seinastu árini av
ymsum orsøkum. Nú seinast
hava trupulleikar av umseting
elvt til orrustu, men annars eru
tað uppihaldsloyvir, sum í
onkrum hami elva til kjak og fyri
góðum árið síðan var tað
spurningurin um útlensk ítróttar-
fólk kundu fáa framíhjárætt til
arbeiðs- og uppihaldsloyvi, nú
arbeiðsloysið var komið.
Útlendingar valrætt?
Kate Sanderson vísir í tinghellu-
kronikkini á, at av útlendingum
hava bert norðulendingar rætt at
velja á kommuvalum. Í m.a.
hinum norðanlondunum sleppa
útlendingar at atkvøða við lokal-
val og hetta mátti eisini verið
sjálvsagt í Føroyum. Kate vísir
eisini á, at neyðugt er bert við
einari broyting í lógartekstinum,
nevniliga at broyta orðið norður-
lendskir til útlendskir. Her verður
eisini víst á altjóða sáttmála, sum
skal tryggja at útlendingar kunnu
taka lut í lokaldemokrati, og sum
lond vit vanliga vilja samanber-
ast við, hava sett í gildi..
Fløkt málsøki
Útlendingaøkið er tó eitt fløkt
øki hjá okkum. Málsøkið er
danskt, men vit hava ikki sett
allar reglur í verk, sum eru gald-
andi í Danmark. Togan hevur
verið aftur og fram um, hvør
hevur veruliga valdið, m.a. hava
fólk í danska útlendingastýrinum
víst á, at tey taka innstillingar úr
Føroyum til eftirtektar, meðan
tað úr Føroyum hevur verið roynt
at skumpa ábyrgdina á danir.
Trupulleikin her er, at vit hava
eitt heilt annað samfelag enn tað
danska, og tí hóskar danska
lóggávan sera illa til okkara
viðurskifti, umframt at málsvið-
gerin tekur langa tíð. Annar
trupulleiki er, at vit ikki kunnu
veita nakran føroyskan ríkis-
borgararrætt, hann er tann
danski, við teim krøvum sum
hartil hoyra. T.d. at umsøkjari
skal duga danskt. Hví skal ein
útlendingur, sum býr í Føroyum
og ætlar sær at vera verðandi her,
prógva síni kynstur í donskum
fyri at fáa ríkisborgararætt sum
síðan tryggjar honum fulla
luttøku í føroyska samfelagnum?
Valið í Hovi
Á kommunuvalinum í 2000
hendi tað, at ein norðurlenskur
útlendingur stillaði upp til val,
men hetta bleiv ógildað, tí tá
høvdu norðurlendingar bert
valrætt ikki valbæri. Og hóast
eingin ivi tóktiskt um, at talan
var um eitt mistak og ætlanin
allatíðina hevði verið, at val-
rættur og valbæri skuldu fylgjast,
bleiv lógarinnar bókstavur
fylgdur og valið av íslending-
inum Margrét Jóhannsdóttir
ógildað. Veljast skuldi síðan av
nýggjum í Hovi. Síðan tá er
lógin broytt, soleiðis at norður-
lendingar eisini kunnu stilla upp.
Her kann ein aftaná bert undrast
á, hví ein lóggávufeilur skal
ógilda valið, tá tað er í andanum
í lógini. Hetta er tó ein spurn-
ingur um at hava eina serliga
formalistiska skipan, har skriv-
aða orðið er tað einasta rætta,
ella eina minni formalistiska, har
andin og ætlanin í lógum vigar
meira í mun til mistøk. Men hví
kunnu bert norðurlendingar, og
ikki útlendingar í heila tikið hava
valrætt og valbæri til kommunu-
val? Semja er í flestu londum vit
samanbera okkum við, um at
fastbúgvandi útlendingar hava
valrætt til lokalval, meðan tað
ikki altíð er so til tjóðartingið.
Ein partur av altjóðagerð er at
hava eitt opið samfelag,har pláss
eisini er fyri útlendingum, sum
eisini verða tryggjaðir og
Strassbourg sáttmálin hesum
viðvíkjandi frá 1992, mælir til at
útlendingar fáa møguleika at
luttaka í lokaldemokratinum. Um
vit krevja, at útlendingar skulu
tillaga seg okkara samfelagi tá
teir koma her, er tað ein sjálv-
sagdur partur, at útlendingar
eisini fáa rætt at luttaka í
lokaldemokratinum og soleiðis
gerast ein nátúrligur partur av
samfelagslívinum. Teir gjalda t.d.
skatt.
Valbæri og valrættur
Júst at loyva norðurlendingum
meira enn øðrum, skal helst
skiljast í tí høpi, at vit hava
meira skipað samstarv við
norðanlond. Men um hetta kann
brúkast sum grundgeving fyri, at
einans norðurlenskir ríkisborg-
arar kunnu sleppa á kommunuval
og at stilla upp, kann tykjast
nakað ivasamt. Sum sagt er
semja í grannalondum okkara
um, at fastbúgandi útlendingar
sleppa at luttaka. Her eiga vit at
taka okkum fyrimunin av at vera
eitt lítið samfelag, sum eisini
javnan hevur tørv á útlendingum
til ávísar uppgávur og geva teim
útlendingum sum eru her, teirra
náttúrligu møguleikar og rætt-
indi. Sjálvt um tað er ynskiligt,
so hava vit ikki orkuna til at fara
í samráðingar til tess at tryggja,
at útlendingar vit geva sømdir, í
sínum heimlandi skulu geva
føroyingum somu sømdir. Her
skulu vit fyrst hugsa um, at fáa
viðurskiftini í Føroyum ílagi og
virðilig. Útlendingar hava ofta
nógv at geva, men tað krevur at
teir eisini sleppa framat.
Spurningurin er um føroyski
hugburðurin er klárur til tað.
Eg havi nakrar ferðir víst á, at
vit ikki eru serliga opin fyri
útlendingum. Seinasta Løgtings-
val hevði hug at lata orðavalið
gerast í so harligt, og víst var til
teir trupulleikar sum ávís
grannalond hava. Í Føroyum
síggja vit nakrar bólkar av
útlendingum, sum búgva her.
Fysti bólkurin og tann sum hevur
lættast við at fella til, eru makar
sum giftast føroyingum. Her
gerast tey umvegis føroysku
familjuna tey hava gift seg inn í,
loyvdur partur. Strævnari er tað
hjá útlenskum pørum og einstak-
lingum, sum koma hendavegin.
Tey skulu prógva sína dygd, sum
kann verða serstakt arbeiði, ítrótt
ella trúðabólk, fyri at góð-
kennast. Tey hava ikki familju-
bygnaðin at fella aftur á. Men
hesi, líkamikið hvussu tey klára
seg og kanska styrkja um før-
oyska samfelagið, sleppa ikki at
velja, heldur ikki til kommunu-
val. Vit krevja at tey virða
okkum og okkara virðir, men vit
loyva teim einki, um tey av
tilvild ikki eru norðurlenskir
ríkisborgarar. Er tað rímiligt?
Mítt svar er nei, og hetta krevur
bert ein lítla broyting, nevniliga
at norðurlenskur verður útskift
við útlenskur í lógini.
Útlendingafelag
Tiltøk verða fyriskipaði, sum
skulu vísa okkum á útlendingar
og útlendskar mentanir í Føroy-
um. Hetta er kanska fyrsta tekin
um, at alt ikki er nóg gott. Og
vildi tað verið ov langt at farið,
at givið útlendingum í hvussu so
er valrætt og møguliga valbæri
til Løgtingið, um teir nú høvdu
búleikast her í t.d. 10 ár? Vit
hava jú trupulleikan, at vit ikki
eiga ríkisborgararættin og kunnu
tí ikki av eintingum geva út-
lendingum í Føroyum ríkis-
borgararætt. Um nakar hevði
dreymir um at geva ørkymlaðum
flogvitum sum Bobby Fisher
ríkisborgararætt, so ber tað ikki
til við verðandi skipan. Her kann
leggjast afturat, at Europaráðið
hevur hartað Danmark fyri
mannagongdina at geva útlend-
ingum ríkisborgarsskap. Í Dan-
mark verður fyrst tilmælt frá
avvarðandi myndugleika og
síðani staðfest í lóg. Tað er
danski parturin við at ríkis-
borgararættur skal gevast við lóg,
sum verður kritiserað.
Vit hava aðrar trupuleikar
av útlendingarøkinum
Við yvirtøkulógini tykist greitt,
at vit kunnu yvirtaka útlendinga-
økið, um vit hava hug, men vit
kunnu ikki yvirtaka ríkis-
borgararættin ella innføðsrættin.
Um hugur er at yvirtaka
útlendingaøkið, tykist tó ivasamt.
Hetta er eitt trupult málsøki, har
kenslur ofta seta krøv, og so er
kanska lættari at lata onnur taka
hesar truplu avgerðirnar. Hugsa
bara um ákoyringarnar Jógvan
við Keldu hevur fingið. Hinvegin
er gjørligt at býta innfødsrættin
upp, soleiðis at vit fáa ein Før-
oyskan/Ríkisfelagsskaps inn-
fødsrætt. Eitt av krøvunum hevði
tó verið at funnið fram til, hvat
ein føroyingur er og soleiðis sett
tær treytirnar upp. Tað er alt
annað enn einfalt, men hóast alt
eitt arbeiði øll lond gera. Sigast
kann, at okkara tørvur og krøv í
útlendingamálum, als ikki kann
samanberast við støðuna í Dan-
mark Vit hava ikki fyri neyðini at
hava so strangar lógir, heldur
hinvegin hava vit tørv á at fáa
útlendingar inn í landið, serliga
um vit skulu verða fremstir á
ávísum økjum. Tí kundi tað
verið hent at havt eina skipan til
okkara viðurskifti. Hetta átti t.d.
eisini at verið medvirkandi til
skjótari málsviðger, men tað er
als ikki vist. Málsøkið skal bert
yvirtakast, um vit vilja nakað við
tí, og um tann viljin er til staðar í
løtuni, er hann ringur at síggja.
Higartil tykist politiskin viljin
bert at vilja broyta rættin hjá
útlendinum at velja og stilla upp
til kommunuval, bert at verða til
staðar, um so at aðrar broytingar
eisini skulu gerast. Hetta er ov
lætt. Sjálvsagt skulu útlendingar
hava rætt til at verða partur av
lokaldemokratinum, og tá talan
bert er um at skula broyta tað
eina orðið, so skuldi tað verða
gjørligt.
Útlendingar í Føroyum
Um útlendingar og kommunuval í Føroyum
TINGHELLUKRONIKKIN
Kate Sandersson
Kjakið um útlendingapoltikk í
Føroyum hevur seinastu tíðina
verið fokuserað á ta seinu, tíðum
mest sum tilvildarligu málsvið-
gerðina, bæði í Føroyum og í
Danmark, tá einstakir útlend-
ingar ynskja at fáa ella leingja
uppihalds- og arbeiðsloyvi í
Føroyum. At slík málsviðgerð nú
eisini verður seinkað uppaftur
meira orsakað av vantandi týðing
av tilmælum frá Innlendismála-
ráðnum er beinleiðis skomm.
Í hesum sambandi verður ført
fram frá fleiri síðum, bæði frá
politikarum og einstaklingum, at
tíðin er komin til at Føroyar
yvirtaka útlendingapolitikkin.
Ongantíð betur um føroysku
myndugleikarnir sjálvstøðugt
kunna taka støðu til ynski hjá
útlendskum ríkisborgararum at
búgva og arbeiða í Føroyum í
styttri ella longri tíð. Ein føroysk
málsviðgerð eigur sjávlsagt at
verða grundað á ein veruligan og
sakligan politikk, sum leggur
upp fyri tørvinum hjá tí einstaka
og familjuviðurskiftum hansara/
hennara, arbeiðsmarknaðarviður-
skiftum og samfelagsmenningini
sum heild, umframt at veita
fakliga og gjølliga kunning og
ráðgeving um treytir og manna-
gongdir.
Tað sýnist í hvussu er at vera
stór semja um, at hetta er eitt
sjálvsagt málsøki at seta á yvir-
tøkulistan. Men tað, sum vantar,
tá talan er um útlendingapolitikk
í dag, er eitt breiðari kjak um
samfelagsumstøður og teir veru-
ligu møguleikarnar hjá útlend-
ingum at gera síni sjónarmið
galdandi sum borgarar í føroyska
samfelagnum - eitt kjak, har
útlendingar eisini kunnu kenna
seg tryggar við at luttaka við
sínum meiningum um politikkin,
ið nú verður førdur. Í alt ov
Framhald á næstu síðu