Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 stóran mun fer kjakið bert fram millum føroyingar, og fyri tað mesta bert millum tingfólk, sum satt at siga ikki altíð hava bestu fyritreytir fyri at úttala seg um viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum yvirhøvur. Støðan í dag er tíverri tann, at Føroyar eru einasta norðurland, sum ikki geva útlendskum ríkis- borgararum valrætt og valbæri á kommunuvalum. Í øllum øðrum norðurlondum, umframt fleiri londum á europeiska megin- økinum og aðrastaðni í heimin- um fáa útlendenskir ríkisborgarar møguleika at luttaka á komm- unuvali, tá ið teir hava verið fastbúgvandi eitt ávíst tíðar- skeið, t.d tíðarskeiðið, ið krevst til at fáa varandi uppihaldsloyvi. Tað var tí at fegnast um, at Annita á Friðríksmørk tann 23. februar setti ein fyrispurning í tinginum um júst hetta málið. Svarið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur hinvegin – í hvussu er fyribils - sent málið aftur í fjargoymsluna. Víst varð í svarinum á, at spurningurin um valrætt og valbæri hjá útlending- um “ikki er so einfaldur.” Sagt varð, at ein rúgva av sínámillum avtalum krevst millum Føroyar og øll tey lond, haðani útlend- ingar í Føroyum koma, til tess at tryggja, at føroyingar fáa somu rættindi í viðkomandi londum. Strasbourg sáttmálin varð tikin fram sum grundgeving fyri hesum. Og at enda varð sligið fast, at málið bert fór at verða viðgjørt aftur, um onnur (fyribils ókend!) broyting ella broytingar kortini skuldu gerast í komm- unuvallógini. Strasbourg sáttmálin frá 1992 (Convention on the Participation of Foreigners in Public Life at Local Level), sum Europaráðið lat orðað og kom í gildi í mai 1997, tekur ikki útgangsstøði í sínámillum avtalum millum tey lond, ið hava løgfest hann. Enda- málið við sáttmálanum er stutt og greitt at bøta um møguleikar hjá fastbúgvandi útlendingum at laga seg til tað samfelag, teir eru komnir til. Sáttmálin bindur partarnar til at tryggja útlendingum somu grunnleggjandi rættindi, sum teirra egnu borgarar hava, so sum talufrælsi og fundarfrælsi. Eisini áleggur sáttmálin pørtunum at tryggja útlendingum nøktandi kunning um rættindi og skyldur teirra í lokala samfelagnum. Harumframt leggur sáttmálin upp til, at útlendingar fáa valrætt og valbæri til kommunuval, tá ið teir hava verið búsettir í sama landi í 5 ár. Í viðmerkingunum til sáttmálan verður tikið fram, at upprunaliga var ætlanin, at sátt- málin bert skuldi umfata síná- millum valrætt og valbæri hjá sáttmálapørtunum. Men undir samráðingunum varð staðfest, at hetta kortini ikki hevði verið í fullum samsvari við endamál sáttmálans, t.e. at bøta um møgu- leikarnar hjá øllum útlendingum at virka í lokala samfelagnum, men kundi havt við sær, at mis- munur varð gjørdur millum ymisk fólk í samfelagnum. Eisini varð víst á, at í flestu londum har útlendingar longu høvdu valrætt, tá sáttmálin varð gjørdur, var ein tví-landa avtala við heimalandið hjá viðkomandi ikki ein treyt (t.d Danmark, Noreg og Svøríki). Fimm ára tíðarskeiðið, ið nevnt er í sáttmálanum hevur støði í at fimm ár eru longsta áramál, ið nakar sáttmálapartur setur fyri at útlendingar kunna søkja um varandi uppihaldsloyvi, og skal tískil tulkast sum hámark heldur enn lágmark. Í grein 1, stykki 2 í føroysku kommunuvallógini frá 19. juni 1972 (seinast broytt 11. oktober 2004) stendur, at ríkissborgarar úr hinum norðurlondum hava valrætt og valbæri til kommunu- val, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Kommunuvallóggávan í Før- oyum ger sostatt mismun á fólki. Meðan norðurlendskir ríkis- borgarar eftir 3 ár kunnu atkvøða og stilla upp til kommunuval, fáa aðrir ríkisborgarar, uttan mun til hvussu leingi teir hava havt fast- an bústað her á landi, onga ávirkan á avgerðir í síni heima- kommunu. Í árbókini fyri Føroyar 2004 (talva 2.30) er eitt yvirlit yvir útlendskir rískiborgarar, sum vísir, at talið á norðurlendskum ríkisborgarum í Føroyum per 31.12.03 var 316, meðan talið á ríkisborgarum úr øðrum londum var heili 666. Hóast hvørki aldur ella grundarlag fyri uppihaldi í Føroyum er tiskilað í hesum yvirliti, er tað kortini greitt, at talan kortini er um ein rættliga stóran bólk av borgararum, ið onga veruliga rødd hava í sinum lokala samfelagi. Politikarar máttu duga at sæð, at her eru munaverdar atkvøður at heinta á einum komandi kommunuvali. Um Føroyar skulu teljast millum heimsins fremstu tjóðir um 10 ár, er sera umráðandi, at demokratisku viðurskiftini hjá øllum samfelagsborgarunum eru í lagi. Valrætt og valbæri til kommunval eiga allir fastbúgv- andi útlendingar í Føroyum at hava. Løgtingið eigur tí bæði skjótt og brátt at gera ta lítlu broytingina í kommunvallóg- gávuni, sum krevst, soleiðis at í staðin fyri “ríkisborgarar úr hinum norðurlondum” kemur at standa “ríkisborgarar úr øðrum londum”. Einki er at bíða eftir. TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað er næstan spell, at stórmál sum Fámjinsskjalið og yvir- tøkulógin hvørva í kjakinum um rundstykkir sunnudag og plasering av einum miðnáms- skúla í Suðuroy. Vit kunna vera nøgd ella ónøgd við tað, sum løgmaður og danski uttanríkis- ráðharrin skrivaðu undir í Fámj- in. Vit kunna vera nøgd ella ónøgd við lógaruppskot, sum Fólkatingið og Løgtingið eru í ferð við at samtykkja um tey ríkisrættarligu viðurskiftini. Men vit kunna ikki vera líka- sæl við hesi mál. Tey nema við grundleggjandi viðurskifti í okkara samfelag og hava avger- andi týdning fyri okkara fram- tíð. Tí áttu tey eisini at havt fremstu raðfesting í orðaskiftin- um í hesum døgum. Tað hava tey ikki. Nú eru nokkso nógv ár liðin, síðani alt orðaskiftið í landinum snúði seg um, antin ein studentaskúli skuldi byggjast á Kambsdali ella í Gøtudali. Við bili tekur tað fáar minuttir – 5 ella minni – at koyra millum hesi bæði støðini. Kortini hevði tað heilt avgerandi týdning fyri summi, at skúlin skuldi vera á Kambsdali, og fyri onnur, at hann lá í Gøtudali. Eru vit føroyingar spesialistar í at klandrast? Nú hava vit so fingið eitt flagg at klandrast um aftrat. Tað er ringt at skilja, at tað skal hava nakran avgerandi týdning, um ein miðnámsskúli liggur í Vági, í Hovi ella á Tvøroyri. Tað er ikki langt ímillum hesi plássini. Rætt er tað, at vegaútbyggingin í Suður- oy er dragnað afturút í mong ár. Tað var tann tí, í 60-unum, at vit norðoyingar gløddu við, tá vit komu til Suðuroyar og upp- livdu tað góða vegasambandið. Smiril var hafturímóti einki at reypa av, heldur ikki tann fyrsti Smyril. Nú er vent í holuni. Í ár kemur ein nýggjur Smyril, ið er so stórur, góður og siglir so skjótt, at í roynd og veru verður talan um eitt flótandi vegasam- band millum Suðuroynna og meginøkið. Tá tunnilin millum Øravík og Hov er liðugur, fer tað ikki at taka langa tíð at koyra millum høvuðsplássini í oynni, Tvøroyri og Vág. Úr Vági og til Sumbiar er eisini gott vegasamband. Tunlarnir í norðaru helvt av oynni eru afturímóti ikki tíðarhóskandi longur. Hvar er trupulleikin við, at miðnámsskúlin verður bygdur í Vági, har tað – verður sagt – longu eru brúktar 8 miljónir til endamálið? Eg man neyvan vera einsamallur, tá eg sigi, at eg skilji ikki viðgerðina hjá løgmanni av hesum máli. Mær tykir – fyri at siga tað bart út – at Jóannes Eidesgaard ber seg ikki at sum løgmaður í hesum máli, men heldur sum lokal- politikari á Tvøroyri. Tað einasta avgerandi tykist at vera, at skúlin skal ikki liggja í Vági. Hann skal til Hovs, sum liggur nærri Tvøroyri og møgu- liga sum kommuna verður løgd saman við Tvøroyrar Komm- unu. So er skúlin hóast alt inn- an fyri tað rætta kommunu- markið. Hovi er uttan iva eitt hugna- ligt pláss og hovbingar eisini sum fólk. Men har er ikki nógv at fara til. Ung, sum ganga í miðnámsskúla, fara væntandi ikki at búgva í Hovi. Tey skula koyra í og úr skúla. Skula tey eisini koyra til Vágs ella Tvør- oyrar, hvørja ferð ein frítími er, verður nógv koyring. Landsstýrið hevur – við vilja – fløkt hetta mál saman í ein ellibita við at bjóða vágbingum eitt ellis- og røktarheim í staðin fyri ein miðnámsskúla. Hesi mál hava als einki hvørt við annað at gera og áttu at verið viðgjørd hvørt sær. Hetta er einki uttan ein roynd at gera ein rossahandil. Tað er eisini vert at hava í huga, at landið rindar kostnaðin av skúlanum, meðan kommunurnar skula taka stig til ellis- og røktarheimið. Tað er einki at siga til, um flestu vágbingar heldur vilja hava skúlan. Tað er munur á at fáa eitt heim við fólkum, sum skula hava hvíld og røkt sínar seinastu dagar, og so ein skúla við fólkum, sum hava lívið framman fyri sær. Nú kom so Vágs Býráð við einum tilboði um realitetssam- ráðingar við Tvøroyri um kommunusamanlegging, og Tvøroyrar Býráð tekur einmælt undir við hesum. Tann møgu- leikin hevur ligið langt burturi frammanundan. Løgmaður er skjótur at boða frá, at hetta broytir einki í støðutakan Landsstýrisins viðvíkjandi miðnámsskúlanum. Hann hevði møguleikan at fáa eina søguliga hending framda, men valdi at avhøvda møguleikan fyri einari kommunusamanlegging millum tær stóru kommunurnar í Suð- uroynni nú – og væntandi langt fram í tíðina. Hvat er tað, sum gongur fyri seg? Tá politikarar fløkja mál upp í ein strúgva, fái eg altíð illtanka um, at okkurt býr undir. Og mong munna taka tað illa upp, tá eg eri so bersøgin at siga, at eg haldi spurningin um makt búgva undir. Tað er jú alkunnugt, at í mong Harrans ár hevur Javn- aðarflokkurin havt ræðið í størstu kommunu í oynni, hóast nøkur undantøk hava verið. Tað hevur ikki ongan týdning fyri ein flokk at hava so stórt vald í einari stórari kommunu, sum Javnaðarflokkurin hevur á Tvøroyri. Tann maktin ávirkar eisini umboðanina á Løgtingi. Verða kommunurnar í oynni lagdar saman, minkar møgu- leikin hjá Javnaðarflokkinum at varðveita sína stóru makt á kommunala økinum. Tað kann fáa heilt stóran og negativan týdning fyri flokkin. Man tað vera so livandi galið, at mín illtanki er rættur? At javnaðaroddafólk á Tvøroyri vilja als ikki hava eina kommunusamanlegging, tí at hetta fer at minka um teirra vald? Tað verður spennandi at síggja. Miðnámsskúlin og maktin Framhald av síðu 39 … Um útlendingar og kommunuval í Føroyum