fríggjadagur 29. apríl 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 81 - 30. apríl 2005
Heimarøktin
Sandoyar øki
søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi
Fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi verð-
ur søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi frá 1.juni 2005 ella
eftir nærri avtalu, til 31. august 2006.
Søkt verður eisini eftir sjúkrarøktarfrøðingum og
heilsurøktarum sum frítíðaravloysarir í tíðarskeiðn-
um 1. juni 2005 til 31. august 2005. Setunarbrøkir
eftir avtalu. Umsøkjarnir mugu kunna arbeiða í
skiftandi vaktum.
Heimarøktin Sandoyar Øki er ein skipan,har heima-
røkt, røktarheims- og sambýlis røkt og rakstur er
samskipað.
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi:
• Við røktarfakligum royndum.
• Sum hevur hug og hegni at samstarva við
ymiskar fakbólkar.
• Sum hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða
starvsfelagaðar, lesandi og næmingar.
• Sum hevur hug at starvast bæði inni á
bústovnum og úti í heimarøktini.
Vit kunnu bjóðað:
• Eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt
verður tvørfakligt.
• Eitt starv við skiftandi avbjóðingum.
• Eitt starv í einum økið sum er í støðugari
menning.
Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
økisleiðaran Ásu Davidsen tlf. 213890 / 361749.
Umsókn við avriti av autorisatión, prógvum v.m.
verður at senda til:
Heimarøktina Sandoyar Øki, Àargarður
210 Sandur
Umsóknarfreist: 17. mai 2005
Miðnámsskúlin
í Suðuroy
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi
verða frá 1. august 2005 nøkur størv sum
adjunktur/lektari ella tímalærari leys at søkja.
Eitt starv í evnafrøði og eitt starv í samfelagsfrøði
saman við øðrum studentaskúlalærugreinum,
herundir telduvegleiðari.
Tímar, uml. 4, í hesum lærugreinum: spanskt, enskt,
latín, heimsspeki, alis/evnafrøði, lívfrøði, geografi,
tónleikur, fornaldarfrøði og sálarfrøði.
Umsøkjarar skulu tilskila, í hvørjum lærugreinum
teir hava undirvísingarførleika (høvuðsgrein,
hjágrein ella annað), og um teir hava námsfrøðiliga
útbúgving. Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga
útbúgving, og sum verða settir, skulu í august
mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, sum
Mentamálaráðið skipar fyri.
Skúlin fer í tilmæli sínum um setan í fast starv at
leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til
føroyskt mál og føroysk viðurskifti, og um teir ikki
hava tað, at teir eru sinnaðir at ogna sær innlit og
vitan um hetta. Harumframt fer skúlin at leggja
dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka lut í
menningini av einum góðum námsfrøðiligum
skúlaumhvørvi, har samstarv, nýggir arbeiðshættir
og KT eru týðandi tættir.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um endamál
skúlans við at venda sær til leiðslu skúlans ella við at
vitja heimasíðu skúlans: www.midnam.fo
Starvssetanin verður sambært sáttmála millum
Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara (YF) og
Fíggjarmálastýrið. YF-umsóknarbløð fáast frá
Yrkisfelagnum ella frá skúlanum (tlf. 373622, faks
374026, e-mail midnam@midnam.fo)
Umsóknin skal sendast til
Miðnámsskúlan í Suðuroy
att. Ole Laursen, deildarleiðari
900 Vágur
í seinasta lagi 10. mai 2005.
Lýst verður eftir tímalærara í leiklist 4 løntímar/-
viku frá 1. august 2005 til 1. juli 2006.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum YF
(Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og
Fíggjarmálaráðið.
Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal
hjáleggjast.
Umsøkjarar uttan endaligt prógv kunnu eisini
søkja.
Umsóknir skulu vera rektaranum í hendi í seinasta
lagi 9. mai 2005.
FØROYA STUDENTASKÚLI
OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • FO-188 Hoyvík
Tlf. 312973 • Fax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: kl. 8.00-15.00
Málaraarbeiði
Viðareiðis kommuna søkir eftir arbeiðstakara at
mála nýggja skúlan,gamla skúlan og lærarahúsini á
Viðareiði.
Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi 10. juni
2005.
Áhugað kunnu fáa meira at vita við at venda sær til
kommununa.
Viðareiðis kommuna
FO-750 Viðareiði
tlf. 451083 ella 223563
Fax 451094
T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Broyting av
upplatingartíð á
Røntgendeildini
Frá 1.mai 2005 er upplatingartíðin á Røntgendeild-
ini fyri kanningar uttan tíðaráseting broytt.
Opið er kl. 08.00-12.00
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Broyting
í Almennu Byggisamtyktini fyri part
av økisparti B2.2 til D5.3 innanfyri 3.
grundlendi í Klaksvíkar Kommunu
Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í
løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, at Klaksvíkar
Býráð á fundi 16. desember 2004 hevur samtykt
at broyta ásetingarnar fyri matr.nr.91 og 92 í økis-
parti B2.2 innanfyri havnaøki til mentanarøki -
merkt D5.3 - útlagt til trivnaðar,- mentanar,-
handils- og matstovuvirksemi.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á
býráðsskrivstovuni til 23. mai 2005.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu
verða býráðnum í hendi seinasta lagi 1. august
2005 fyri at koma við í býráðsins endaligu við-
gerð av broytingini.
Klaksvík 30.apríl 2005
Klaksvíkar Býráð
Lesið
-so eru tit við!