hósdagur 7. september 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
21
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 171 - 7. september 2000
Nr. 171 - 7. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Gunnar A. Gunnarsson
projektleiðari fyri TÚN
heitti á L/F Meginfelag
Búnaðarmanna um at finna
útav hvussu Føroyar kundu
verða umboðaðar. MBM
byrjaði samstarvið og heitti
síðani á undirritaða Bjørn
Patursson, um at taka sær
av samstarvinum.
Samstarvið er fíggja við
at londini sjálvi gjalda eina
góða helvt meðan NORA
fíggjar 49 prosent. Føroyska
fíggingin kemur frá MBM
og Føroya Jarðarráði. Ætl-
anin er at søkja stuðul til
útgávu av faldarum o.tl. frá
áhugabólkum.
Úrvalið á framsýningini er
breitt og fevnir um prýðis-
lutir og brúkslist úr kopari,
stáli, granitti og øðrum til-
fari. Samanlagt er talan um
yvir 50 lutir, ymiskligir í
bæði skapi og vavi, ið verða
sýndir fram undir merkin-
um »Erik Olsen Design«.
Erik Olsen er føddur og
uppvaksin á Líðini í Ritu-
vík, har hann var borin í
heim í 1931 sum triðyngstur
av ellivu systkjum. Síðani
1956 hevur hann fyri tað
mesta búð í Íslandi og Dan-
mark, síðstu fimtan árini í
Esbjerg.
Í uppvøkstrinum ráddi
um at læra at standa á egn-
um beinum í øllum viður-
skiftum, og at duga hand-
verk av ymsum slagi var at
kalla ein grundleggjandi
treyt í gerandisdegnum.
Longu á ungum árum
fekk Erik áhuga fyri meira
listarligum handverki, og 24
ára gamal evnaði hann úr
messingi fleiri hondgjørdar
lutir — væl hjálptur av páp-
anum Hendrik á Líðini, ið
var tiltikið fittur í hondun-
um.
Áhugin kyknaður aftur
Við árunum er áhugin fyri
listarliga
handverkinum
kyknaður aftur, kanska ikki
minst gjøgnum arbeiðið
sum faklærdur bilbyggjari,
og síðstu 10-15 árini hevur
Vistfrøðiligur
landbúnaður
Tað var í 1998, at Vottunarstofan TÚN í Íslandi tók stig til at dagføra tann
íslendska Økoligiska Standardin. Føroyar og Grønland hava ikki slíkan standard.
Ísland tók stig til at bjóða Føroyum og Grønlandi við í eitt samstarv um hetta
evni.
Samstarvið er býtt í tvinn-
ar partar. I og II. Fyrsti part-
ur verður nú avsluttaður við
útgávu at trimum faldarum
á føroyskum máli. Einum
høvuðsfaldara sum er leið-
beinandi um hvussu vátta
verður, at vøra er vistfrøði-
lig og um hvussu ein ger
seg til reiðar at fara undir
vistfrøðiliga framleiðslu og
til at fáa váttan. Hinir báðir
faldararnir snúgva seg um
vistfrøðiligt seyðahald og
ullaframleiðslu, sum vit
halda í fyrstu atløgu er tann
vinnugreinin innan land-
búnaðin, sum lættast er at
fara undir.
Tað er í sambandi við
avslutningin av I. parti at
projektleiðarin Gunnar A.
Gunnarsson frá Vottunar-
stofuni TÚN í Íslandi kemur
á vitjan í Føroyum. Vitjanin
verður í døgunum 13. til 20.
september. Skráin inniheld-
ur í høvuðsheitum vitjanir
á bóndagørðum, hjá fyri-
tøkum og stovnum sum
kunnu hugsast fáa tilknýtið
til framleiðslu og handil við
vistfrøðiligum vørum, eins
og ætlanin er finna stovn/
persón sum í framtíðini
kann
útbúgvast
til
”inspektør” ella góðkennara
tá framleiðarar (bóndur) og
framleiðslufyritøkur
og
handlar skulu góðkennast
eftir møguliga Føroyskum
standardi. Á vitjanini er eis-
ini ætlanin at gera eina ella
fleiri royndargóðkenningar
av áhugaðum framleiðarum
(bónda), um nakar finst sum
hevur áhuga.
Projektbókurin
skal
somuleiðis halda fund um
framhaldandi samstarvið í
parti II sum so smátt er farin
í gongd og væntandi kemur
at strekkja seg til seinna
partin av 2001.
Rituvíkingur í útlegd
sýnir fram í Smiðjuni
Týsdagin 12. september letur útlagni rituvíkingurin Erik Olsen upp áhugaverda
og forvitnisliga framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Erik Olsen soleiðis miðvíst
arbeitt við at gera ymsar lut-
ir úr komprimeraðum stáli
og kopari og granitti.
Mangan kunnu ganga upp
í ár frá hugskoti til endaligt
úrslit, og gjarna leggur Erik
stóran dent á, at skap, litir
og funktión skulu ganga
upp í eina hægri eind, sam-
stundis sum handverksliga
dygdin hevur nógv at siga.
So líðandi hevur talan
verið um alsamt størri lutir,
og »Erik Olsen Design«
fevnir í dag um alt frá fleiri
røðum av ljósastakum og
skálum til borð, stólar og
spegl, har omanfyri nevnda
tilfar gongur sum ein reyður
tráður gjøgnum øll lista-
verkini.
Seinnu árini hevur Erik
Olsen sýnt fram listaverk
síni einar tvær til tríggjar
ferðir um árið. Hann hevur
sýnt fram í Rosendal Kunst-
handel í Århus, Føroyinga-
húsinum í Keypmanna-
havn, á framsýningum hjá
listafelagnum í Ribe amti,
umframt á mongum bóka-
søvnum og peningastovn-
um.
Fyri tveimum árum síðani
var Erik við á framsýningini
»Hendur og hugflog« í
ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn, og nú vitjar hann so
aftur — hesa ferð við egnari
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík, har hann leggur
dent á at vísa eitt breitt úrval
av øllum tí, hann hevur
greitt úr hondum.
Framsýningin letur upp
týsdagin 12. september kl.
17, tá bygdamaðurin hjá
Eriki, Hans Tausen Olsen,
býráðslimur í Runavík, fer
at seta framsýningina. Síð-
ani verður framsýningin
opin í tvær vikur, til sunnu
dagin 24. september, hvønn
dag frá kl. 14 til 20.
STEFAN Í SKORINI
Fyri at viðskiftafólk ikki
skulu renna frá Peri til Pól
á Føroya Tele, so kann alt
fáast á einum stað á
vinnudeildini, sum veitir
loysnir á øllum økjum.
Føroya Tele hevur sein-
astu tíðina styrkt um
vinnudeildina við fleiri
starvsfólkum.
Virkis-
rágevararnir
eru
ein
týdningarmikil partur av
deildini, og teirra uppgáva
er at veita vinnulívskund-
um ráðgeving.
Inngongdin hjá
vinnulívinum
Vinnudeildin á Føroya Tele tekur sær
fyrst og fremst av vinnulívskundun-
um, sum navnið eisini ber boð um
Á vørumessuni verður
møguleiki hjá teimum
vitjandi at royna útgerð-
ina. Tað er fyrst og fremst
digitalir vekslarar, sum
verða sýndir fram. Hesir
geva m.a. møguleika fyri
tráðleysum
sambandi
millum bygningar.
Framyvir fer vinnu-
deildin eisini at geva aðr-
ar meira smidligar loysnir
innan datasamskifti. Her
er talan um Frame Relay,
sum er meira smidligt
datasamskifti.
STEFAN Í SKORINI
Tað, sum inventartæn-
astan leggur størst dent á
dagliga, er skrivstovu-
handils- og goymsluinn-
búgv. Tað verður eisini
fyrst og fremst slíkt inn-
búgv, sum verður sýnt
fram á vørumessuni.
Harumframt verður eis-
ini møguleiki at síggja alt
tilhoyr til handlar og
skrivstovur, sum inventar-
tænastan hevur at bjóða.
Til ber at síggja framsýn-
ingina hjá inventartænast-
uni í hølum teirra við
Heygsvegin.
Annars hevur inventar-
tænastan fleiri onnur sløg
Alt innanveggja
Inventartænastan kann veita við-
skiftafólki sínum alt, sum tørvur er
á innanveggja
STEFAN Í SKORINI
Í 37 ár hevur P/F Sjóklæð-
ir framleitt oljuklæðir. Tey
eru fyrst og fremst ætlað
arbeiðsfólki í fiskivinn-
uni, har tað serliga er um-
ráðandi at halda seg turr-
an.
Sjóklæðir
framleiðir
mest oljuklæðir til sjó-
menn, men eisini onnur
sløg av klæðum verða
framleidd. Tað eru svintur,
kitlar o.a. til fiskavirkir.
Eisini ber til at fáa ketil-
draktir frá Sjóklæðum.
Fyritøkan hevur ikki
gjørt serliga nógv við
marknaðarføring tey sein-
astu árini, men á vøru-
av innbúgvi, og til ber at
fáa alt, sum tørvur er á
innanveggja í einum
handli
ella
eini
skrivstovu, eisini øll
smáting á økinum.
Eisini útvegar inventar-
tænastan klædnaskáp til
starvsfólk og innbúgv til
skúlar sum talvur o.t.
Inventartænastan byrj-
aði virksemi sítt í 1990.
Fyrst varð hildið til í R.C.
Effersøesgøtu, men fyri
trimum árum síðani varð
flutt í hølini við Heygs-
vegin. Núverandi eigarin
er Jørgin Petersen, og trý
fólk arbeiða hjá inventar-
tænastuni.
Hildið turt
síðan 1963
P/F Sjóklæðir í Klaksvík er ein av
teimum fáu fyritøkunum á vørumess-
uni, sum sjálv framleiðir sína vørur
messuni fara tey at hava
eina framsýning við teim-
um flestu vørunum, sum
tey hava at bjóða.
Seks ársverk eru í
Sjóklæðum, og tað eru
fleiri av teimum somu,
sum hava verið har í nógv
ár.
Fyri kortum hava tey
havt fyrispurningar úr
Íslandi um at innflyta og
selja teirra vørur, og teir
møguleikarnir
verða
kannaðir í løtuni.
Sosialurin - 311820
bjóðar
vælkomin til
bjóðar
vælkomin til
8. - 10. september
8. - 10. september
V Ø R U M E S S A N
SCANVÆGT
SCANVÆGT
SCANVÆGT
Básur nr. 17
S C A N V Æ G T A / S
V e s t u r g ø t a 2
F O - 1 0 0 T ó r s h a v n
Te l . 3 1 5 9 0 5
F a x 3 1 8 5 0 0
V Ø R U M E S S A N
V Ø R U M E S S A N
VIT
SÍGGJAST
Á
VØRU-
MESSUNI
2000