hósdagur 7. september 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
23
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 171 - 7. september 2000
Nr. 171 - 7. september 2000
gult cyan magenta svart
Argja bóltfelag skipaði fyri
stórari fótbóltskapping í Ar-
gjum, vikuskiftið 11. til 13.
auguyst. Tilmeldað vóru 36
lið, og varð kappast á hálv-
um vølli. Pinkulingar leiktu
tó á fjórðings vølli.
Byrjaði fríggjakvøldið, tá
partur av innleiðandi dyst-
unum vórðu leikti. Síðani
varð hildið fram leygardag-
in, tá spælt varð frá morgni
til myrkurs, og sunnumorg-
unin vórðu so seinastu dyst-
irnir leiktir.
Leygardagin, tá flestu
dystirnir vóru á skránni,
regnaði nakað, men bæði
frígga- og sunnudagin var
turt. Sum skilst vóru allir
luttakarar væl nøgdir við til-
takið, og hjá fyrireikarunum
gekst eisini væl at avgreiða
kappingina til ásettu tíðina.
Vinnandi liðini, sum
síggjast á hesum síðum,,
fingu heiðursmerki frá Toy-
ota, sum eisini lat heiðurs-
merki til liðini, sum endaðu
sum nr. tvey og trý.
Harumframt fingu vinn-
ararnir eisini ognarsteyp,
sum vórðu latin av Blaslev,
Búðsetur, Eikini, Føroya
Banka, Føroya Lívstrygg-
ing, Kemilux, Profa farvur,
Sosialinum, Statoilstøðini á
Argjum, Suðuroyar Spari-
kassa og Sveipi.
Vegna fyrireikararnar úr
AB skulu vit takka teimum,
sum tóku lut í kappingini,
eins og ein heilsan verður
borin stuðlunum.
Toyota-Cup á Argjum
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Stór summarkapping í fótbólti var fyriskipað á Argjum í
døgunum 11.-13. august. Ætlanin er at fyriskipa slíka
kapping á hvørjum ári
Kappingina hjá pinkum vann AB
JÁKUP MØRK
Síðani summarsteðgin hev-
ur Tummas Pauli Olsen,
sum annars hevur verið
hjálpardómari, eisini dømt
dystir í bestu føroysku
mansdeildini.
Hetta í sjálvum sær er
kanska ikki so merkisvert,
og yvirhøvur tykist hann
eisini at vera komin væl frá
uppgávu síni í so máta.
Í stríð við FIFA reglur
Trupulleikin við hesum er,
at hetta er beint í stríð við
tær reglur, sum altjóða fót-
bóltssamgongan,
FIFA,
hevur viðtikið á økinum.
FIFA setir nevnliga sum
treyt, at ein hjálpardómari í
FIFA-høpi ikki kann døma
dystir í fremstu heimligu
deildini. Hetta hevur áður
ført til skarpskeringar heima
í Føroyum, men nú noyðir
dómaratrotið FSF at seta
hesa lóg til viks.
Óli Holm, formaður í
dómaranevnd FSF’s sigur
við Sosialin, at orsøkin til,
at FSF nú víkir frá teimum
reglum, sum FIFA hevur
stungið út í kortið, er sjálv-
sagt, at tað í løtuni er veru-
ligt trot á dómarum. Hann
sigur, at talan sum so ikki
er um nakað krav frá FIFA,
men viðgongur tó, at FSF
áður hevur hildið fast um
hesar reglur, sum eisini
verða nýttar í øllum granna-
londum okkara.
Hann heldur ikki, at talan
sum so er um nakra nýggja
støðu, men at hetta er vorðið
serliga týðuligt, nú tríggir
royndir dómarar innan stutt-
a tíð hava lagt frá sær.
Talan er um Oddmar An-
dreasen og Birgir Sondum,
sum báðir kendu seg illa
viðfarnar, umframt at Kim
Ejdesgaard í summar legði
floytuna endaligt á hillina,
eftir at hava dømt í fremstu
deildini í nógv ár.
Betra um karmarnar
Spurdur, um hvørji tiltøk
FSF ætlar at seta í verk til
tess at fyribyrgja hesum tru-
pulleika, vísir Óli Holm á,
at FSF hevur gjørt eitt stórt
arbeiði á hesum øki seinastu
árini.
Eitt nú hava seinastu 7-8
árini verið hildin reglulig
skeið fyri verandi dómarar,
eins og ein føst útbúgving-
arskipan hevur virkað í eini
6-7 ár.
Óli Holm vónar, at hetta
eisini fer at vísa seg um
nøkur ár, soleiðis at tað
verður ein javnari streymur
av dómarum. Í løtuni er
støðan nevnliga tann, at ald-
ursbýtið millum dómarar-
nar er ógvuliga ójavnt, so-
leiðis at vit hava nakrar
dómarar við nógvum royn-
dum, meðan vit hava nakrar,
sum hava lítlar royndir í
bestu deilini. Síðani er eitt
stórt glopp ímillum hesar,
og hetta má sigast at vera
ein óheppin støða.
Formaðurin í dómara-
nevndini vísir tó í sama við-
fangi á, at uppgávan hjá
FSF í hesum sambandi er
at skapa nóg góðar karmar
til dómararnar at virka und-
ir. - Sjálv rekruteringin av
komandi dómarum er ein
uppgáva, sum feløgini eiga
at taka sær av, sigur for-
maðurin.
Týdningarmikið við
felag
Við hesum meinar hann við,
at tað ikki skal ella eigur at
vera uppgávan hjá FSF at
finna fram nýggj dómara-
evni og eggja hesum til. –
Verður tann ábyrgdin tikin
frá feløgunum, kann hetta
geva úrslit í eini líkasælu á
økinum, soleiðis at feløgini
als ikki gera nakað við mál-
ið.
Óli Holm vísir eisini á, at
eitt nú í Noreg eru dómarar
framhaldandi limir í ymsu
fótbóltsfeløgunum, og eru
teir tá aktivir í arbeiðinum
hjá feløgunum at uppala
nýggjar dómarar.
At dómarar framvegis eru
knýttir at feløgum, merkir
tó á ongan hátt, at FSF ikki
vil hava nakað dómarafelag.
Óli Holm sigur, at tað er av
alstórum týdningi, at dóm-
ararnir hava eitt felag, sum
kann tala teirra felags søk.
Sjálvur heldur hann, at
dómarafelagið, hóast sera
trongar karmar, hevur virk-
að væl, og heldur hann, at
gott samstarv hevur verið
millum FSF og felagið. Na-
kað sum kanska kann tykj-
ast ilt at skilja, tá dómarar-
nir í vár hóttu við verkfallið.
Dómaratrot noyðir FSF at
broyta FIFA prinsipp
Orsakað av dómaratrotið, er FSF noytt at bróta tær av FIFA fyriskrivaðu reglur um, at FIFA skrásettir hjálpardóm-
arar ikki kunnu døma í fremstu heimligu deildini
Eitt verkfall, sum tó varð av
ongum, tá tað kom til
stykkis.
Harmur um missin
Ein avleiðing av hesum var,
at Oddmar Andreasen fyri
fyrst hevur lagt floytuna á
hillina, og í summar gjørdi
Birgir Sondum av, at hann
ikki verður tøkur at døma
dystir, tá sum eftir er av ár-
inum.
Um hetta sigur Óli Holm,
at teir sjálvsagt eru keddir
um missin av tveimum so-
mikið royndum dómarum,
men hann vísur aftur, at FSF
skal hava gjørt ov lítið, til
tess at halda teimum til.
- Tá dómarar taka eina
slíka avgerð, eru vit noyddir
at taka hana til eftirtektar.
Vit eru noyddir at virða teir-
ra ynski um at fáa ein steðg
í dømingini, men tað merkir
ikki, at vit ikki harmast um
støðuna, sigur Óli Holm at
enda.
Bæi Birgir Sondum og Oddmar Andreasen hava fyri fyrst lagt floytuna á hillina, og
hetta hevur viðvirkað til akutta dómaratrotið
Savnsmynd
Í smádreingjadeildini gjørdist B36 vinnari
Kvinnudeildina vann AB
B71 vann kappingina hjá teimum 14-17 ára gomlu gentunum
Vinnari av piltum: AB
Smápiltakappingina vann VB
Tær úr HB vunnu kappingina hjá gentum 12-14 ár
10-12 ára gomlu VB genturnar fóru heim aftur við gullmerkjum
Teir yngstu hjá HB vunnu pinkulingakappingina