hósdagur 7. september 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
25
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 171 - 7. september 2000
Nr. 171 - 7. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
DEILDARLEIÐARI
á Sýnsdeildini
Av tí, at ov fáar umsóknir komu til starvið, verður søkt av nýggjum
eftir deildarleiðara til Sýnsdeildina á Bileftirlitinum til setan skjótast
gjørligt.
Starvslýsing:
Deildarleiðarin hevur mótvegis stjóra stovnsins ábyrgd av Sýnsdeild-
ini og er partur av leiðslubólkinum á stovninum. Deildarleiðarin skal
mótvegis stovnsleiðsluni, trúfast og samvitskufult umboða áhugamál
stovnsins.
Deildin umfatar:
• regluligt sýn og umsýn
• tekniskar kanningar og uppmátingar av akførum
• skrásetingarsýn av lastbilum og bussum
• dagføring av lógum og kunngerðum og reglugerðum á biltekniska
økinum
• umsiting av floksgóðkenningum og meginfloksgóðkenningum
• tekniskar lýsingar og kravfestingar fyri akfør
• tekniskar kravfestingar fyri eftirlitsarbeiðið
• dygdartrygging av eftirlitsarbeiðinum
• útbúgving av starvsfólki í sýnsdeildini
• umsjón og viðlíkahald av sýnshøllum og útbúnaði stovnsins
• viðlíkahald av tænastuakførum
• góðkenning og eftirlit við bilverkstøðum til umsýn
• samstarv við Bileftirlit í hinum norðurlondunum
• annað norðurlanda samstarv
Umframt deildarleiðaran, starvast í Sýnsdeildini í løtuni 4 sýnsmenn,
sum vísa til deildarleiðaran.
Førleikakrøv:
Tann, sum settur verður í starvið, skal ástøðiliga vera tekniskt væl
fyri, so sum verkfrøðingur ella maskinmeistari, hava drúgvar royndir
á biltekniska økinum, góð samstarvs- og leiðaraevni og kunna ar-
beiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og við-
komandi fakfelag. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálastýrið við til-
hoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðal-
stýri.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup
Jacobsen ella Hans J. Stenberg á tlf. 350 400. Umsóknir saman við
prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18.
september 2000.
Bileftirlit Føroya
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
110 Tórshavn
Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálastýrinum og hevur sum endamál at
fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega
fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting. Stovn-
urin er skipaður í 3 deildir. Umframt høvuðssæti í Tórshavn, hevur stovnurin sýns-
deildir um alt landið. Á Bileftirlitinum starvast 17 fólk.
BILSMIÐJULÆRLINGUR
SØKIST
Sosialurin - 311820
Akranesgøta 5 - FO 100 Tórshavn - Tel. 313873
Fax 311173 - Heimasíða: www.wenzel.fo
Søkt verður eftir lærlingi til mekaniska
verkstað okkara.
Ert tú ágrýtin við áræði og hug til útbúgving
innan bilhandverki, so ert tú møguliga tann
vit leita eftir.
Vit bjóða tær lærutíð á sera framkomnum
verkstaði við øllum nútíðmans hentleikum
og góðum arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú 10. floksprógv folkaskúlans og/ella
SIT prógv og helst koyrikort - so send
okkum skrivliga umsókn sum skjótast.
P/F Wenzel – Ford í Føroyum
Att.: Anthonius Dalsgaard, verkførari
Akranesgøta 5
100 Tórshavn
Fiskamerkir
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn,
sum skulu luttaka í lutakasti um 10000
kr., er 18. september 2000.
Fiskirannsóknarstovan
Nóatún, Postrúm 3051
FO-110 Tórshavn
Tlf. 315092, Fax 318264
Inoculate
Virus-skannari
Kr:875,-
IT
www.com-data.fo
Printari
Skannari
Fax
Kopi
Kr: 8.125,-
HP OfficeJet G85
Ljóð-
útgerð
til brúdleyp, føðingar-
dagar o.a. til leigu.
Eisini fæst videokanón
og ljós sera bíliga.
Intro
v/Dánjal Petersen
Gæsugøta 9
100 Tórshavn
Telefon 22 18 85
Marknaðarleiðari
søkist
Rás 2 søkir eftir einum fólki at umsita markn-
aðardeildina. Arbeiðið fevnir um marknaðar-
føring, sølu, tilboðsveiting, umsiting av lýs-
ingaframleiðslu og debitorbókhald.
Søkjari skal hava hollan málsligan kunn-
leika í skrift og talu. Søkjarar við royndum
frá líknandi arbeiði hava fyrimun.
Fyri rætta søkjaran er talan um eitt vællønt
starv í nýggjum og spennandi umhvørvi.
Umsóknir skulu vera Rás 2 í hendi innan
15. september. Hava tit hug til eina samrøðu,
ring á tel. 35 99 99 og avtala tíð við Petur
ella Óla Jákup.
Rás 2 er ein privat rikin útvarpsstøð, sum eftir 1.
oktober hoyrist av 90% av landsins íbúgvum. 8 fólk
starvast fast á Rásini, umframt 22 free-lancarar. Rásin
er óheft politiskt og trúarliga, fær ongan almennan
stuðul, og hevur ikki heimild at krevja lurtaragjald.
Rásin hevur høvuðsskrivstovu og 4 studio á Hoyvíks-
vegi 61 í Havn, umframt studio á Rygsvegi 3 í Klaks-
vík og eitt mobilstudio.
Elfelagið
Maskinmeistari
søkist til
til Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinmeistari á Sunds-
verkinum er leyst at søkja.
Við tað at Sundsverkið er í rakstri alt sam-
døgrið alt árið krevur starvið, at viðkom-
andi er til reiðar bæði á átaka sær alt
vanligt dagligt viðlíkahaldsarbeiði í sam-
starvi við manningina á Sundsverkinum
annars, og eisini at luttaka sum hjálpar-
maður (2. maður) á vakt uttan fyri vanliga
arbeiðstíð.
Tað er ikki eitt krav, at viðkomandi hevur
fulla
maskinmeistaraútbúgving,
men
kundu vit hugsað okkum, at umsøkjararnir
hava í minsta lagi tvey ára maskinmeist-
araskúlaprógv ella javnbjóðis førleika.
Royndir innan maskinmeistarayrkið eins
og full maskinmeistaraútbúgving geva um-
søkjarum fyrimun.
Lønin verður sambært sáttmála millum
SEV og Maskinmeistarafelagið í 3. lønar-
flokki.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Osvald Hansen, verkmeist-
ara á Sundsverkinum ella til Bjarka Her-
mansen ella John P. Danielsen á skriv-
stovu okkara í Havn, telefon 311366.
Umsóknir saman við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til
Elfelagið SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórs-
havn og skulu vera SEV í hendi í seinasta
lagi tann 27. september 2000.
Tórshavn, tann 5. sept. 2000
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2664,
Sp/f LIDO Seafood, 220
Skálavík.
Vi›tøkur broyttar:
18.06.2000.
Kapitalur: Hækking vi›
kr. 900.000,00 til kr.
2.200.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 600.000,00 til
kurs 100 og kr. 300.000,00
vi› skuldarumskifti til kurs
100.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Joen
Hendrik Elias Egholm
Olsen, 220 Skálavík
(forma›ur), Joen Peter
Petersen, Flatnager›i 19a,
100 Tórshavn og Birgir
Sondum, Brekkugøta 5,
100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina:
Jógvan Sundstein, Skáki›
9, 100 Tórshavn
(forma›ur),Dánjal Petur
Olsen, Vegavænget 19,
DK-2620 Albertslund og
Ejler Jacobsen,
Marknagilsvegur, 100
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Dánjal
Petur Olsen,
M‡risnípuvegur 36, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 4.
september 2000
Kristin Balle
______________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett ni›anfyri
standandi frábo›an:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2902,
Sp/f TeleTænastan, 470
Ei›i.
Vi›tøkur broyttar:
02.08.2000.
N‡tt navn: P/F
TeleTænastan
Kapitalur: Hækking vi›
kr. 420.000,00 til kr.
500.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 420.000,00 til
kurs 100
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Svein Askildsen,
Valdemarsvej 315, DK-
7400 Herning (forma›ur),
Kristján Gíslason,
Sævi›arsund 95, 104
Reykjavík og Billy Hansen,
470 Ei›i.
Tekningarreglur: Felagi›
ver›ur tekna› av stjóranum
ella av allari nevndini í
felag.
Skráseting Føroya tann 5.
september 2000
Kristin Balle
______________________
Søkt verður eftir
dagrøktarmammum
Í sambandi við at skipað verður fyri dagrøkt
í Sumbiar kommunu, verður hervið søkt eftir
dagrøktarmammum.
Umsóknirnar mugu vera bygdarráðnum í
hendi í seinasta lagi tann 15. september
2000.
Sumbiar kommuna
Tlf. 370344 og fax 370114
Datanom
Í heyst verður grundskeið í Datanomút-
búgvingini. Endamálið við skeiðnum er at
geva tær innlit í høvuðsumráðini í menn-
ing av dataskipanum og forritan eins og
onnur datamatisk hugtøk, so tú verður
førur fyri at fylgja undirvísingini í teimum
ymsu lærugreinunum á teimum ymsu
breytunum. Samlaða undirvísingartímatal-
ið er 48 skúlatímar. Freistin at tekna seg
er 15. september. Undirvísingin byrjar 20.
september og próvtøkan verður í januar
2001. Kostnaðurin er 2250 kr. Meira fæst
at vita við at fara á heimasíðuna
heima.olivant.fo/~jonsen/datanom ella
venda sær til skúlan.
Føroya Handilsskúli
Sølufólk søkist
Vit sóknast eftir sølufólk til gólvdeild okkara
í Vøruhúsinum á Hjalla. Eru spurningar hes-
um viðvíkjandi, kunnu tygum venda tygum
til deildarleiðaran, Sólbjørn Thomsen, tlf.
342500.
Skrivlig umsókn í seinasta lagi mánadagin
11.9.2000.
Vøruhúsið
á Hjalla
Postboks 1019
110 Tórshavn
www.safari.fo
SAFARI
TRANSPORT
V¯RUKOYRING/
FLOGFRAKT
Sosialurin - 311820
Tel. 32 22 22
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650