týsdagur 3. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 82 - 3. mai 2005
Ein motorsúkkla rendi á
ein
persónbil
millum
rundkoyringina og berg-
holið í Leynum. Hetta
hendi um hálvgum fimm
sunnudagin.
Av løgreglustøðini í
Havn frættir Portalurin, at
maðurin á motorsúkkluni
fór á skaðastovuna í Havn
við einum brotnum armi.
Hann var væl skøddur,
men motorsúkklan fór í
knús, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
-hkm
- Ein maður smekkaði eitt
glas í høvdið á konuni á
Hotel Føroyum leygar-
kvøldið, sigur vakthavandi
á løgreglustøðini í.
Maðurin verður skuld-
settur fyri harðskap, møgu-
liga grovan harðskap.
Konan mátti út á skaða-
stovuna, har sárini vóru
seymaði aftur.
-hkm
Íslendska
løgreglan
í
Hafnafirði legði hósmorg-
unin hald á narkotika um-
borð á klaksvíksbátinum
Ekliptika. Tríggir føroying-
ar eru skuldsettir í málin-
um.
Talan var um smáar
mongdir av marijuana,
sum íslendska løgreglan
metti vera til egið brúk.
Tríggir føroyingar vórðu
eftir íslendskari lóg dømd-
ir til at gjalda eina bót.
Íslendski
løgreglumað-
urin, sum Portalurin tosaði
við, sigur, at til ber ikki at
upplýsa støddina á bótini
ella hvørjir menninir eru.
Íslendska løgreglan ger
ikki meira við málið. Av
løgreglustøðini í Havn
verður sagt, at føroyska
løgreglan ger onki við
málið, men at eitt vakið
eyga verður hildið við slík-
um bátum.
Klaksvíksbátinum Ek-
liptika liggur ikki longur í
Hafnafirði.
-hkm
Um hálvgum fýra tíðina í
sunnunáttina varð Løg-
reglan boðsend av Havna-
skrivstovuni. Ein maður
gekk ímillum bilarnar og
hevði mistonkiligan at-
burð. Tá Løgreglan kom á
staðið, hevði maðurin stol-
ið ein óskrásettan bil, og
koyrdi undan løgregluni.
Uppi við Løgreglustøð-
ina, setti maðurin bilin frá
sær og rann ímóti Abba-
trøð. Løgreglan fór eftir
honum og fangaði hann. Tá
løgreglan kom aftur til bil-
in, var hann farin á rull, tí
maðurin ikki hevði hálað í
hándbremsuna. Bilurin var
rullaður inn í nøkur trø í
Bókbindaragøtu.
Maðurin hoyrdi til ein
grønlendskan trolara og
var hann varð skuldsettur
fyri bilstuldur og rús-
drekkakoyring.
Sunnunáttina varð bumbu-
liðið hjá løgregluni í Keyp-
mannahavn boðsent, aftan
á at tríggir menn høvdu
spælt við eina hondgranat á
føroyska náttklubbanum í
K e y p m a n n a h a v n ,
Jackways.
Ein gestur segði starvs-
fólkinum frá, at tríggir
menn spældu við okkurt
sum líktist eini hondgranat.
Durðarvørðarnir kannaðu
málið, og sóu at granatin
var ordilig. Teir fylgdu so
monnunum út, og burtur-
vístu teir
Mennirnir fóru uttan
hóvasták. Samstundis boð-
aði starvsfólkið løgregluni
frá. Løgreglan kom á
staðið, og mennirnir vórðu
handtiknir ein hálvan tíma
seinni. Tá mennirnir vóru
handtiknir høvdu teir onga
hondgranat uppi á sær, og
tí varð leiting sett í verk.
Suni Reinert, ein av eig-
arunum av Jackways, var á
náttklubbanum tá hend-
ingin fór fram. Hann sigur,
at dramatikkurin ikki var
so stórur, sum tað ljóðar í
eitt nú Ekstrablaðnum.
Ekstrablaðið slóð søguna
stórt upp, og skrivaði, at alt
grannalagið rundan um
koltorgið varð avbyrgt í
seks tímar, meðan bumbu-
liðið leitaði eftir granatini.
Suni Reinert sigur við
Sosialin at hetta ikki var so.
Gestir og fólk í granna-
lagnum gingu ótarnað á
torginum, meðan løgregla
og hundar leitaðu eftir
hondgranatini.
Teir tríggir mennirnir,
hava verið á Jackways fyrr.
Teir hava verið á markinum
til at blíva burturvístir fyrr.
Men nú sleppa teir so ikki
inn
aftur,
sigur
Suni
Reinert.
Motorsúkklan fór í knús
Smekkaði eitt glas í høvdið á konuni
Narkotika funnið á føroyskum skipi
Setti stolnan bil uttanfyri
Løgreglustøðina
Hondgranat á føroyskum
náttklubba