týsdagur 3. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Við 16 væl uppløgd-
um sangarum, sprell-
livandi dansigentum
og garvaðum tónleik-
ararum fer kvinnu-
kórið Suð at geva
áhoyrarnum eina
konsertuppliving út
yvir tær vanligu kom-
andi dagarnar
KONSERTIR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Fríska lotið á føroyska kór-
himmalinum, kvinnukórið
Suð úr Klaksvík, er í løtuni
í ferð við at leggja seinastu
tónar á venjingarnar til eina
heldur øðrvísi konsertferð,
sum byrjar mikudagin. Aft-
urat teimum 16 føstu sang-
ararnum hevur Steinvør
Fonn, kórleiðari, fingið eitt
orkestur umframt nakrar
dansigentir og ein fimleik-
ara. Eyguni fara nevniliga
at fáa næstan líka nógv sum
oyruni hesuferð, har Suð-
kvinnurnar eisini hava gjørt
rættiliga nógv burturúr
klæðunum, tær verða í.
Gospel, Jazz og ABBA
Suð eru millum annað ser-
liga kendar fyri at syngja
klassisk løg, negro spiritu-
als og sangir úr sangleik-
um, ið eisini er stílurin, tær
byrja við hesuferð við eini
røð av gospel og jazzklass-
ikarum fyri kór og solo-
røddir.
Sum nakað rættiliga for-
kunnugt er øll seinna helvt
av sangskránni sett saman
av nøkrum av teimum
kendastu ABBA løgunum
gjøgnum tíðirnar. Og hóast
tær yngru genturnar í kór-
inum neyvan vóru føddar,
tá ABBA vóru í hæddini í
70unum, tykjast tær minst
líka eldhugaðar, tá fyrstu
tónarnir
av
"Dancing
Queen" og "Mama Mia"
tóna út í venjingarhølið
- Eg havi altíð elskað
ABBA, men løgini eru ikki
vald í berum nostalgi.
Kompositiónirnar
hjá
ABBA eru fyri tað mesta
framúr góðar og óvanliga
melodiøsar, og nógvu rødd-
irnar eru ein dreymaav-
bjóðing fyri eitt kór, sigur
Steinvør og leggur afturat,
at tað ger tað sjálvandi ikki
verri, at flestu av hesum
sangunum langt síðani eru
vorðnir íoyrafallandi klass-
ikarar, sum áhoyrarnir heilt
sikkurt kenna aftur og
kunna sita og murra við til.
- Hetta verður so okkara
kórútgáva av nøkrum frá-
líkum ABBA løgum, sum
tó ikki er ein roynd at end-
urskapa serstaka samklang-
in í røddunum hjá Agnethu
og Anni-Frid, tí tað ber stutt
sagt ikki til. Hinvegin kann
eg lova, at orkestrið ljóðar,
sum var tað ABBA, tú sat
og lurtaði eftir, sigur Stein-
vør.
Ongin bindiklubbur
Sjálvt um Suð kvinnurnar
síggja út til at hava tað av-
bera stuttligt og viðganga,
at hetta vekir minnir um, tá
tær sum smágentir stóðu
frammanfyri speglinum við
eini hárbust sum mikrofon
og hermdu eftir teimum
báðum idolunum, Agnethu
og
Anni-frid,
eru
venjingarnar sanniliga ikki
nakar bindiklubbur, sum
ein av teimum tekur til.
- Steinvør er ótrúliga
seriøs og væntar tað sama
av okkum. So her er onki
við at møta 5 minuttir ov
seint, ella vænta sær langar
kaffipausir. Tað kann vera
strævið, men tað er altíð
spennadi og ein stór av-
bjóðing, um tú veruliga
brennir fyri sanginum, siga
sangglaðu kvinnurnar, sum
allar eru royndir sangarar,
umframt at tær flestu eisini
syngja við øðrum kórum.
Góðan stuðul
Úti í gongini eru dansigent-
urnar í ferð við pussa sein-
astu dansifetini av. Sang-
arnir hava ein stuttan steðg,
og beint nú snýr prátið seg
um klæðini, sum eisini eru
við at verða klár. 7 av
teimum hava fingið seymað
svørtu veitslukjólarnar, tær
skulu vera í fyrru helvtina
av konsertini, meðan klæð-
ini til seinnu helvtina verða
eitt sprøklut fýrverk av lit-
um og sniðum í besta
ABBA og 70ara stíli.
Hóast Suð nú hava fýra ár
á baki og eina ørgrynnu av
konsertum aftanfyri seg, er
hendan konsertferðin uttan
samanbering størsta tiltak-
ið, kórið er farið undir
higartil. Og slíkt kostar ikki
heilt onki, sigur Steinvør,
sum fegin vil nýta høvið at
takka Føroya Banka og
hinum stuðlunum, tí uttan
góðan peningaligan stuðul,
hevði onki av hesum borið
til.
Nr. 82 - 3. mai 2005
5
- Um Løgtingið sam-
tykkir hetta uppskot-
ið, tá er Løgtingið
bakkað afturum
heimastýrislógina.
Sjálvt heimastýris-
lógin bleiv ikki sett í
gildi upp á handa
mátan. Løgtingið
samtykti ikki tá, at
mann ongar heim-
ildir hevði. Men tað
ger mann nú, sigur
Høgni Hoydal, for-
maður í Tjóðveldis-
flokkinum
UTTANRÍKISPOLIT-
ISKU HEIMILDIRNAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður, segði við Út-
varpið í fríggjakvøldið,
at
uttanríkispolitisku
heimildirnar, sum eru
lagdar fyri Løgtingið, á
ongan hátt geva burtur
vunnin rættindi hjá før-
oyingum.
- Tey verða ikki skerd
upp á nakran máta, men
tey verða vard. Nú
kunnu føroyingar av
sínum eintingum sam-
ráðast við fremmand
ríkir og millumtjóðafe-
lagsskapir, segði Jó-ann-
es
Eidesgaard,
løg-
maður, við Útvarpið.
Men Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldis-
flokkinum, sigur, at her
er onki nýtt.
- Tað stendur útpensl-
að í lógini, at hetta gevur
ikki føroyingum nakrar
heimildir, men danir
skulu hava boð bæði
áðrenn, undir, og aftaná
samráðingarnar. Tað vil
siga, at er tað nakað,
sum gongur ímóti teirra
áhugamálum, so kunnu
teir steðga tí, so tað er
heldur onki nýtt í tí. Um
Løgtingið
samtykkir
hetta uppskotið, tá er
Løgtingið bakkað aftur-
um heimastýrislógina,
sigur Høgni Hoydal, for-
maður
í Tjóðveldis-
flokkinum.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, segði við Út-
varpið, at Løgtingið
kemur at samtykkja eitt
ríkislógartilmæli, sum í
botn og grund ikki sigur
annað enn at vit hava
onki ímóti, at lógin
verður løgd fram á
Fólkatingi. Men Høgni
Hoydal sigur, at løgmað-
ur við hesum hevur slak-
að.
- Løgmaður er bakk-
aður. Hann segði eisini
tað, at teir høvdu alla
tíðina ætla, at tað skuldi
verða eitt ríkislógartil-
mæli. Tað passar bein-
leiðis ikki. Tað kann
mann fáa vátta. Ein
knútur í samráðingunum
hevur nettupp verið, at
mann ikki skal koyra
danska lóggávu ígjøg-
num Løgtingið, men teir
eru so slakaðir í tí, og vit
hava ongi svar fingið
upp á hví, sigur Høgni
Hoydal,
formaður
í
Tjóðveldisflokkinum.
- Løgmaður sigur, at
tað er púra vanligt at
koyra
danskar
lógir
gjøgnum Løgtingið. Tað
er
beinleiðis
tvætl.
Heimastýrislógin - sum
vit ongantíð hava verið
serliga glaðir fyri - sjálvt
hon bleiv koyrd ígjøg-
num í Løgtinginum sum
ein lóg, har Løgtingið
samtykti eina lóg og
danska Fólkatingið eina
aðra. So tað heldur held-
ur ikki hjá løgmanni.
Løgmaður sigur bein-
leiðis skeivt í hesum
málinum, sigur Høgni
Hoydal,
formaður
í
Tjóðveldisflokkinum.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður,
sigur,
at
danska stjórnin kann
ikki leggja málið fram í
Fólkatinginum, fyrrenn
stjórnin hevur fingið ein
tilsøgn úr Føroyum um,
at tað er í lagi.
- Løgmaður hevur
sambært stýrisskipanar-
lógini ikki loyvi at geva
ta tilsøgnina, uttan at
hann hevur spurt Løg-
tingið. Og mátin mann
spyr Løgtingið upp á er
við einum ríkislógartil-
mæli. Longri er tann
søgan ikki, sigur Jóann-
es Eidesgaard, løgmað-
ur.
Hoydal: Bakka
afturum heima-
stýrislógina
Tónleikaliga drívmegin, Steinvør Fonn, hevur staðið á odda fyri venjingunum umframt samskipa konsertferðina hjá Suð
Steinvør Fonn fekk roynt seg sum bæði kórleiðara og kapelmeistara undir venjingunum
ABBA, jazz og gospel
fyri fullum útblástri