týsdagur 3. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 82 - 3. mai 2005
Tað er um at vera tann
tíðin, har drápini verða
hildin ymsa staðni kring
landið, og mánadagin
kundu fuglfirðingar so
fegnast um, at teir nú
kunnu fáa sær eitt kók.
Grindin var góðar 100
hvalir, men við evsta-
mark okkara var ikki
greitt, hvussu nógv skinn
talan var um.
Myndina hevur Kjart-
an Madsen tikið.
Í gjár byrjaðu avger-
andi samráðingarnar
ímillum arbeiðarafe-
løgini og Arbeiðsgev-
ararnar. Tá ið Inge-
borg Vinther fór á
fund, hevði hon heilt
góðar vónir um at tað
fór at eydnast at finna
semju við arbeiðs-
gevararnar, uttan at
senda boð eftir sem-
ingsmonnunum
SÁTTMÁLASAM-
RÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi rættiliga góðar
vónir um at vit finna eina
semju.
Tað
segði
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, áðrenn hon
fór á avgerandi fundin
ímillum arbeiðarafeløgini
og arbeiðsgevararnir um
ein nýggjan sáttmála.
Í gjáramorgunin byrjaðu
avgerðandi samráðingarnar
ímillum Arbeiðarafeløgini
og
Arbeiðsgevarafelagið
um ein nýggjan sáttmála.
Sáttmálin gekk út á mid-
nátt í gjárkvøldið, mána-
kvøldið og tá ið samráð-
ingarnar vórðu tiknar upp í
gjáramorgunin, skuldi
samráðast út í eitt, til semja
var funnin, ella til partarnir
máttu ásanna, at tað varð
neyðugt at boðsenda sem-
ingsmanninum.
Semingsmaðurin hevur
so heimild til at útseta eitt
verkfall í eina viku og tað
plagar hann at gera.
Kanska óneyðugt við
semingsmanni
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag
fríggja-
dagin, upplýsti Ingeborg
Vinther, at samráðingarnar
ganga so mikið væl, at hon
hevði rættiliga góðar vónir
um, at partarnir skuldi
finna eina semju.
Ingeborg Vinther segði,
at hon hevði enntá vónir
um at partarnir kundu finna
semju, uttan at senda boð
eftir semingsmanninum.
– Hevði tað eydnast,
hevði tað verið søguligt,
men eg havi góðar vónir
fyri tí, segði hon.
Undir øllum umstøðum
helt hon at heilt góðar vónir
eru fyri at tað slepst undan
arbeiðssteðgi hesuferð, og
tað er ikki ofta, at hon er so
bjartskygd, tá ið farið verð-
ur undir endaligu samráð-
ingarnar.
Heilt annar vilji
Men tað skilst eisini á
Ingeborg, at hesuferð fóru
partarnir undir samráðingar
við einum veruligum vilja
til at samráðast og at fáa
eitt úrslit burturúr og einum
heilt øðrum hugburði, enn
vanligt hevur verið.
Ingeborg Vinther fortaldi
fundarfólkinum, at tað er
langt síðani, at partarnir eru
farnir undir samráðingarnar
í so góðum og positivum
anda, sum hesuferð.
Tað skilst eisini á fundar-
fólkinum á aðalfundinum í
Føroya Arbeiðarafelag, at
krøvini frá arbeiðarafeløg-
unum eru minni enn tey
plaga at vera og at feløgini
hesuferð raðfesta gjøldtil
eftirlønir og aðrar sosialar
veitingar hægri enn bein-
leiðis lønarhækkingar.
Á
heimasíðuni
hjá
Vinnuhúsinum, boða eisini
arbeiðsgevararnir frá, at
eftir teirra tykki hava sam-
ráðingarnar gingið so mik-
ið væl, at eisini teir hava
vónir um, at tað fer at eydn-
ast at finna semju uttan at
senda boð eftir semings-
monnunum
Men tá ið lesarin úti á
bygd í Føroyum, fær hetta
blaðið upp í hendur, er tað
kanska longu greitt, hvussu
úrslitið verður og um tað
var rætt at hava so góðar
vónir.
AÐALFUNDUR Í
FØROYA ARBEIðARA-
FELAG
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í Føroya Arbeiðarafelag
eru tey ikki serliga væl-
nøgd við Als-skipanina.
Men á aðalfundinum hjá
Føroya
Arbeiðarafelag
fríggjadagin upplýsti Inge-
borg Vinther, forkvinna at
tað hevði gingið sera strilti
at broyta skipanina til
frama fyri arbeiðsfólkið.
Ein bólkur hevur arbeitt
við at endurskoða ALS og í
tí sambandinum hava ar-
beiðarafeløgini gjørt vart
við nógv, ið eftir teirra
tykki, haltar á ALS-skipan-
ini.
Serliga hava tey roynt at
fáa
fiskavirkisskipanina
broytta, so hon tænir ar-
beiðsfólkinum betri.
– Tað seinasta, tað eydn-
aðist at fáa burturúr, var, at
nú skal útgjaldsgrundarlag-
ið endurskoðast á hvørjum
ári, so um inntøkan hækkar,
hækkar útgjaldið, segði
IngeborgVinther.
Tey royndu eisini at fáa
semju um, at fólk í fiska-
virkisskipanini skulu ong-
antíð fara niður um 50% av
tí hægsta útgjaldinum.Men
tað fekst ikki undirtøka fyri
tí í arbeiðsbólkinum.
– Vit royndu so at fáa út-
gjaldið úr ALS úr 70 pro-
sentum og upp í 80% av
eini tímaløn. Men Fyri at
góðtaka tað, vórðu treytir-
nar so harðar, at tað loysti
seg ikki, tí tað hevðI gjørt
skipanina verri fyri ar-
beiðsfólkið, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon sigur, at ein treyt
var, at tíðin, ein kundi fáa
ALS-stuðul, skuldi niður í
helvt.
Tað vildu umboðini hjá
arbeiðarafeløgunum ikki
góðtaka
– Í dag er skipanin, at tú
kanst fáa útgjald í 798 dag-
ar í einum trý ára skeiði, og
tað vilja vit ikki broyta,
segði Ingeborg Vinther.
Men hon legði afturat, at
teyhava ikki heilt givið upp
at royna at fáa fleiri broyt-
ingar við í ALS.
Grind í Fuglafirði
Gekk illa at bøta um ALS
Ingeborg Vinther góðar
vónir um søguliga semju
Ingeborg Vinther hevði góðar vónir, tá ið hon fór til avgerandi samráðingar í gjáramorgunin.
Her er hon avmyndað á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafeag fríggjadagin. Vinstrumegin
situr Sunrid Vang, fakfelagsumboð á Tvøroyri
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag fekk
fundarfólkið at vita, at
royndirnar at bøta um ALS
gingu ikki væl