týsdagur 3. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Vit hava eina kreativa
uppgávu við atliti til
sjóvinnuna, og á
fiskivinnuframsýningin
i, North Atlantic Fish
Fair, fara vit eitt nú at
kunna um okkara
tænastur og leggja upp
til framtíðar samstarv,
sigur Aksel Haraldsen
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Tele er millum tær
fyritøkur, sum verða við á
altjóða fiskivinnuframsýn-
ingini, North Atlantic Fish
Fair, sum letur upp klokkan
10 í morgun og varir til og
við hósdagin.
Nýggjar tænastur
Aksel Haraldsen, leiðari
fyri sølu av tænastum til
vinnulívið, sigur, at Føroya
Tele á NAFF-framsýningini
serliga fer at leggja seg eftir
at kunna um tær tænastur,
sum fyritøkan hevur at
bjóða sjóvinnuni.
- Vit hava eina kreativa
uppgávu við atliti til sjó-
vinnuna, og á fiskivinnu-
framsýningini fara vit at
kunna um okkara nýggju
tænastur og leggja upp til
framtíðar samstarv.
Spurdur, hvat Føroya
Tele serliga fer at leggja
dent á, sigur Aksel, at tey
ikki minst fara at kunna um
tænastuna,
har
sjófólk
kunnu hava atgongd til sín
egna t-post umborð.
- Áður hevur tað verið
soleiðis, at hevur skipið
havt t-post, so hevur hetta
verið ein felags t-postur.
Nýggja tænastan ger, at
sjófólk nú kunnu hava sín
egna t-post, sum bert kann
lesast við eini pin-kotu.
Aksel sigur, at ein fyri-
munur við hesi nýggju tæn-
astu er, at tá ið sjófólk fara
umborð á onnur skip,
kunnu tey fáa adressuna við
sær.
Nýtslan á teldu
- Aðrir fyrimunir, sigur
Aksel Haraldsen, eru, at
nýggja skipanin altíð velir
bíligasta veg at senda, og at
avrokningin fyri nýtslu sum
nevnt kann gerast frá eini
heimasíðu. Hetta merkir, at
neyðugt er ikki hjá reiða-rí-
unum at bíða eftir inter-
netnýtsluni hjá manningini,
eitt nú fyri at avrokna fyri
túr.
Í eina tíð hevur verið
gjørligt at avrokna fyri
telefonnýtslu umborð eftir
skipanini hjá Føroya Tele.
- Nú ber til at knýta Tel-
Log saman við Sjóposti
soleiðis, at til ber at síggja
telefon-og internetnýtsluna
á heimasíðuni. Hetta fer at
lætta nógv um hjá reiða-
ríunum og eisini tryggja, at
allar samrøður, sum verða
førdar, eru við í yvirlitin-
um.
Aksel Haraldsen vísir á,
at Føroya Tele fer at koma
við uppaftur fleiri tænast-
um sum frá líður.
- Tí verður básurin hjá
okkum avgjørt verdur eina
vitjan á fiskivinnuframsýn-
ingini, leggur hann aftrat.
Nr. 82 - 3. mai 2005
7
TÍÐINDASKRIV
Havnar
framburðsfelag,
valfelag hjá Fólkaflokkin-
um í Suðurstreymi skipar á
krossmessu, 3 mai klokkan
19.30 fyri fundi um nýggja
føroyska stjórnarskipan í
miðalhúsinum í Vágsbotni.
Flaggdagin var eitt ár
liðið síðani grundlógar-
nevndin lat frá sær fyrra
flaggdagsálitið - eitt álit við
við uppskotið til føroyska
grundlóg, sum tey kalla
stjórnarskipan
Føroya.
Uppskotið er í 100 §’um
við ásetingum um ríkis-
støðu Føroya og manna-
rættindi, sum í dag ikki eru
at finna í stýrisskipanar-
lógini.
Harumframt
hevur
nevndin mælt til at broyta
týðandi partar av galdandi
stýrisskipan. Millum broyt-
ingarnar eru nýggjar áset-
ingar um fíggjarvaldið,
landsstýrismannaábyrgd og
tingskipan. Serliga í kjak-
inum um játtanarskipan
hevur grundlógarnevndin
lagt á heilt annan bógv enn
verandi stýrisskipan.
Allir flokkar á tingi hava
sagt seg taka undir við
arbeiðnum hjá grundlógar-
nevndini,
men
ósemja
hevur tó verið um navnið
hjá nevndini og hesi nýggju
lógini, sum skal avloysa
stýrisskipanarlógina
frá
1994.
Hóast politiska undir-
tøku, og hóast onki er frætt
um at danir eru ímóti eini
føroyskari stjórnarskipan,
so hava fleiri føroyskir
juristar sett seg ímóti henni,
millum annað tí hon sigst
stríða ímóti tingskipanini
og tí at nevndin hevur brúkt
nakrar søguligar orðingar,
sum serliga er fallið einum
ónevndum juristi fyri bróst-
ið, at summir setningar
byrja við orðinum "nú".
Ein løgfrøðingur á løg-
tingsskrivstovuni segði, at
uppskotið fór at vera avvíst
í tinginum, meðan ein
advokatur segði uppskotið
vera í stríð við ríkisgrund-
lógina.
Havnar Framburðsfelag
bjóðar tí til spennandi
orrustu um arbeiðið hjá
grundlógarnevndini,
har
fleiri týðandi spurningar
verða spurdir: Treingir stýr-
isskipanarlógin til ábøtur?
Ber tað til hjá føroyingum
at hava egna grundlóg
undir verandi ríkisstøðu?
Skulu vit ansa eftir at
danska grundlógin verður
hildin, ella kunnu vit sam-
tykkja okkara egnu fatan av
støðuni? Skal lógarmálið
vera juridiskt, norrønt ella
nútíðarkent? Og ber tað til
sum
grundlógarnevndin
skjýtur upp at fáa í lag tjóð-
skaparliga semju ímillum
allar flokkar á tingi?
Í panelinum verða: Poul
Michelsen, tingmaður og
limur í grundlógarnevnd-
ini, Súsanna Danielsen,
stjóri á løgtingsskriv-stov-
uni, Jóannes Hansen, fyrv.
limur í grundlógarnevndini
og Kári á Rógvi, næstfor-
maður í grundlógarnevnd-
ini.
Fundurin er almennur og
øll eru vælkomin.
Kjak um føroyska grundlóg
í miðalhúsinum í Vágsbotni
Føroya Tele veitir tænastur til sjóvinnuna
Heima á Sandi er ein
nýggj matstova í um-
búna. Hon skal halda
til í ovaru hæddini í
Ungmannafelagshúsi
num og verður at
byrja við bert opin
um vikuskiftið
MATSTOVA
Edvard Joensen
Sandi: Um einar fjúrtan
dagar letur ein nýggj mat-
stova upp Heima á Sandi.
Ætlanin er í fyrsta umfari
bert at hava opið um viku-
skiftini, sigur annar av
sigtakarunum, Fríði Nol-
søe.
Hann hevur saman við
Hera Jacobsen av Sandi
tikið stig til hesa matstov-
una, sum teir fara at hava í
ovaru hæddini í ung-
mannafelagshúsinum.
Hetta, at teir hava leigað
seg inn í ungmannafelags-
húsini, kemst av, at teir í
fyrsta umfari vilja síggja,
hvørja undirtøku tiltakið
fær, áðrenn farið veðru
undir at gera stórar íløgur.
Ungmannafelagshúsið
hevur góðkendan køk, har
er gott pláss, og tað liggur
væl fyri í bygdini. Er lætt at
finna, og parkeringpláss
eru eisini.
Sjávandi
skal
okkurt
gerast, áðrenn farið verður í
gongd, sigur Fríði Nolsøe.
Eitt nú skulu teir hava
nýggj borð og stólar. Eina
barr ætla teir at seta upp
eisini, og onkrir leysir
veggir ella skermar veðra
settir millum borðini, so
fólk fáa sitið eitt sindur fyri
seg sjálvan.
Sjálvt rúmið fara teir ikki
at gera nakað við soleiðis,
sigur hann. Veggirnir eru úr
timbri, og tað ger, at tað
passar rímilgia væl við tann
stílin, teir hava valt.
– Vit hava ætlað at gera
tað eitt sindur soleiðis
»cowboykent«, sigur Fríði
Nolsøe.
Ætlanin er at hava bæði
vanliga marsotvu og café í
húsinum, sigur hann. Tað
skal bera til at koma inn at
eta ein góðan búff, eins og
tað eisini skal bera til bara
at keypa ein kaffimunn við
onkrum afturvið.
Teir fara í frysta umfari at
hava
opið
fríggjadag,
leygardag og sunnudag.
Fríggjadag verður latið upp
klokkan 17.00. Hinar dag-
arnar verður latið fyrr upp.
Møguleiki er eisini at
skipa fyri ymsum tiltøkum,
har dansur kann verða
knýttur at, sigur Fríði
Nolsøe. Dansihøli er í
niðaru hæddini á ung-
mannafelagshúsinum.
Fríði Nolsøe sigur, eisini
fer at bera til at fáa mat
koyrdan heim til hús, um
fólk ynskja tað.
Hann sigur, at tað, sum í
grundini verður bíðað eftir
nú, er at fáa endaligt svar
upp á umsóknina um
skeinkiloyvi. Tá tað er
komið - væntandi játtandi -
eru teir klárar at fara í
gongd, sigur hann.
- Básurin hjá Føroya Tele á
NAFF-framsýningini verður
avgjørt verdur eina vitjan,
sigur Aksel Haraldsen
Nýggj matstova á Sandi
Fríði Nolsøe fer í næstum
sjálvur annar undir viku-
skiftismatstovu Heima á
Sandi. Sandoyggjarfólk hava
leingið manglað eitt stað, har
tey kunnu fara út at fáa sær
ein betri bita, halda teir, sum
nú fara at lata matstovu upp
í Ungmannafelagshúsinum á
Sandi
Mynd: Edvard Joensen