Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 82 - 3. mai 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku vístu lyklatøl úr USA á ein veikari bú- skap enn væntað. Ordrar eftir haldgóðum vørum, t.d. bilum og hvítvørum, lækk- aðu 2,8% í mars (væntað ein hækking á 0,3%). Hesar vørur viðføra vanliga eina lutfalsliga stóra íløgu fyri húsarhaldið. Tí verða tær mettar sum eitt gott baro- metur fyri keypshuginum hjá brúkaranum, sum stendur fyri 2/3 av ameri- anska búskapinum. Í Evropa niðurmetti týska stjórnin búskaparliga vøksturin í 2005 úr 1,6% til 1,0%. Grundgevingin er høga arbeiðsloysið, olju- prísurin og tvørrandi áhug- in hjá týskarum at brúka pening. Bæði IMF og ES eru enn meiri dapurskygd. Tey meta, at týski búskap- urin einans fer at vaksa við 0,8% í 2005. Lánsbrævarenturnar met- lágar Í farnu viku sló 10-ára danska rentan øll gomul met og kom heilt niður á 3,44%. Áður hevði 3,52% verið lægsta stigið. Sostatt varð staðfest, at íleggjarar enn eru seru bjartskygdir um lánsbrøv, og einki forð- ar rentunum at lækka meir. Stórt vónbrot frá Novo Nordisk Sum heild stóðu partabrøv seg illa í farnu viku. Micro- soft kunngjørdi hampulig- an roknskap, men fleiri vánaligir roknskapir vóru kunngjørdir, m.a. tann hjá Novo Nordisk. Inntøkurnar hjá Novo vóru ikki eins góðar sum væntað og illa gongur at fáa produktið NovoSeven á marknaðin. Tískil er Novo lækkað heili 14% síðani kunngerðina. Hesa vikuna Nógv týðandi lyklatøl koma hesa vikuna. Ar- beiðsmarknaðarfrágreiðing in úr USA kemur fríggja- dagin, og tað koma eisini tøl fyri vinnuálit, umframt at bæði amerikanski og evropiski miðbankin halda rentufund. Partabrøv eru í ringum stima í løtuni, men líkt er til at keypsmøguleik- ar eru í eygsjón. Oljuprís- urin er nevniliga lækkaður, og Microsoft hevur júst al- mannakunngjørt, at vænt- aða yvirskotið í 2006 er størri enn greinarar høvdu mett. Hetta hevur fyribils stimbrað keypshugin. Veik lyklatøl Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 5,78 1,3% Lánsbrøv í DKK 103,28 0,3% JPY 5,52 3,4% Evru Lánsbrøv 173,80 0,5% GBP 11,04 1,3% Norrøn Partabrøv 88,24 0,0% NOK 0,92 0,4% Altjóða Vøkstur 59,01 0,8% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,4% 4,0% 4,6% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 18, 2005 www.kaupthing.fo Fríggjadagurin, leygardagurin og sunnudagurin vóru Umhvørvisdagar í Tórshavnar kommunu. Sosialurin var runt í býnum og prátaði við fólk, ið luttóku á Umhvørvisdegnum Umhvørvisdagar í Tó Á bingjuplássinum á Argjum, var lítið og einki burturkast komið inn. Sambært umsjónarmanninum leggja fólk heldur burturkastið við vegjaðaran, sum tey eru von. Kommunan hevði bilar sum koyrdu runt eftir burturkastinum. Vit spurdu umsjónarmannin, um boðskapurin um at skilja burturkastið var komin í gjøgnum. Hann segði, at fólk sum heild ikki hava skilt burturkastið sum er savnað inn. Onkunstaðni hava fólk verið dugnalig at skilja. Men flestu støðini er alt fari í sama posa. T.d. Máling og klæði í einari suggu. Í Gomlu Hoyvíkini hittu vit HB piltar, sum vóru farnir við pápunum út at rudda í hugnaliga umhvørvinum. Piltarnir vildu heldur tosa um Limfjords Cup, sum teir skulu spæla í summar, enn um upprudding. Vit fáa 10.000 kr. fyri at rudda her, til at fara til Danmarkar at spæla fótbólt. Fólk skilja ikki HB piltar rudda fyri Danmarksferð