týsdagur 3. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 3. mai 2005
9
Næstan øll 500 trøðini vórðu latin
Nógv fólk var á Skálatrøð og fekk sær plantupakkar frá Tórshavnar kommunu. Ikki minni enn
482 pakkar vóru latnir. Hetta hóast verðrið var stak keðiligt. Býargartnarin, Tóri í Hoyvík var
stak væl nøgdur, og helt at hetta riggaði væl, at hava tiltakið saman við umhvørvisdøgunum.
órshavnar kommunu
Ein av pápunum hjá piltunum segði
at HB stuðlar góvu piltunum pening
til ferðina, um teir ruddaðu í
Hoyvíkini. Páparnir lótu væl at
umhvørvisdegnum. Serliga væl
dámdu teir økið, sum teir høvdu
fingið, Gamla Hoyvíkin er eitt
pragtfullt stað at ganga.
Býargartnarin segði, at næsta ár áttu tey gera
tiltakið enn størri. Eisini forkvinnan í Heilsu- og
Umhvørvisnevndini, Elin Lindenskov var væl
nøgd. Afturat plantupakkunum, høvdu fólk eisini
møguleika at koma við greinum, og fáa flis heim
við.
300 sekkir av flisi vóru latnir, sumt var av grein-
um, sum fólk høvdu við. Men kommunan hevði
somuleiðis tikið eina bingju av greinum oman á
Skálatrøð.
Hundalortaposarnir gingu sum heitt breyð á Skálatrøð. Fólk
sum høvdu hund, fingu sær posar, og tey sum ongan hund
høvdu fingu sær posar til grannan ella onkran annan.
Sunnudagurin var triðji umhvørvisdagurin og hendan dagin varð tað
fólkaheilsan sum var í fokus, Sosialurin varð við á Umhvørvisgongutúri
av Krossinum til Kirkjubøar. Veðrið var av tí besta. Fleiri barnafamiljur
vóru við og tilsamans vóru 32 gongufólk. Túrurin gjørdist ein frálík
uppliving.
Umhvørvisgongutúrur
Ferðaleiðari var Ingigerð
á Trøðni, á vegnum
greiddi frá um slit á gøt-
unum. Regni fer illa við
gøtuni, og onkustaðni
var gøtan meira ein á
enn ein gøta. Eisini er
nógv slit av ferðsluni á
gøtuni. Nógv fólk og
hestar ferðast hendan
vegin, og tað sæst.
Við
Reynsmú
lalág
hvíldi
gongufólk
i seg, og
børnini
spældu í
ánnið
sum
einaferð
varð ein
gøta.
Okkurt má gerast sambært Ingigerð, tí gøtan
gerst alsamt verri. Til dømis kann man royna
at føra vatnið burtur frá gøtuni, við at laða
gøtuna við stórum gróti. Men til hetta krevst
fíggjarlig orka.
Órudd í Tórshavnar havn
Umhvørvisdagurin varð ikki einans
hildin á landi, eisini framvið bryggj-
uni varð ruddað. Havnar frosk-
mannafelag, savnaði upp í eina
heila bingju av óruddi av hav-
botninum í Tórshavnar Havn.
Froskmenninir hildu at hetta var eitt gott tiltak. Ein
teirra greiddi frá, at vanliga kavaðu teir bara í havn-
ini tá teir leitaðu eftir horvnum fólki. Froskmenn
kava vanliga ikki ørindaleysir í havnabasseng tí har
er so skitið. Leggur man hondina á botnin stendur
eitt rok av skitti frá. Men lív er enn í havnini. Hann
hevði sæð bæði fisk og krabbar eisini heilt innið í
Vágsbotni.