týsdagur 3. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 82 - 3. mai 2005
Fyrsti mai, altjóða dagur verkafólksins, er farin aftur
um. Í meira en stórthundrað ár hevur hesin dagur verið
nýttur til at minna á stættastríð, at seta fram krøv og at
vátta samanhald og samhaldsfesti. Støðan hjá verka-
mannarørsluni í Vesturheiminum er nógv broytt sein-
astu árini. Tá múrurin fall broyttist alt. Við altjóða-
gerðini hava tær blindu marknaðarkreftirnar fingið
ræðið.Hesar kreftir ráða í Føroyum eins og í øllum
heiminum. Tær tykjast ráða í Føroyum uttan mun til
hvønn politiskan lit einhvør sitandi samgonga hevur.
Stættastríðið verður lýst deytt at vera!
Stættastríðið er ikki horvið, men hevur heldur skift
innihald. Nú er meira tala um eitt altjóða stríð, um eitt
stríð millum teir heimspartar, ið sita við yvirflóð av
øllum neyðsynjar- og brúkaravørum og so teir partar, ið
einki hava. USA ræður einsamalt í heiminum í dag.
USA og amerikanska nýkonseratisman seta dagskránna
og hesi skrá noyðast øll heimsins lond at fylgja, antin
teimum líkar tað ella ikki. Eitt úrslitið av hesi gongd er,
at egoisman og individualisman domminera samfelags-
myndina uttan mun til, hvar vit eru stødd. USA roynir
við einum sera miðvísum og vælskipaðum politikki at
noyða amerikanska mentan og amerikansku heims-
myndina inn á øll heimsins lond. Tey sameindu hjá
USA eru fyrst og fremst málið fyri hesari strategi. Og
væl tykist bera til. Næstan øll eru við í kórinum: borg-
arligir politikkarar, embætismenn og fyrrverandi mao-
istar, vinnulívsfólk, miðlafólk, ES byrokratar og stórir
partar av tí nýggja sosialdemokratiska rákinum í
Europa.
Í hesi heimsmyndini kunnu fakfelagsfólk tykjast eitt
sindur einsamøll og stríð teirra kann næstan tykjast vera
til fánýtis. Samhaldsfesti er líkasum ikki in í løtuni hjá
tí breiða almenninginum í vesturheiminum. Tað kann
vera mikið uppfrískandi at hoyra ein føroyskan ting-
mann tann fyrsta mai á Vaglinum dundra móti kapital-
istum, pamparum, embætismonnum, akademikarum,
javnaðarmonnum og tí, sum verri er. Men hvussu er
vorið tá gerandisdagurin kemur? Hvør vil tá bróta
nasar? Hvør torir í dag at siga, at vit ikki skulu hava
marknaðarbúskap? Hvør torir erliga at fara út at greiða
fólki frá, hvussu hetta samfelagið sær út eftir t.d. 25 ár
við marknaðarbúskapi? Hvør torir at taka sosialismuna
uppá tungu? Hvør politikkari ella hvør politiskur
flokkur droymir í dag um at fara út við eini politiskari
skrá, sum byggir á stættastríð og planbú-skap? Hetta er
ein trupul støða hjá verkamannarørsluni. Í hesi rørslu
eru tey fókini síðstu eftir, sum trúgva á samhaldsfesti og
á eitt mannavinarligt og humant samfelag. Um ikki
dreymurin um eitt utopiskt samfelag yvirlivir sína
vetursetu í hesi rørslu, tað verið seg í Bretlandi, Frak-
landi, Danmark ella í Føroyum, er lítil vón um eitt
solidariskt samfelag, har fá hava ov mikið og færri ov
lítið. Hetta er ein løgin tíð, har spurnartekin verður sett
við mong virði, eisini við tey virði, ið fakfelagsrørslan
úti og heima hevur vart, varðveitt og barst fyri síðan
Marx, Stauning og P.M. Dam vóru á lívi. Her er enn
nógv virðismikið at stríðast fyri, men neyðugt verður at
endurskoða mál og innihald í hesum stríði, um rørsluni
skal vera lív lagað.Vit her á blaðnum ynskja føroysku
fakfelagsrørsluni góða eydnu í framtíðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fyrsti mai og blindar
marknaðarkreftir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Svein Askildsen
Tað munnu vera nógv sam-
bandsfólk, sum eru ørg inn
á at eitt uppskot um ríkis-
flagg skuldi gerast høvuðs-
evni eftir 65 ára haldið fyri
merkinum. Men hóast aft-
urvísingar frá sambands-
flokkinum og javnaðar-
flokkinum, so eru hesir
flokkar íblásturin og vónin
hjá hesum entusiastum,
sum vilja merkinum til lívs.
Flaggdagsrøðan í Havn
endaði við avdúking av
einum uppskoti til ríkis-
flagg, sum má sigast at vera
ein stór vanvirðing av
merkinum og øllum tað
stendur fyri. Um ætlanin
við provokatiónini var at
skapa orðaskifti um støðu
okkara sum tjóð millum
aðrar tjóðir, ja, so vísir
uppskotið bert, at Føroyar
als ikki eru til. Merkið, sum
sjálvt
reinførastu
sam-
bandsfólk í dag eru stolt av
og góð við, er ein av týdn-
ingarmestu varðunum í
stríði føroyinga fyri viður-
kenning sum serstøk og
fræls tjóð.
Nú skriva damurnar aftan
fyri uppskotið, at Union
Jack er eitt gott dømi um
sameining av fløggum mill-
um tjóðir. At ein so lærd
dama sum Malan Marners-
dóttir skal gera slíka sam-
anbering undrar meg, tí tað
passar ikki við vanliga
sunna fornuft. Union Jack
hevur sína serligu søgu,
sum snýr seg um, at James
VI kongur í Skotlandi arv-
aði trúnuna í Onglandi í
1603 eftir Elisabeth I, og
gjørdist sostatt James I av
Englandi. James I gjørdi av
at kalla seg kong av Stóra-
bretlandi - Great Britain -
eitt smikrandi heiti, sum
klingaði væl, og sum hevur
hingið við til hendan dag,
hóast United Kingdom sum
seinni kom at vera fornavn
fyri Great Britain, og sum
fevnir um tvey lond afturat,
við tíðini gjørdist tann betri
hóskandi og vinnandi part-
urin av heitinum fyri
bretska
sambandsríkið.
Men aftur til Union Jack.
James I av Stórabretlandi
fekk ein trupuleika tá kong-
sins skip skuldu flagga.
Talan var jú um sjálvstøð-
ugar tjóðir við hvør sínum
parlamenti, hvør sínum
flaggi osfr., hóast sami
maður nú var á trónuni í
londunum báðum. Ong-
lendingar vildu ikki vita av
skotska flagginum, "St.
Andrew’s cross", við tí bláa
dúkinum
og
diagonala
hvíta krossinum, og skotar
vanvirdu enska flaggið, "St.
George’s cross", við tí hvíta
dúkinum og reyða kross-
merkinum. So hvørji ráð
vóru nú til at taka? Jú, ein
vøkur samanrenning av
báðum fløggunum varð
gjørd, og tað fyrsta "sam-
bandsflaggið" hjá James
VI/I ella Jack, sum flaggið
varð uppkallað eftir, var
veruleiki, og í 1606 fingu
øll kongsins skip boð um at
sigla undir Union Jack. Ikki
fyrr enn í 1707 kom ein
nýggj "Act Of The Union",
sum sameindi Skotland við
Wales og Onglandi til eitt
kongaríki við einum felags
parlamenti undir heitinum
"United Kingdom of Great
Britain". Men so gingu 100
ár afturat, og í 1801 lá enn
eitt sambandsskjal á borð-
inum, tí Írland kom uppí.
Írar høvdu, sum teir hava
enn ídag "cross of St.
Patrick", við hvítum dúki
og einum reyðum diagonal-
um krossi, og hesin passaði
inn í "Union Jack-mynd-
ina", og soleiðis fingu bret-
ar eina nýggja útgávu,
kanska eina meira full-
komna ella endaliga snið-
mynd, av Union Jack, sum
hevur verðið brúkt síðani.
Sniðsøgan um Union Jack
sigur hinvegin einki um
Wales, sum kom undir
bretskt vald longu í 13. øld
og við lóg gjørdis partur av
Onglandi í 1536. Union
Jack sigur heldur einki um
skrædli millum Írland og
Stórabretland, sum førdi
við sær stríðið um Norður-
írland, sum er eitt tað
longsta
og
blóðugasta
stríðið í og ímillum tjóðir á
okkara leiðum í nýggjari
tíð. Øll londini í Stórabret-
landi - Ongland, Wales,
Skotland og Norðurírland -
gera nú meir og meir burtur
úr sínum egna flaggið og
tjóðskapi. Trongdin eftir at
vera óheftur og sjálvstøð-
ugur tykist størri og veks-
andi hjá øllum londunum í
hesum
felagsskapi,
og
flaggið er eitt tað besta
amboðið at savna tjóðina til
samanhald í eini tíð, har
globaliseringin ella altjóða-
gerðin er í fer við at gera
bæði tjóðir, og menniskju
sum heild, anonym og týdn-
ingarleys.
Í dag verður als ikki mett,
at Union Jack hevur nakra
bjarta framtíð - heldur
tvørturímóti. Uttanfyri ST-
høvuðsborgina
verður
Union Jack saman við
Dannebrog og øllum hinum
fløggunum hjá ES-lima-
londunum óiva um stutta
tíð skift út við EITT ES-
flagg, sum er so smart
gjørt, at um vit ein dag
velja at gerast limir, so fær
ES-flaggið bara eina gylta
stjørnu afturat á tann bláa
dúkin.
Nei, hetta er ikki tíðin til
eitt ríkisflagg. Enn hava vit
ikki tjóðarfrælsi; enn hava
vit ikki fingið altjóða við-
urkenning sum fólk av
dønum; enn kunnu vit ikki
tala okkara egnu søk í al-
tjóðasamfelagnum.
Har merkið veitrar, har
tala føroyingar søk føroy-
inga. Eingin skal billa mær
inn, at danir fara at tala
okkara søk betri, um eitt
missfostur av einum flaggi,
sum skal eitast at umboða
ríkisfelagsskapin, bleiktrar
uttan fyri ST- ella NATO-
høvuðusborgirnar. Tað er
bara ófatuligt, at eitt slíkt
ivasamt flagg, sum eins væl
kann kallast eitt níðings-
verk sum eitt listaverk, skal
sleppa at hanga uppi í lista-
skálanum.
Ríkisflagg - listaverk ella níðingsverk?