Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag Norðoya Tjóðveldisfelag átalar at løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur lagt fyri Løgtingið mál nr. 95 "Upp- skot til lóg um altjóðarætt- arligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera" og mál nr. 96 "Uppskot til ríkis- lógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Færøerenes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler"" Verða hesi mál samtykt í Løgtinginum, verður tað til stóran skaða fyri sjálv- stýrisstríð føroyinga. Við hesum lógum verða Føroy- ar bundnar tættari at Dan- mark. Føroyingar fáa eingi nýggj rættindi við hesum lógum, men hinvegin fær danska stjórnin staðfest, at vit eru heilt og fult undir- givin danskt statsvald og donsku grundlógina. Góðtekur Løgtingið hes- ar lógir, er tað eitt afturstig í mun til heimastýrislógina, tí sjálvt við henni góðkendi Løgtingið ikki danska ríkislóggávu, ið beinleiðis slær fast, at Løgtingið hev- ur ongar sjálvstøðugar heimildir yvirhøvur. Føroy- ar vera bert at meta sum "Kongeriget Danmark forsåvidt angår Færøerene. Fyri at undirstrika hetta vilja vit vísa til brot úr donsku viðmerkingunum til lógaruppskotið: "Som nævnt vil der ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have uden- rigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndig- else til det færøske lands- styre." "Hensynet til rigsen- heden og grundlovens § 19 indebærer endvidere, at Færøernes landsstyre ved udøvelsen af udenrigs- politiske handlinger - der som anført bliver folke- retligt bindende for hele riget - vil være afskåret fra at handle i strid med rigets interesser, herunder rigets generelle udenrigspolitik." Somuleiðis vilja vit átala at hóast fleiri føroyskir og útlendskir løgfrøðingar og serfrøðingar í altjóðarætti hava víst á, at hesi lógar- uppskot einki framstig eru, men heldur eitt afturstig og binding av føroyskum rætt- indum, roynir samgongan at skrumbla málini gjøg- num Løgtingið og uttan- landsnevndina, uttan at loyva andstøðuni at inn- kalla altjóða serfrøðingar, ið kunnu lýsa avleiðing- arnar av lógaruppskotunum fyri Føroyar. Norðoya Tjóðveldisfelag heitir tí á Løgtingið um beinanvegin at støðga undirbrotligu støðuni og forða fyri, at avtalurnar hjá løgmanni og donsku stjórn- ini skerja rættindini hjá Føroya fólki og Føroya løg- tingi. Norðoya Tjóðveldisfelag fer inniliga at heita á allar sjálvstýriskreftir á Tingi um ikki at atkvøða fyri hesum báðum málunum. Nr. 82 - 3. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Maria í Skorini Tórshavn Nú eru 65 ár liðin, síðan føroyingar fingu egið flagg, og var tað skelkandi mána- dagin, sjálvan flaggdagin, at vera vitni til, at røðarin á flaggdagshaldinum í Havn vísti fram eitt nýtt flagg, sum skuldi umboða ríkið, t.v.s. Føroyar, Danmark og Grønland. Hetta er at mis- brúka flaggdagin, sum altíð hevur verið brúktur til at heiðra okkara egna flagg, "Merkið". Kanska skuldi man bara reagera sum løg- maður og tikið tað sum skemt, men eg haldi, at hetta var bæði framligt, óhóskandi og óvirðiligt. Um tað nú var alneyðugt at vísa hetta "vakra flagg", so kundi tað verið gjørt við eitt annað høvi og ikki á flaggdegnum sjálvum. Tað er í veruleikanum sera smakleyst. Um Malan Marnersdóttir ikki hevði nýtt sjálvt flaggdagshaldið at sýna fram hetta flagg, hevði tað ikki vakt nakran ans yvirhøvur. Men hvussu kann eitt flagg umboða trý lond, har tvey av teimum ikki hava sjálvstýri. Fer hetta flaggið at umboða tað danska ríkið, so fer tað, sum nú er, at umboða eina óbroytta støðu, har tað verður góðtikið, at eitt land hevur ræði á hinum báðum. Hetta kann eingin taka í álvara. Tað undrar meg eis- ini, at hetta flagg hevur fingið sítt pláss í sjálvum Listaskálanum, tí so kann ein og hvør koma við sín- um tápuligu hugskotum og brúka Listaskálan at sýna fram fyri almenninginum. Bjarni Djurholm landsstýrismaður Olaf í Garði Joensen, løgtingsmaður fyri Tjóð- veldisflokkin, hevur í opnum brævi í Dimma- lætting og Sosialinum 18. apríl 2005 sett fram 2 spurningar til mín viðvíkjandi endurgjaldi fyri mist vetrarbit. Til spurningarnar báð- ar er at siga, at reglurnar um vetrarfriðing og end- urgjald í hesum sam- bandi eru ásettar í §§ 36, 37 og 37a í Lov nr. 172 af 18. maj 1937 for Fær- øerne om haugers styr- else og drift m.m. (Hagalógin). Hesar áset- ingar eru samtyktar í 1943, og eru tær gald- andi fyri bæði ognar- og landsjørð. Sambært Løgtingstíð- indum varð tikið undir við at vetrarfriðing kundi fremjast, men - sum tikið varð til - so kann vetrarfriðing hava við sær ampa fyri seyða- haldið, um so er, at endurgjaldsupphæddin ikki verður brúkt til at bøta um hagan við. Mett var tí neyðugt, at tað al- menna skuldi hava eftir- lit við, at endurgjalds- upphæddin fyri mist vetrarbit varð brúkt for- svarliga og bert til at bøta um seyðahaldið. Í hesum sambandi varð mett rættast, at end- urgjaldsupphæddin í fyrsta lagi varð deponer- að í Jarðargrunninum og ikki útgoldin eigaranum, fyrr enn tað var ávíst Jarðarráðnum, at tað í viðkomandi haga vóru gjørd tiltøk, sum vórðu mett at tæna til hjálp og nútímansgerð av seyða- haldinum í haganum. Bjørk viðger henda spurning í "Færøsk bygderet I" á síðu 165 — 166 og á síðu 171 og nevnir sum dømi um betran av seyðahaldin- um, at seyðahús ella líknandi verður gjørt. Endurgjaldið fyri mist vetrarbit er sostatt, tá hetta endurgjald verður goldið inn til Jarðar- grunnin nú Búnaðar- grunnin), at meta sum ogn hjá viðkomandi haga, men nýtsla má ikki fara fram, uttan so, at ábøtur eru gjørdar í haganum, seyðahaldin- um ella haganum annars til frama, og verður tað tá Búnaðarstovan, sum tá kemur at meta um hesi viðurskifti, og hvussu nógv kann verða goldið út. Seinastu 20-25 árini hava nakrar bygdir/býir sett upp býarhegn, ið hevur við sær, at lendið innan fyri býarhegnið verður friðað fyri vetrar- bit. Uppsetanin av býar- hegni er úrslit av sam- ráðingum millum kommunu og tann haga, ið eigur bitið. Manna- gongdin hevur verið, at slíkur sáttmáli skuldi verða góðkendur av Jarðarráðnum, sum um- sat landsjørðina. Treytir Jarðarráðsins fyri at góðkenna vóru at • avloysingin av biti var tann prísur, sum Jarð- arráðið kravdi, tá talan var um vetrarfriðing eftir § 36 og sum varð kravt í sambandi við sølu av jørð til bygg- ing. o.l. • at avloysingargjaldið var goldið og møgu- liga brúkt sambært § 37a. Farið verður í næstum undir at endurskoða alla landbúnaðarlóggávuna í síni heild, umframt at gera uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk. Tað verður Vinnumála- ráðið saman við Búnað- argrunninum, Búnaðar- stovuni, Bóndafelag Føroya og Óðalsfelag- num, sum fer at orða uppskotið til nýggja landbúnaðarlóggávu. Í hesum sambandi er giv- ið, at spurningurin um endurgjald fyri mist vet- rarbit verður viðgjørdur. Svar til lesarabræv Eilif Samuelsen Nú er málið um Miðnáms- skúlan í Suðuroynni farið heilt av sporinum. Ein hovsaloysnin fyri og onnur eftir spretta nú fram úr hurlivasanum. Og slíkar ov illa umhugsaðar loysnir eru sum kunnugt av tí ónda, og mistøkini koma afturum- aftur og verða afturlønt seinni í gráum kálvskinni. Málið var púra greitt frammanundan. Løgtingið samtykti 2. mai 2003 ein- mælt, við 32 atkvøðum eitt uppskot frá landsstýrinum, at miðnámsskúli skuldi verða bygdur í Vági. Síðani tá hevur at kalla einki verið at hoyrt um nakra ónøgd við ta avgerðina. So kom stóra orðaskiftið um ringa búskaparliga standin í Suðuroynni, ser- liga í Vági, og landsstýrið kom so við einum av sínum íkøstum til at bøta um ringa standin, nevniliga at byggja eitt røktarheim aftrat í oynni, og tað skuldi sjálv- andi, sum rætt og rímiligt var, vera í Vági. Hetta var eitt gott uppskot og hevði útvegað eitt rættiliga mun- andi tal av arbeiðsplássum. Men so kom landsstýrið við tí ófatiliga illa umhugs- aðu treytini, at fingu vág- bingar røktarheimið, so skuldi miðnámsskúlin, sum teir undir ongum umstøð- um vilja av við, flytast av bygdini og til Hovs. Og hetta sjónarmið hevur løg- maður stívrent hildið fast við líka síðani. Hvat skal ein slík valdsstaðfesting gera gott fyri? Øll vita væl, at tað eru fleiri fortreytir, sum lands- stýrið hevur at umhugsa. Ein er tað aldagamla stríðið millum sunnara og norðara part av oynni, ella millum Tvøroyri og Vág. Tann grynsta og minst ábyrgdar- fulla loysnin í hesum førin- um er at finna eina geo- grafiska millumloysn, altso at leggja skúlan í Hovi. Grundgevingin, at tað verð- ur styttri hjá teimum norð- anfyri, verður sjálvandi uppvigað av, at tað jú verður longri hjá teimum sunnanfyri. Ein onnur for- treyt er, at almanna- og heilsuskúlin og miðnáms- skúlin skulu byggjast sam- an. Tað hevur verið víst á frammanundan, at tað at broyta tekningarnar, so báðir skúlaformar kunnu hýsast undir somu lon í Vági, væl letur seg gera. Røddir hava verið frammi um, at handils- og fiskivinnuútbúgving eisini skuldi vera á skúlanum og løgmaður nevndi enntá eisini tekniskan skúla. Tað er ikki bara lukkan, at nakrir fáir handilsskúla- ella fiskivinnuskúlanæm- ingar skulu ganga har við skerdan lut og fáa eina triðjarangs útbúgving. Tað hevur verið roynt áður, og tann royndin eggjar ikki uttan víðari til at verða end- urtikin. Ið hvussu er skulu politikararnir gera sær greitt, hvat kostnaðurin er at fáa slíkum næmingum eina líkinda undirvísing og vera fúsir at rinda raksturin. Og skuldi landsstýrið himprast við, at Vágur hevði fingið ov nógv, um tey eisini fingu røktarheim, so átti landsstýrið at vita, at Tvøroyri við sjúkrahúsin- um og røktarheiminum hevur 110,5 fulltíðarstørv. So tað er langur vegur til Vágur verður vælsignaður við fleiri almennum føstum størvum. Landsstýrið gjørdi eitt mistak við at nerta við mið- námsskúlan í Vági. Hevði landsstýrið verið so víð- skygt bara at sagt, at teir høvdu samtykt, at eitt røkt- arheim kundi byggjast í Vági, so høvdu allir suður- oyingar innast inni frøtt seg av fullum huga. Og ynskið hjá landsstýrinum, um at øll oyggin gjørdist ein kommuna hevði gingið út av sær sjálvum innan stutta tíð, og so hevði meirilutin í Vágs kommunu sloppið undan at koma við hesum seinasta desperata uppskot- inum. Og tað hevði ikki farið eitt flindur av virðingini fyri landsstýrinum, um teir viðgingu, at teirra fyrsta uppskot ikki var gjøgnum- hugsað so væl, sum tað átti. Nú er málið so lagt til løgtingið til avgerðar. Tað skal vera okkara vón, at tinglimir eisini í hesum máli megna at hevja seg upp um vanligar taktiskar bindingar og fáa eina skyn- sama loysn á málinum. Hon liggur ikki í fram- lagda uppskotinum í ver- andi líki. Flagdagshaldið misnýtt Sorgarleikurin í Vági Yvirlýsing frá Norðoya Tjóðveldisfelag