Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 3. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum á gullbrúdleypsdegnum tann 19. mars 2005. Ein serlig tøkk til børn, svigarbørn og ommu- og abbabørn fyri at tit gjørdu tað møguligt at halda dagin á ein slíkan hátíðarligan hátt. Kærar heilsanir Hildigerð og Tróndur Johannesen Takkarkvøða Hjartaliga tøkk fyri sýndan heiður á 75 ára degnum 24. januar. Ein serstøk tøkk til Korndalsbýlið, búfólk, starvsfók og leiðslu, fyri at tit gjørdu dagin hátíðarligan frá byrjan av. Eisini ein hjartans tøkk til kokk- arnar sum góvu okkum nógvan og góðan mat. Tøkk fyri stórfingnar gávur, telefonsamrøð- ur innan og uttanlands, fyri fjarrit, brøv og kort, alt hetta hevur fløva mítt hjarta. Hjart- ans tøkk øll somul. Gleðiliga Hvítusunnu øll somul. Gud signi tykkum øll. Vinarlig heilsan við Sálma 90, 12. Kjartan Stakksund Sunnudagin 1. mai vóru liðin 25 ár síðani Finnbogi Midjord gjørdist politista- næmingur. Finnbogi, sum er borin í heim á Økrum, kundi 8. apríl eisini hátíðarhalda 50 ára føðingardag sín. Eftir lokna útbúgving varð hann settur í starv sum løgreglu- maður í Havn. Um Finnboga verður sagt, at hann er sera fittur í hondunum og er altíð í gongd við okkurt handaligt arbeiði. Hetta síðsta er ikki minst komið til sjóndar í tí ar- beiðinum, hann hevur lagt í hugnaligu matstovuna "Cafe IN", sum kona hansara rekur á Norðskála. Finnbogi og konan Fríða búgva í Streymnesi. 25 ár í løgregluni Tann 30. apríl í 1955 gingu Rasmunda Fredriksen úr Klaksvík og Bjarni Jacobsen úr Svínoy í hjúnarlag. Rasmunda er dóttir Sivar í Kunoy og Sannu Frede- riksen úr Kunoy. Bjarni er sonur Edvard Jacobsen, kendur frá mongum samanhangum og Mallu í Svínoy, sum doyði seinasta summar 102 ára gomul. Sivart og Sanna fluttu inn til Klaksvíkar undir krígnum. Í Kunoy var ikki nokk fyri hendurnar; og tað tímdi Sivart ikki. Hann læt húsini taka av grundum, og flutti tey inn til Klaksvíkar, og búsettist á Bumshamri. Bumshamar var tá nýbyggjarakvarter, og har búði millum aðrar góðar menn, Símun hjá Póli, mammubeiggi Bjarna. Hjá honum búði Bjarni, meðan hann lærdi maskinsmíð. Skjótt rann saman millum hesa framúr vøkru og frynt- ligu kvinnu, og henda stolta, hávaksna og sjálvs- tilvitaða svínoyingin. mynd úr Keypmannahavn í 1955 Tey fluttu til Keypmannahavnar. Bjarni vildi víðari út- búgva seg, eftir lokið maskinmeistaraprógv í Klaks- vík. Munda, tað arbeiðsgrev hon var, fekk arbeiði á KFUM og K í Gothersgade, sum servitrisa, meðan Bjarni sigldi úti. Eftir hetta fluttu tey til til Grønlands, har Bjarni var maskinmeistari á elektrisitetsverki. Eftir hálvt annað ár vendu tey heim aftur. Bjarni fór at sigla við Jógvani S, Klakki, við Palla hjá Mariannu, sum skipara, sum hann hámetti fyri vit og skil. Samfelagið mentist; vit fingu stóru, nýmótans og stásiligu flakatrolararnar, Stellurnar. Har vóru eisini boð eftir Bjarna. Har sigldi hann sum maskinmeistari í nógv ár. Tiltiknu svínoyar og norðnastovuhendurnar fornokt- aðu seg ikki, heldur ikki tá vit í trýssunum vóru smá- dreingir. Heimið á kaiini, í kjallaranum hjá Kemma, bygdi Bjarni í Svínoy stóran seksæring, tann størsti, sum er bygdur í Føroyum. Sildin æt hann. Hetta var sensatión millum klaksvíkingar tá. Ein túrur heim í kjallaran hjá Kemma, eftir loknan arbeiðsdag, hoyrdi til dagsins rútmu hjá mongum tá. Enn eitt dømi um, hvussu hesin frálika maður, gjøgnum alt sítt virkna lív, hevur nýtt tær gávur , hann frá skaparans hond fekk, til lítar. Tíðir koma og fara. Hetta hava hjúnini Munda og Bjarni dugað at laga seg eftir. Tey fluttu til Havnar, bygdu sær vakurt og rúmligt heim á Frælsinum, har mangur hevur sitið væl. Bjarni sigldi við havnarskip- um; Leiki, Krúnborg og so framvegis. Nú varð Bjarni vorðin 55 ára gamal og fór undir gamla dreym sín, at gerast sjálvstøðugur. Hann bygdi sær smoltalistøð úti á føðioynni. Hetta var megnartak. Men tó ikki størri enn tað, at har sum hendur virka saman, góðar, har fæst nógv á skafti. Munda, konan stóð honum við lið, og hugsi eg, at kempan, Malla, móðir Bjarna, man hava stuðlað væl upp undir. Væl gekst, tí Bjarni við sínum margfaldu evnum, var ikki noyddur at ringja til handverkara í tíð og ótið. Hann hevði hegni til alt arbeiði sjálvur, og gjørdi tað. Munda og Bjarni settu seg seg niður á Frælsinum, tá tey fluttu til Havnar. Har hevur mangur sitið væl. Munda og Bjarni hava tikið tann vælsignaða arvin við sær, at gera væl, hjá sær sjálvum, og har tey fara. Mangur og ein hevur sitið væl á Frælsinum. Munda úr Kunoy og Bjarni úr Svínoy. Eru teir komnir úr Svínoy ella Kunoy; á studentarskúla, at læra hjá Petur í Gong ella hjá Poul Mohr, komu teir inn á Frælsið, tá fríløtur góvust, ella teir bara keddu seg, tí teir vistu, at har vóru teir væl móttiknir. Ríkari fóru teir útaftur. Munda við kaffikannuni og heimabakaðum, ja oftari nátturða við øllum góðum. Munda og Bjarni eiga seks børn; Malla, Sjúrður, Edvard Súsanna, Bogi , sum øll búgva í Havn. Yngsta dóttirin, Rósa býr í Schweiz, og tólv eru ommu og abbabørnini í tali. Fastir og Bjarni! Hjartaliga tillukku við tykkara stóra degi! Heilsanir Dánjal Gullbrúdleypsheilsan til Mundu og Bjarna Jacobsen www.sosialurin.fo