týsdagur 3. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 82 - 3. mai 2005
FORKVINNA
Orð/myndir: Snorri Brend
Seinnapartin
mikudagin
varð hildin stór móttøka í
húsunum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag.
Henda varð hildin í sam-
band við, at Ingeborg hevur
verið forkvinna í felagnum
seinastu 25 árini.
Nógv fólk var saman-
komið til móttøkuna, fyri at
vísa henni tøkk og virðing
fyri sítt ótroyttiliga arbeiði
fyri korini hjá tí føroyska
arbeiðsfólkinum.
Millum gestirnar vóru
umboð úr fakfeløgum í
Norðurlondum, løgmaður
Jóannes Eidesgaard, eins
og umboð fyri feløg og
stovnar, sum á einhvønn
hátt hava samstarvað ella
samráðst við Ingeborg hesa
fjórðingsøldina.
Fleiri røður vórðu hild-
nar, har m.a. varð víst á tað
treystið, ið Ingeborg hevði
víst og tað álit, hon hevur
manna millum.
- Uttan hennara vóru vit
komin stutt á leið við rætt-
indum okkara, varð m.a.
nevnt í onkrari røðu.
Móttøka hjá
Ingeborg
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í november mánaði 2004
gav sangbólkurin SALT út
sína fyrstu fløgu.
Fløgan varð væl móttik-
in, og vísti tað seg skjótt at
hon eisini var rættiliga væl
umtókt.
Hon hevur verið nógv at
hoyrt í útvarpinum, og nøk-
ur av løgunum hava eisini
verið við í 15 teimum
bestu.
Longu í desember mán-
aði vóru øll 2.500 eintøkini
seld, og gjørdist hon sostatt
mest selda fløgan í 2004,
hóast sølutíðin bert var 1
mánaður.
Fløgan varð eisini nomi-
nerað at vera ein av teimum
trimum bestu fløgunum í
sambandi
við
Atlantic
Music Event.
Fløgan er nú endurprent-
að og øll tey mongu, sum
hava bíðað eftir henni
kunnu nú fáa hana til keyps
í handlum kring landið.
SALT-fløgan endurprentað
SALT-fløgan varð skjótt
útseld, men er nú aftur at fáa
Blómur og gávur í hópatali vórðu lætnar
Ingeborg. Hon fegnaðist um tær allar, og tað
gjørdi maður hennara, Andrew (uttast hm.) eisini
Nógv takkaðu fyri tað stóra arbeiðið, sum Ingeborg hevur gjørt fyri arbeiðarastættina – her Sofie Haraldsen úr Miðvági
Tveir fakfelagsformenn stukku eisini inn á gólvið - nývaldi
formaðurin í Lærarafelagnum. Magnus Tausen (vm.) og
Jarvin F. Hansen (hm.) í Pedagogfelagnum