Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 3. mai 2005 15 Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana duga væl at koma fram í fjølmiðlunum, og samskiftisráðgevi heldur, at teir duga nógvar snildir betur enn aðrir politikarar MIÐLAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað fór ikki stillisliga aftur við borðinum, at nógv um- talaði løgtingsmaðurin Tor- bjørn Jacobsen skuldi verða gestur á Bønarlinjuni hjá Lindini hóskvøldið í farnu viku. Jenis av Rana er vertur í sendingini, og hann hevði fingið starvsfelagan úr løgtinginum í studio til eitt heldur óvanligt prát teirra millum. Á Skálafjørðinum hevði ein heimahjálp úr at gera við at fresa runt og stilla útvarpstólini hjá teimum gomu á Lindina, og sjálvt í Brússel, har nógvir føroy- ingar vóru á messu, var Tobbi stóra samtaluevnið. Soleiðis settu Tobbi og Jenis dagsordan, og tað hava teir mangan gjørt fyrr. Meðan útlendskir politik- arar sum Bush, Blair og Fogh hava eitt vælvirkandi miðlaapparat at dúva á fyri at standa seg væl í miðlun- um, hava føroyskir politik- arar als ikki hetta í sama mun, og tí er tað nógv upp til hvønn einstakan politik- ara at duga at snúgva sær og vísa tað tev, sum skal til fyri at koma fram at í fjølmiðlunum. Í hesum spæli standa Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana seg betur enn teir flestu føroysku politik- ararnar. – Vit mugu nokk ásanna, at Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen eru tveir politik- arar, ið hava dugað væl at sett dagsskránna á hvør sínum øki. Orsøkin er uttan iva, at báðir hava dugað væl at fingið rúm í fjølmiðlun- um, og tað er jú fyri stóran part í miðlunum, at nýmót- ans politikkur verður rikin. Politisku floksapparatini eru ikki tað, tey vóru fyrr, og tað er í miðlunum, at dagsins politikarar fáa samband við verandi og nýggjar veljarar, sigur Per Højgaard, journalistur og samskiftisráðgevi. Konflikt er góð í miðlum Hvat er tað, sum teir duga betur enn aðrir føroyskir politikarar í hesum sama- nhangi? – Jenis á Rana og Tor- bjørn Jacobsen føra síni sjónarmið fram stutt og greitt, og tað er fyrsta treyt- in fyri effektivum sam- skifti. Í Løgtinginum til dømis skera teir báðir boðskapin til og spíska sjónarmiðini passaliga væl, so eru tey brúkilig í fjøl- miðlasamanhangi, og tað hava føroyskir fjølmiðlar eftir øllum at døma tikið væl ímóti – annars høvdu teir neyvan fingið so nógva tíð og gott pláss í miðlun- um. – Harafturat eru Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen staddir á hvør sínum vongi í politikki, og báðir um- boða sjónarmið, ið kunnu fatast sum víðgongd. Tá so er, er lætt at koma í konflikt við onnur sjónarmið. Kon- fliktin er í sjálvum sær eitt journalistiskt kriterium, og tað kann vera ein onnur or- søk til, at Jenis og Torbjørn hava góða atgongd til fjøl- miðlarnar. – So skulu vit eisini minnast til, at bæði Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen hava havt lættari atgongd til fjølmiðlar enn onnur. Jenis er rættiliga aktivur í Lindini og fær tann vegin samband við sínar kjarnuveljarar, og tað er ikki so langt síðani, at Torbjørn sum ein av stóru partaeigrunum í Fregnum hevði sín egna fjølmiðlapall til taks, sigur Per Højgaard. Týdning at meistra spælið Hvat hevur tað at siga fyri ein politikara, at hann meistrar spælið í fjølmiðl- unum og at sleppa fram at almenninginum? – Tað hevur stóran týdn- ing fyri politikarar at standa seg væl í fjølmiðlunum. Tað er í miðlunum, at fólk flest taka støðu til politikk og onnur samfelagsmál, og tann politikari, sum stendur seg illa har, kann fáa stutta politiska livitíð. Hetta hava vit fleiri dømi um í Føroy- um. – Ein fjølmiðlaserfrøð- ingur hevur pástaðið, at "synlighed er eksistens", og tað er helst ein sannleiki, tá vit tosa um politiska kom- munikatión, sigur Per Højgaard. Og sjónligur eru teir – Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen – stundum við hvøssum og avgjørdum sjónarmiðum, stundum í hørðum politiskum stríði, og sum tað nýggjasta í eini friðarligari og inniligari samtalu í kristiligum út- varpi. Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðing- ar hevði fund við landsstýrismannin við heilsumálum fríggjadagin, har tey vildu leggja nøkur sjónarmið fram, men ongin vil siga nakað um, hvat hendi henda fríggjadagin SJÚKRAHÚSVERKIÐ Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Hvørki Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við heilsumálum, Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, ella Jana H. Dalsgaard, for- kvinna fyri Felagið før- oyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar, vildu siga nakað um, hvat kom burturúr fundin- um. Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, sigur at talan var ikki um samráð- ingar, men at hann bara var við sum embætisfólk hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er ikki eitt politiskt mál, men eitt mál sum leiðslan á sjúkrahúsinum má taka sær av. Poul Geert Hansen er ein av leiðarunum á sjúkra- húsinum, nevniliga sjúkra- hússtjóri, men á fundinum var hann bara embætisfólk hjá landsstýrismanninum. Siga onki um málið Hvat hetta málið snýr seg um, tað vil ongin siga nak- að um. Jana H. Dalsgaard, forkvinna fyri Felagið før- oyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar, hevði í gjár ikki tíð at gera viðmerkingar til málið áðrenn evstamark, tí hon sat á fundi. Á skrivstovuni hjá Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar siga tey, at tey fáa onki sagt um málið. Vil ikki inn í málið Men Hans Pauli Strøm sigur, at hann vil verða kunnaður um málið, men hann vil ikki fara inn í málið, tí so heldur hann seg seta leiðsluna á sjúkra- húsinum til viks. Hans Pauli Strøm nýtti orðið "málið" um fundin við Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men tað bar ikki til at fáa at vita, um "málið" snýr seg um eitt møguligt verkfall. Poul Geert Hansen, sjúkrahús- stjóri, sigur, at hann hevur onki hoyrt um nakað verk- fall. Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boð- ar frá, at fjølmiðlarnir skulu nokk fáa at vita, tá nakað nýtt frættist í "málinum." Shakin' Stevens setti lív í Fríggjakvøldið hevði Shakin' Stevens konsert í Tivoli í Keyp- mannahavn, og har var lív í, tá ið sang- arin við teimum nógvu kendu sang- unum spældi fyri eini stórari mann- fjøld SHAKY Stefan í Skorini Keypmannahavn: Tónleikurin hjá Shakin' Stevens hevur ein ella annan løgnan eginleika, sum ger at hann framvegis selur fløgur og dregur stórar skarar av fólki til sínar framførslur. Og soleið- is var eisini í Keyp- mannahavn hetta kvøldið, tí eini 20.000 fólk vóru og lurtaðu. Shaky legði ikki so ógvusliga fyri, møgu- liga fyri at spara krútið til seinni í framførsl- uni. Men tá hann fyrst spældi Oh Julie við sanginum Marie, Marie beint í hølunum, kom brádliga lív í fjøldina. Hann hevði ein vælmannaðan tón- leikabólk við sær á pallin, og tað gjørdi framførsluna livandi og góða. Í blaðnum í morgin hava vit meira um kon- sertina hjá Shakin' Stevens í Keypmanna- havn. Shakin' Stevens kann enn. Fríggjakvøldið spældi hann fyri 20.000 fólkum í Keypamannahavn Mynd: Álvur Haraldsen Tobbi og Jenis renna undan hinum Tríggir partar, ein fundur, og ongin viðmerking Hans Pauli Strøm vil ikki siga, hvat málið snýr seg um Mynd: Jens Kr. Vang Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana vaktu enn einaferð ans, tá ið teir hóskvøldið høvdu eina drúgva samtalu á Bønarlinjuni hjá Lindini. Samskiftisráðgevi heldur, at teir duga væl at finna rúm í fjølmiðlunum Mynd: Finnur Justinussen