Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 3. mai 2005 Leygarkvøldið var fyrsta føroyska stuttfilmskappingin avgjørd. Jákup og Jan, sum standa fyri filmssendingini Agurk, vóru púra leysir av dømingini, tá fyrsti vinnarin í Agurk varð funnin AGURK Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: Eydna Skaale – Vit fingu 10 filmar inn, og teir tríggir, sum blivu nr. 1, 2 og 3, vóru avgjørt í betra endanum. Uttan at fornerma nakran, halda vit, at tað var rímuliga stórt útsving í dygdini á filmun- um, greiða Jákup og Jan frá. Teir hava í eina tíð staðið fyri sendingini Agurk á svf, har føroyingar kunnu gera stuttfilmar, senda teir inn og fáa ummæli av filmun- um. Men hetta var so fyrsta ferðin, at ein veruliga kapp- ing varð útskrivað. Vinn- ingurin var eitt upptøkutól frá LM-handlinum, við ein- um virði áljóðandi 12.000 kr. Eitt gott ískoyti hjá øllum filmsgerarum. 3 reglur – Undan kappingini vistu vit ikki rættiliga hvat vit skuldu vænta okkum. Vit hava allatíðina fingið nógvar filmar, men nú var tað so ein kapping, og tað er jú nakað annað. Men tá freistin at melda til var farin, høvdu vit lyfti um 13 filmar. Tá alt kom til alt, fingu vit 10 og tað vóru vit rættiliga vælnøgdir við, siga teir báðir vertirnir í Agurk. Teir valdu at seta 3 reglur á kappingina. Fyri tað fyrsta skuldi filmarnir vera ímillum 3-5 min. Í øðrum lagi skuldi hvørki skotvápn ella morð vera í filmunum, og at enda skuldi filmurin hava minst 20 klipp. – Reglurnar vóru gjørdar, tí vit hava sæð nógvar so- nevndar »one-take« filmar, sum als ikki eru kliptir, men bert tiknir út í eitt. Og tað vísir seg, at tá dreingir gera filmar, so snúgva teir seg ræðuliga ofta um morð og vápn og jagstranir. Og tað vildu vit ikki hava, siga Jan og Jákup. Av tí, at filmarnir ikki kundu vera um kríggj, snúu nógvir av filmunum seg um sálarligar støður, har fólk fara inn í seg sjálvi. Teir siga, at tað eru nógv flestir dreingir, ið hava sent filmar inn. Gentur hava verið við í nøkrum av film- unum, men tað hava verið undantøkini. Filmarnir eru serliga komnir úr Havnini, men onkur er eisini komin av Skála, Strondum, Leirvík og Klaksvík. Mikkjal Helmsdal og Hans Petur Hansen høvdu fingið heiðurin at døma í Agurk kappigini. Báðir eru lærdir og royndir menn innan filmsheimin, sum hildu hetta vera eina stuttliga uppgávu. Øvugt av prix'num høvdu Jan og Jákup valt at hava nevndar dómarar, soleiðis, at fólk kundu práta við teir aftaná dómin, fyri at hoyra hvat var gott og hvat kanska kundi verið gjørt betri. – Eftir at hava hugt at øllum filmunum, valdu vit tríggjar burturúr. Nummar 1 og nummar 2 vóru nógv betur enn hinir filmarnir. Nakrir filmar kundu havt blivið nr 3, men hesin var tann best gjøgnumhugsaði og hann fungeraði best sum heild. Tí valdu vit hann, greiddi Mikkjal Helmsdal frá. Hann segði, at fyri at taka dagar ímillum nummar 1 og 2, høvdu teir hugt fleiri ferðir at teimum báðum filmunum. – Hóast teir eru ógvuliga ymiskir, so eru teir báðir góðir, og hava hvør sínar dygdir. Tað hevur næstan verið órímiligt at valt annan framum, staðfesti hann. Tað, sum tó varð avgerandi elementið fyri dómararnar, var, at filmurin hjá Katrini og Anton hevði eina samanhangandi søgu. – Báðir filmarnir eru væl gjørdir, væl gjøgnumhugsaðir, væl kliptir og flottir. Men vit meta, at tað altíð er verri at skula siga eina søgu ígjøgnum ein film, enn at lýsa eina støðu. Tað er eisini lættari at gera ein sýrutan film, enn ein vanligan. Út frá tí varð avgerðin tikin, segði Mikkjal. Nýggj Agurk–kapping Jákup og Jan hava fingið lyfti um, at Agurk sendingin kann halda fram. Hon verður tó nakað broytt fram- yvir, men ein nýggj stuttfilmakapping verður í næstum útskrivað. Hesuferð er ætlanin, at filmarnir skulu vera millum 5 og 8 minuttir. Enn eru endaligu treytirnar ikki fast- lagdar, men avgjørt er, at kappingin verður í heyst, so luttakarar hava møguleika at nýta summarið at filma í. Ætlanin hjá Agurk-vertunum er eisini at flætta Agurk inn í næsta AME-showið, sum verður um tvey ár. Tað skal vera undir heitinum »Besta sjónbanda- lag«. Hugsanin er, at møguligir luttakarar til ta kapping- ina skulu gera eitt sjónbandalag til ein føroyskan sang. Tað kundi møguliga verið gjørt við at sam- arbeiða við ein av aktuellu prix bólkunum tá. Ella við at nýta eitt gamalt føroyskt lag. Sagt varð, at um ikki AME vil lata eina virðisløn fyri besta føroyska sjónbandalag, so fara vertirnir í Agurk at gera tað. Katrin Winther og Anton Petersen – Vit høvdu ikki væntað at vinna, tá vit sendu filmin inn. Men vit vónaðu tað. Orsøkin til, at vit yvirhøvur luttóku var hon, at vinnarin fekk eitt kamera. Kameraðið hjá mær er brotnað, so vit vildu royna at vinna eitt nýtt, greiðir Katrin frá. Anton og Katrin kennast frá studentaskúlanum, har tey eisini hava fingið áhuga fyri at gera film. Tey hava gjørt tveir filmar har. – Í hesum filminum løgdu vit dent á at gera tað so simpult, sum vit kundu. Hann snýr seg um ein mann, sum er inni í einum húsi. So skjótt tú fert út ella byrjar at nýta fleiri støð at taka upp í, veðrur tað innviklað. Tað verður beinanvegin nógv meiri at hugsa um, greiða tey bæði frá. Tey siga, at tey av fyrstan tíð ætlaðu at gera ein longri film, men tí fóru tey allíkavæl skjótt frá. – Vit vildu heldur gera tað stutt og gott, siga tey. Spurd um tað ikki er ein vansi bert at vera tvey um at gera ein film, svara tey sum við ein munn, at tað er tað ikki. Tvørturímóti. – Tað ger tað nógv lættari.Tá verður tað ikki so roksut, við fleiri meiningum um alt. Tað kann sjálv- andi eisini vera ein fyri- munur at hoyra fleiri meiningar, men arbeiðið verður eisini tyngri av tí, svarar Katrin. Spurd um tey hava ætlanir um nakað meiri innan film, svarar Kat- rin, at hon í øllum førum ætlar sær filmsvegin. – Eg kundi gott hugsað mær at arbeitt við films- redigering, serliga við »special effects«. Eftir summarfrítíðina fari eg niður at lesa multimedia- design, greiðir hon ógvuliga avgjørd frá. Anton hevur enn ikki gjørt av hvat hann ætlar sær, men man ikki hetta hevur givið honum blóð á tonnina? Vinnarin av Agurk Vinnararnir av Agurk kappingini gjørdust Anton Petersen og Katrin Winther. Tey hava gjørt ein stuttfilm um at vakna við timburmonnum og spakuliga minnast, hvat veruliga hendi kvøldi fyri. Afturfyri tann filmin fingu tey eitt upptøkutól, vert 12.000 kr. Nr. 2, men í ógvuliga hørðum stríði við vinnararnar, vórðu Janus Rasmussen og René Bischoff. Teir fingu eisini ein vinning frá Agurk, tí Jan og Jákup valdu teirra film at vinna publikumsprísin. Teir fingu tvær bøkur um filmslist Osvald Hansen, Bjarni Petersen og Martin H.O. Hansen, eisini nevndir TómHøvd productions, høvdu ikki færri enn tveir filmar við í kappingini. Fyri annan teirra fingu teir eitt triðjapláss Vinnararnir søgdu: Til filmin, sum var 4 min. og 17 sek. nýttu Katrin og Anton: – 5 tímar til tilrættis- legging – 20 tímar til upptøku. – 40 tímar til klipping – Eftir upptøkurnar høvdu tey 3 tímar av tilfari á bandi, sum so skuldi hyggjast at og klippast niður til 4 - 5 min. – Tey arbeiddu heima við telduprogramminum Premiere Adobe, sum tey ikki høvdu nýtt áður, og tað tók teimum nógva tíð og orku at læra at brúka tað til fullnar. Dómararnir søgdu: