Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 3. mai 2005 17 Tað verður løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum í morgun klokk- an 10.15 fer at seta altjóða fiskivinnu- framsýningina, sum verður í høvuðsstað- num teir næstu tríggjar dagarnar NAFF-SETAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun klokkan 10 letur altjóða fiskivinnuframsýn- ingin upp í stóra goymslu- bygninginum hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla. Heðin Mortensen, bý- ráðsformaður í Havn, fer at bjóða vælkomin, og síðan fer løgmaður, Jóannes Eid- esgaard, at seta stevnuna. Undir setanini fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla og seta sín dám á løt- una. Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur, verður veðrið til vildar, verður stevnan sett uttanfyri sjálvan framsýningarbygn- ingin. Øgiligur aktivitetur North Atlantic Fish Fair verður opin hvønn dag til og við hósdagin, frá klokk- an 10 á morgni til klokkan 17 seinnapartin. - Tað er ein øgiligur aktivitetur her upp í dag – júst soleiðis, sum tað eigur at verða uppundir eina slíka framsýning, har einar 300 ymiskar fyritøkur – úr Føroyum og útlandinum - rigga til at sýna fram tað, sum tey hava at bjóða. Dánjal Petur sigur, at flestu framsýnararnir eru komnir til landið, og í gjár væntaði hann, at teir sein- astu fóru at koma út á dagin. - Nakrir eru komnir við Norrønu, men teir flestu velja tó at flúgva. Útbúnað- urin, sum útlendsku fram- sýnararnir hava við sær, er tó sendur higar við skipum, sigur samskiparin. Hóast nógv er at fáa upp á pláss uppundir upplat- ingina, ivast hann ikki í, at alt er komið upp á pláss, tá ið stevnan verður sett í morgun. - Jú, eg haldi, at hetta fer at taka seg væl út, sigur Dánjal Petur Hansen. Kunning Samskiparin sigur, at fólk, sum vitja stevnuna, hava høvi at fáa kunning í mót- tøkuni um tiltøk, sum verða á stevnuni, eitt nú um re- septiónir og tiltøk annars. Haraftrat fer Tórshavnar kommuna at hava sína kunningarstovu við á sínum bási, soleiðis at bæði út- lendingar og føroyingar kunnu fáa kunning um busskoyring og tiltøk í høvuðsstaðnum stevnudag- arnar. - Eg havi skilt, at Tórs- havnar kommuna er væl fyrireikað at veita ta kunn- ing, sum bæði framsýnarar og gestir ynskja sær, sigur Dánjal Petur Hansen. Koyrt verður av Hotel Føroyum oman í býin og niðan á Sandvíka- hjalla hvønn heilan tíma og omanaftur trý korter í hvønn fullan tíma NAFF-KOYRING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað verður gott bussam- band í høvuðsstaðnum, nú North Atlantic Fish Fair fer av bakkastokki í morg- un. Mouritsens Bussar fara at taka sær av koyringini. - Tríggir bussar fara niðan á Sandvíkarhjalla hvønn morgun klokkan 9.30, og somuleiðis fara tríggir bussar omanaftur av Sandvíkarhjalla, tá ið stevnan endar um dagar- nar. Magni Mouritsen sigur, at koyrt verður av Hotel Føroyum, oman á Hotel Sjómansheimið, Hotel Hafnia, Farstøðina og síð- an niðan á Sandvíkahjalla. - Hvønn heilan tíma verður koyrt hesa somu rutu, og klokkan trý korter í hvønn fulla tíma verður so koyrt omanaftur av framsýningarøkinum. Tað er tó bara um morg- unin, og tá ið framsýn- ingin letur aftur um 17- tíðina, at koyrt verður samstundis við trimum bussum. - Kostnaðurin fyri hvønn túrin verður 20 krónur, sigur Magni Mou- ritsen. North Atlantic Fish Fair verður sett MB-Bussar koyra framsýnarar og gestir Myndin er tikin fyrrapartin í gjár. Básurin hjá Tórshavnar kommunu byrjar at "forma" seg Mynd: Jens Kr. Vang Klokkan 10.15 í morgun setir løgmaður, Jóannes Eidesgaard, altjóða fiskivinnustevnuna, North Atlantic Fish Fair Tað verða Mouritsens Bussar, sum fara at koyra framsýnarar og stevnugestir niðan og oma n av Sandvíkahjalla