Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 82 - 3. mai 2005 UTTAN ÚR HEIMI Floksformaður háðaður Løgreglan mátti leggja uppí, tá formaðurin í týska javnaðarflokkin- um, Franz Múntfering, helt røðu í býnum Dúss- eldorf í sambandi við altjóða arbeiðaradagin sunnudagin. Tað var ikki av tilvild, at Franz Múntfering hevði valt at halda røðu í Dússeldorf. Býurin er høvuðsstaður í lands- lutinum Nordhrein- Westfalen, har val verð- ur um tríggjar vikur, og alt bendir á, at sam- gongan hjá javnaðar- flokkinum og Teimum Grønu fer at tapa stórt. At veljararnir hava vent SPD bakið sást týðiliga á fundinum sunnudagin, har misnøgd fólk tveittu egg eftir Franz Múnt- fering og róptu háðani orð eftir honum. At enda mátti løgreglan leggja uppí fyri at verja floks- formannin. Tað hevur ikki bøtt um støðuna hjá SPD, at fyrr- verandi floksformaðurin Oscar Lafontaine hevur funnist hvassliga at sosialpolitikkinum hjá flokkinum og stjórnini. Tað hevur fingið leiðsl- una í flokkinum at um- hugsa at koyra hann úr flokkinum, skrivar DPA. Stór borgarlig framgongd Teir borgarligu flokkar- nir í Svøríki hava havt so stóra framgongd í sein- astuni, at tann seinasta mánaðin er munurin ímillum teir og stjórn- arflokkarnar tvífaldaður, og munurin er nú tann størsti síðani 1991. Hetta sæst í einari meiningakanning hjá blaðnum Dagens Ny- heter. Kanningin vísir, at javnaðarflokkurin er framvegis tann størsti við 32,3 prosentum, men tað er kortini nóg minni enn á valinum fyri trimum árum síðani, tá flokkurin fekk 39,8 pro- sent. Samstundis hevur tann borgarligi Moderat- arna næstan fingið javnaðarflokkin aftur. Moderatarna fær sam- bært nýggju kanningini 30,1 prosent ella næstan tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2002, tá flokkurin fekk 15,7 pro- sent av atkvøðunum. Kanningin hjá Dagens Nyheter vísir, at 42,3 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri ver- andi stjórnarsamgongu, var val nú, og at 53,5 prosent høvdu atkvøtt fyri teimum borgarligu andstøðuflokkunum. 23 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita, hvar tey høvdu sett krossin, var ríkisdagsval nú. Assad kann fella Nógv bendir á, at for- setin í Sýrialandi, Bash- ar Aassad, situr ikki ser- liga tryggur í embætin- um. Fyri stuttum noyddist Assad at taka teir sýr- isku hermeninar úr grannalandinum Liba- non. Afturtøkan fer at hava stórar fíggjarligar og sosialar avleiðingar við sær, men tað er ikki tann einasti trupulleikin, sum forsetin hevur at dragast við, sigur ovast- in í ísraelsku hernaðar- fregnartænastuni, Ahron Zeevi, við blaðið Yedioth Aharonot. Hann vísir á, at Sýrialand og Turkaland eru ósamd um eina týðandi vatn- veiting, og harafturat eru jordanar misnøgdir við, at Sýrialand ikki hevur hildið eina avtalu um at lata Jordan eitt landaøki. Ahron Zeevi sigur, at megnar Bashar Assad ikki at loysa trupulleik- arnar, fara sýrialending- ar at missa álitið á hon- um, og so kann hann skjótt fella. Hendir tað, fer svágur forsetans, Maher Assad, helst at taka við, men eitt annað forsetaevni er fregnar- tænastuovastin Asaf Shaukat, sigur Zeevi. Rættarmálini kunnu byrja Nú er klárt at fara undir rættarmálini ímóti teim- um, sum stóðu á odda fyri tí sera harðrenda stýrinum hjá teimum reyðu khmerunum í Kambodja í sjeytiárun- um. Tað kunngjørdi Kofi Annan, ST-aðal- skrivari, sunnudagin. Reyðu khmerarnir ráddu fyri borgum í Kambodja í árunumm frá 1975 til 1979, og teir fóru sera illa við fólk- inum. ST-metingar siga, at umleið 1,7 millión fólk ella ein triðingur av kambodiska fólknum doyðu av huingri, sjúk- um og í arbeiðslegum, men fleiri túsund teirra vórðu heilt einfalt avrættað. Ágangurin steðgaði ikki, fyrr enn vietnamesiskir hermenn róku stýrið hjá teimum reyðu khmerunum frá í 1979. Tað hevur gingið striltið at revsa teir khmer-leiðararnar, sum framvegis eru á lívi, men sunnudagin segði Kofi Annan, at nú hevur ST fingið nóg mikið av peningi, til at rættarmál- ini kunnu byrja. Løg- frøðingar úr Kambodja og altjóða løgfrøðingar skulu taka sær av mál- unum. Myndugleikarnir í Russlandi hava gjørt av, at 30 gíslar, sum sluppu til rýmingar úr skúlanum í Beslan, skulu missa endur- gjaldið ENDURGJALD Árni Joensen fartekst@mail.dk 30 skúlabørn, sum vóru so heppin at sleppa til rým- ingar úr skúlanum í russ- iska býnum Beslan, tá yvirgangsmenn tóku skúlan tann 1. september í fjør, noyðast nú í rættin. Nakað eftir at gíslatøkan var av, samtyktu russisku myndugleikarnir, at tey børnini, sum sluppu frá atsóknini á lívi, skuldu fáa slakar 10.000 krónur í part sum endurgjald frá tí alnmenna. Tey 30 børnini, sum sluppu til rýmingar, fingu eisini endurgjald, men nú hava myndugleik- arnir boðað frá, at teir skulu hava pengarnar aftur frá teimum 30 børnunum. - Teir næmingarnr, sum vóru so hepnir at sleppa úr skúlanum, fingu ongan skaða og vóru ongantíð gíslar. Tí eiga teir at rinda pengarnar aftur, sigur ein talsmaður hjá myndugleik- unum við blaðið Gazeta. - Tað má sigast at vera smáligt av myndugleikun- um at taka eina slíka av- gerð, og tað er ófatiligt, at teir ætla at draga børnini ígjøgnum eitt rættarmál, sigur Lida Komajeva, vara- blaðstjóri á einum blaði í Beslan. Hon sigur, at málið verður nú sent russiska mannarættindaumboðsman ninum. Lida Komajeva sigur við Aftenposten, at tey flestu børnini í Beslan eru farin aftur í skúla, men nøkur orka ikki, og vey liggja framvegis á sjúkrahúsi, sigur hon. Avstralsku mndug- leikarnir fara ikki at gera eftir kravinum frá teimum, sum hava burturflutt avstraliu- mannin Douglas Wood GÍSLATØKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Sunnudagin kunngjørdi ein uppreistrarbólkur í Irak, at hann hevði burturflutt tann 63 ára gamla avstralska ríkisborgaran Douglas Wood. Á einari sjónbands- upptøku bað Douglas myndugleikarnar í Av- stralia, Bretlandi og USA taka sínar hermenn úr Irak, tí burturflytararnir høvdu hótt við at taka hann av døgum, bleiv kravið ikki eftirlíkað. Men avstralski forsætis- ráðharrin, John Howard, gjørdi longu sunnukvøldið greitt, at stjórnin fer ikki at gera eftir kravinum. - Vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri at fáa burturflytararnar at lata Douglas Wood leysan, men vit fara ikki at víkja frá tí veruleika, at Avstralia slakar ikki fyri gíslarænar- um. Vit fara heldur ikki at lata yvirgangsmenn stýra okkara uttanríkispolitikki, segði Howard í einari út- varpsrøðu sunnukvøldið. Hann legði afturat, at herurin hevur skipað eina serliga deild, sum skal royna at fáa gíslan leysan. Tann 63 ára gamli Douglas Wood er avstralsk- ur ríkisborgari, men býr í Kalifornia í USA, haðani kona hansara eisini er ætt- að. Børn missa endurgjald fyri gíslatøku Avstralia slakar ikki Douglas Wood bað Avstralia, Bretland og USA taka hermenninar úr Irak. Gera tey ikki tað, hava burturflytararnir hótt við at taka hann av døgum Mynd: Reuters