týsdagur 3. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
AVSETTUR
Jákup Mørk
Hóast KÍ nú er í tungum
sjógvi við trimum tapum í
slag, so var tað tó ikki
hetta, sum var á breddanum
í lokala tosinum um viku-
skiftið.
Tað var tað hinvegin, tá
tað leygardagin frættist, at
landsliðsleikarin, Hjalgrím
Elttør, ikki var partur av
hópinum hjá KÍ, sum
skuldi taka ímóti NSÍ.
Nakað av roki hevði fyrr
í vikuni um leiklutin hjá
KÍ, og venjarin, Ove Flindt
Bjerg, sigur, at Hjalgrím
fyrst og fremst hevði sett
seg sjálvan av liðnum.
- Tað vóru tveir spælarar
hjá okkum, sum ikki yvir-
hildu tær reglurnar, sum
eru galdandi fyri lið, undan
dystinum móti B36. Tað
hava teir so eisini fingið
sína revsing fyri. Men tá
tað so er ein spælari, sum
hartil ikki sýnir ein virði-
ligan atburð mótvegis tí
samanhaldi, sum skal vera
á liðnum, so kostar tað
altso. Og eg gav so Hjal-
grími boð um, at hann ikki
skuldi vísa seg aftur fyrr
enn hósdagin, staðfestir KÍ-
venjarn, Ove Flindt Bjerg.
Fáorðaður
Sjálvur vil høvuðspersón-
urin ikki gera nakrar se-
rligar viðmerkingar til støð-
una, sum nú er íkomin.
- Eg veit ikki rættiliga,
hvat eg skal siga til hetta,
so eg havi valt at halda ein
lágan
profil,
staðfestir
Hjalgrím. Tað er ein keðilig
støða, sum er íkomin, og
hana má eg so bara
royna
at
loysa,
h e l d u r
landsliðs-
spælarin.
Meira enn tað sama fæst
ikki úr spælaranum, sum
undan
árinum
varð
roknaður sum vandamesta
álopsvápnið á liðnum.
Nr. 82 • týsdagur • 3. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Gull í
Vági
síðurnar 20-22
KÍ-VENJARIN
Jákup Mørk
Mánamorguin frættist, at
KÍ-venjarin, Ove Flindt
Bjerg hevði fingið sekkin
frá KÍ, og seinni um fyrr-
partin
vórðu
tíðindini
váttað.
Í tíðindakskrivi, sum
varð sent miðlunum, sigur
steðfestir nevndin:
- Klaksvíkar Ítróttarfelag
hevur frá í morgun (mána-
dagin 2. mai 2005) sagt
upp samstarvsavtaluna við
høvuðsvenjara felagsins,
Ove Flindt Bjerg.
- Dánjal Jákup Joensen
røkir fyribils starvið sum
høvuðsvenjari til nýggjur
venjari verður settur.
Nevndin fer á fundi í
seinasta lagið týskvøldið at
seta nýggjan høvuðs venj-
ara.
Nevndin hevur havt eitt
sera gott samstarv við fyrr-
verandi høvuðsvenjaran,
men avgerðin um at siga
venjaran úr starvið var tik-
in av einari samdari nevnd.
Tríggir kandidatar
Sum skilst úr Klaksvík, so
hevur talan á ongan hátt
verið um nakra illstøðu
millum venjara og spælar-
ar. Hinvegin verður ásann-
að, at vánaligu úrslitini
saman við tungu gongdini
sum heild høvdu við sær, at
tað rættasta helst var at
skifta venjara.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa orðið á frákoyrda venj-
aran undan evstamarki
okkara.
Enn er ikki greitt, hvør
nýggi maðurin í KÍ-stólin-
um verður, men sum skilst,
so snýr tosið í Klaksvík seg
fyrst og fremst um hesi trý
nøvnini:
Oddbjørn Joensen hevur
ikki nakað venjarastarv í
ár, og hann er tí leysur
maður á marknaðinum.
Við rót úr Klaksvík er hann
eisini ein maður, sum
hevur gott festi hjá lokalu
viðhaldsfólkunum,
og
hóast hann hevur fáar
royndir sum venjari í bestu
deildini, so er helst fáur,
sum ivast í innliti hansara í
føroyska fótbóltsheimin.
Jóannes Jakobsen er í ár
venjari hjá AB, og tí er ikki
víst, at hann er ein møgu-
leiki yvirhøvur. Hann var
tó sera væl lýddur millum
spælarar og viðhaldsfólk,
tá hann fyri nøkrum árum
síðani virkaði í Klaksvík.
Og so hevur hann eisini
tann fyrimunin, at hann
áður er traðkaður til í
líknandi støðum – og við
góðum úrsliti.
Jógvan Martin Olsen
boðaði í heyst frá, at hann
nú fór at halda sær starvið
innan FSF, har avbjóðing-
arnar eru vorðnar størri og
meira krevjandi. Áðrenn
hevði hann røkt venjara-
starvið í NSÍ umframt
starvið í FSF, og spurning-
urin er so, hvørt tað var ein
haldbar loysn. Tað vóru tað
ymiskar fatanir av, men
hinvegin er hann helst ein
av best útbúnu venjarunum
í landinum, og hann er
heldur ikki bangin fyri at
taka ímóti eini avbjóðing.
Hóast tað ofta seinni
árini hevur turbolensur
kring KÍ-venjaran, so er
hetta
fyrsta
ferðin
síðani 1989, at KÍ
skiftur venjara
mitt
í
kappingarári.
Frákoyrdur
Avsettur!