Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 82 - 3. mai 2005 HONDBÓLTUR orð: Jákup Mørk myndir: Bárður Lydersen Eingin ivi var um, hvør átti KÍ-høllina leygardagin. Vágbingar høvdu allan fyrrapartin fartast í stórum tali norður til Klaksvík, og tað er neyvan av eini leið, um gitt verður, at talan helst var um einar 300 vág- bingar í høllini. Og longu langt undan dystinum vóru hesir við til at seta sín stóra dám á stemningin. Rópini dunaðu um alla høllina, og hesi gjørdust ikki færri, tá farið varð undir dystin. Spæligleðin á mun VB hevði nevnliga frá fyrsta bríksli takið á heima- liðnum, og skjótt høvdu tær eisini lagt seg á odda við nøkrum málum. Stjørnan royndi at svara aftur, men tað tóktist alla tíðina, sum var tað VB, sum hevði munin hesaferð. Ikki minst tí VB helst eisini hevði ein størri mot- ivatiónsfaktor. Gamaní vildi Stjørnan sjálvandi fegin vinna dystin, men ágrýtni hjá VB var munandi størri, og tað skiltist á øllum brøgdum, at tær fram um hinar eisini høvdu spæligleðina. Tað skal tó sigast Stjørn- uni til rós, at tær hóast alt vóru væl við í dystinum. Ein dystur, sum var leiktur, eftir at spælararnir mest sum hava ligið í dvala í fleiri vikur, har tær hava havt onkra staðni millum lítið og einki at stríðas fyri. Virðiligir meistarar Skal takast samanum árið, so fæst illa nøkur onnur staðfesting, enn at VB vóru virðiligir meistarar. Av- gerðin mundi sum so fella, tá tær vunnu heimadystin á Stjørnuni, tí góði málmun- urin vísti seg tá sum tað eyka stigið, ið kundi tryggja gullið. Tað hevur eisini viðført eitt orðaskifti um, hvussu kvinnukappingin skal skipast. Tí sum støðan var tá, so tóktist tað hava kost- að Stjørnuni dýrt, at tær í fleiri dystum í grundspæl- inum ikki tóktust leggja ov nógv í, hvussu nógv mál dystirnir vórðu vunnir við. M.a. varð talan tvær ferðir um teprar sigrar á StÍF, og hetta gjørdi VB sær dælt av. Tær royndu nevnliga at fáa maksimalt av málum burt- urúr alla tíðina, og hetta var eisini nakað, sum lønti seg. Nú sigur stigatalvan sjálvandi, at tað vórðu stigini – og ikki málini – sum í seinasta enda vórðu avgerandi, men veruleikin er kanska eins nógv ein annar. Men hetta skal á ongan hátt taka gleðina um gullið frá VB. Tær hava gjøgnum árið verið liðið, sum hevur sýnt besta hondbóltsspælið, og málmunur ella ikki, so skal tað ikki forsmáast, at tær seinna dystin í enda- spælinum vundu burtur úr Stjørnuni. Kanska var tað í veruleikanum tann dystur- in, sum vigaði mest, tá mál- ini skuldu teljast saman, og so høvdu hinir dystirnir kanska ikki heilt so stóran týdning kortini. Tillukku VB! Stjørnan-VB 2 Gullið var Fagnaðurin var ovurstórur, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð. Gullið var staðfest, og teir knappliga 300 vágbingarnir í høllini tustu á vøllin So kundi VB loksins rópa seg meistarar. Tann staðfestingin hevur bíðað nú í góðan mánað, men seinasti dysturin skuldi altso avgreiðast