Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 82 - 3. mai 2005 Tá ið formaðurin í hondbóltsdeildini hjá VB skuldi lýsa dygd- irnar hjá venjaranum hjá kvinnuliðnum, manglaði hann orð LONGT SAMSTARV Hóast kvinnuliðið fekk gullið aftur til Vágs, verður ikki hvílt á laurberunum. Sostatt er VB longu farið at fyrireika næsta kapping- arár í hondbólti. Á móttøkuni í Vági leyg- arkvøldið eftir at FM heitið varð vunnið, kunngjørdi Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB tey gleðiligu tíðindi fyri vágbingum, at venjarin hesi seinastu árini, eisini heldur fram næsta ár. Og tað skerst ikki burtur, at fagnaðurin í høllini var óførur, tá ið tey fingu boðini. Bogi Mortensen duldi ikki fyri, at hann varsera fegin um at samstarvið við Aivaras Daugis kundi halda fram. Aivaras er grundarlagið undir tí skjóta og undir- haldandi hondbóltinum, sum hevur verið vørumerk- ið hjá VB seinastu árini, segði hann. Men tá ið hann annars skuldi lýsa dygdirnar hjá venjarunum manglaði hann orð. Eg veit ikki hvat eg skal siga um hann, tí tað er er bara ein av slagnum, helt hann. Hann vísti á, at Aivaras var ótrúliga lagaligur at samstarva við. – Og so hevur hann eisini betri skil fyri hondbólti enn nakar annar, endaði. – Vit eru otrúliga heppin, at vit hava fingið fatur á akkurát honum, tí hann er ein fantastiskur venjari og eitt fantastiskt menniskja, sigur Bogi Mortensen. VB til Litava á venjingarlegu Hondbóltskvinnurna r hjá VB fara í heyst til Litava at leggja botnin til næsta kappingarár HONDBÓLTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygarkvøldið komu hond- bóltskvinnurnar hjáVB suður til Vágs við FM steypinum, sum tær høvdu vunnið í Klaksvík fyrr um dagin. Nú fara tær í eina væl uppiborna summarferiu. Men fyri tað er arbeiðið at fyrireika næsta kappingarár longu farið í gongd. Sum tað sæst aðrastaðni her á síðunum, er tað longu greitt, at vælumtókti venj- arin heldur fram næsta ár. Men á móttøkuni leygar- kvøldið, upplýsti Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB, at í heyst er ætlanin at fara til Litava á venjingarlegu. Og tað er ikki av tilvild, at VB fer júst til Litava, tí tað er haðani, at bæði venjari og útlendsku spælararnir hjá VB eru frá. Sostatt hevur VB eitt ser- ligt tilknýti til Litava og tað skal nú brúkast til at fyri- reika eina venjingarlegu til komandi kappingarár. Formaðurin í hondbólts- deildini upplýsti eisini, at tær peningaligu gávur, sum VB fær í sambandi við FM heitið, eru markaðar til at fíggja hesa venjingarleguna við. Annars tykist tað verða greitt, at VB varðveitir at at kalla allan spælarahópin til næsta ár. Tó hevur Arnleyð Hjelm boðað frá, at hon gevst og somuleiðis er tað greitt, at ein av avgjørdu profilun- um, Aukse Vysniaskaite, leingist so illa, at hon eisini gevst og hevur spælt sín seinasta dyst fyri VB. Arbeitt verður nú við at finna ein annan útlendskan spælara í hennara stað. Tað var eini drotninga- vitjan líkt, tá stóra VB- fylgið kom aftur til Vágs leygarkvøldið. Í høllini var búgvið borð og opið hús, og sum vera man, so var lagið av tí besta. Í blaðnum í morgin hava vit stóra frásøgn frá stóra degnum hjá VB- kvinnunum, sum vunnu gullið bert fáar vikur undan 100 ára degnum hjá felagnum. -jm Rimmar móttøka Succes-venjarin í Vági heldur fram næsta ár VB og Aivaras Daugis eru samd um, at samstarvið teirra millum skal halda fram fjórða árið á rað Aukse Vysniaskaite hevur boðað frá, at hon nú fer aftur til Litava. Men eingin mundi ivast í, at hon hevur verið fegin fyri tíðina í Vági