Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 3. mai 2005 23 KÍ venjarin var tann fyrsti, sum misti høvdið, og spurning- urin er nú, um hann verður tann seinasti, tí tað hilnast illa hjá fleiri øðrum, sum høvdu ætlað sær at verið við, har tað er stuttligt at kappast 6. UMFAR Jóannes Hansen Í so góðum fótbóltslíkind- um, sum tað ikki hava verið higartil, varð 6. umfarið av- greitt. Skal verða funnist at nøkrum, so skal tað vera mátin, sum feløgini kunna ella rættari ikki kunna um dystirnar. Fuglfirðingar plaga at spæla heimadyst- irnar klokkan 15. Í útvarp- inum sunnudagin klokkan 14 varð nevnt, at dysturin í Fuglafirði skuldi vera klokkan 14.30, og tað varð eisini nevnt, at dysturin í Gøtu fór at vera klokkan 16. Har plaga dystirnir eis- ini at vera klokkan 15. Fótbóltsfeløgini sjálvi gera púrt einki fyri at ar- beiðsumstøðurnar hjá pressuni skulu vera góðar. Áður er víst á, at meðan t. d. hondbóltsfeløgini standa á høvdinum fyri at senda dómaraseðlarnar til bløðini, so rætta feløgini ikki hond- ina frá síðu hesum viðvíkj- andi. Luturin hjá pressuni er at renna aftaná feløgun- um og nýta stuttu og harvið týdningarmiklu tíðina til óneyðugu uppgávuna. At tað ikki bara var pressan, sum einki visti um flytingarnar sunnundagin, er støðan hjá landsliðsvenj- aranum dømi um. Hann møtti í Gøtu, og har noyddist hann at bíða. Hevði hann havt vitað, at dystur var í Fuglafirði klokkan 14.30, so hevði hann havt møguleika at fingið tveir dystir fyri, nú hann var í Eysturoy, men soleiðis arbeiða fótbólts- feløgini ikki. Og tað er ikki at skilja, tá ið tað annars verður lagt upp til, at al- tjóða samstarvið skal bera bæði hetta og hitt við sær. Skuggar yvir øðrum Stóru tíðindini í fótbóltin- um vóru í gjár, at KÍ venj- arin hevur fingið sekkin. Hann var tann fyrsti, sum reyk í hesum árinum, og tað kann væl roknast við, at tað eru aðrir, sum kenna tað brenna undir sær. KÍ tapti sunnudagin fyri triðja ferð á rað. Turbolens- ur hevði undan vikuskift- inum við sær, at venjarin kendi seg noyddan at seta landsliðsspælara av. Tá ið KÍ legði seg framum 2-0, og tað var nýggi álopsmað- urin, sum hevði skorað bæði málini, bendi alt á, at venjarin hevði funnið røttu loysnina. Men tá ið tað so vendi, og KÍ enn eina ferð legði rygg til tap á útivølli, var tað venjarin, sum sat eftir við svarta peri. Soleið- is eru treytirnar í fótbólti og hjá venjarunum. Støðutalvan sigur, at lagið ikki er nakað serligt í tveimum øðrum feløgum. Annað teirra er EB/Streym- ur, sum hevur roknað seg at hava betri fólk í ár, enn teir nakrantíð áður hava havt. Teir eru næstniðastir, og sunnudagin løgdu teir rygg til stórtap í Gundadali móti meistarunum. Hitt liðið, sum hevur havt ógvuliga soltna úrtøku, er GÍ, sum var á odda móti Skála, men sum kortini tapti. Tað eru pólverjarnir Piotr Krakowski og Krzystof Popczynski, sum eru ábyrgdarmenn í ávikavíst EB/Streymi og GÍ. Toppurin B36 vann sannførandi í torføra útidystinum í Vági. Harvið styrktu teir um sína støðu. HB vísti ótryggleika fyrstu løtuna móti EB/- Streymi, men so vunnu teir sannførandi. Alt bendir á, at havnarfeløgini eisini í ár fara at vera við til at mynda toppstríðið. Akkurát nú er tað merkisvert, tí hvørki fel- agið hevur verið so ógvuliga sannførandi higartil. Skálamenn og fuglfirð- ingar hanga í, og næstu vik- urnar fara at vísa, hvussu tað fer at hilnast hjá teim- um í kappingini við havnar- feløgini. Sunnudagin fer Skála at fáa vitjan av HB, og mikukvøldið skal ÍF spæla landskappingardyst í Gundadali móti HB. Longu hósdagin fer fyrsta ábend- ingin um styrkismunin millum HB og ÍF at fáast, tí tá hittast tey í Gundadali í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Mikukvøldið í næstu viku fer Skála at fáa vitjan av B36, sum sunnudagin fær vitjan av GÍ. At odda- liðini næstu vikuna hittast fleiri ferðir innanhýsis kann bera við sær, at onkur av hinum fara at stinga seg fram. NSÍ sigurin í Klaks- vík lyftir teir í Runavík ivaleyst langt fram. Spurn- ingurin er so, m teir sunnu- dagin fara at standa seg betri á heimavølli móti VB, enn teir gjørdu, tá ið TB vitjaði. Botnurin Gøtumenn eru aftastir, men avrikið móti Skála bendi ikki á botnlið, sum hevur mist mótið. EB/Streymur, TB, VB og KÍ eru tey, sum liggja tyngst í sjónum í løtuni. Sunnudagin skulu klaksvíkingar á Sevmýri, og tá fer nógv at standa á hjá báðum pørtum. Hjá KÍ verður talan um lagnudystir tvær tær næstu ferðirnar, tí annað mikukvøld skulu teir norður á Mølina. Annað mikukvøld skal VB norður á Tvøroyri. Har vitjaðu teir í fyrsta umfar- inum í 2002. Tá vann TB, og tað var einasta ferðin, at TB vann í tí kappingarárin- um. VB hevur higartil verið tvær ferðir á útivølli, og teir hava báðu ferðirnar fingið úrtøku. Eitt stig í Klaksvík og fulla úrtøku á Skála. Oddurin gerst alt meiri klárur Saman við grannunum úr B36 hava meistararnir úr HB lagt seg í oddin, men hvørgin teirra hevur tó sýnt nakran sjampanjufótbólt higartil Mynd: Sofus D. Johannesen