Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 82 - 3. mai 2005 HB-EB/S 4-0 (0-0): Tol er neyðugt í fótbólti Tol og trúgv upp á eg- in evni eru tveir lutir, sum altíð vilja vera týdningarmiklir í fótbóltsheiminum. Hetta visti HB, og tí vunnu teir eisini at enda ein tryggan 4-0 sigur á EB/Streymi sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur hevur enn bæði mál og stig ti góðar, tá tosað verður um vitjanir hjá HB í Gundadali. Hetta varð staðfest sunnudagin, tá HB vann ein tryggan sigur, og onkurs- vegna tykist eisini, sum er EB/Streymur í ferð við at fáa okkurt slag av kom- pleksi mótvegis HB. Í øllum førum hevði fel- agsliðið møguleikarnar at skora hesaferð. Serliga fyri steðgin var heilt nær við einar tríggjar ferðir, tá Sor- in Anghel meira og minni leysur royndi seg, men inn vildi bólturin ikki. EB/Streymur hevði ann- ars lagt eina hampuliga varna og einfalda spæliætl- an til dystin móti HB. Ikki óvæntað varð størsti dent- urin lagdur á verjupartin, meðan álopsparturin mest snúi seg um at senda langt niðan til Hans Paula og Sorin, sum so máttu klára paragraffirnar sjálvir. Nak- að sum eisini tóktist at rigga væl, tá HB ofta flutti liðið dekan ov langt niðan í royndunum at trýsta. Og einar tvær ferðir sóu EB- /Streyma viðhaldsfólkini helst bóltin í kassanum, tá Anghel royndi seg, men í báðum førum smoygdi bólturin sær tó framvið. HB hevði tó eisini sínar møguleikar. Hans á Lag og Tór-Ingar Akselsen mann- aðu aftur álopspartin, og serliga hevði Andrzej Pac- ek ilt við at fylgja teimum. Í einum trimum førum var vánalig timing frá pól- lendska verjuleikaranum beinleiðis atvoldin til vandamiklar HB-atsóknir, og tað var merkisvert, at ongar flytingar vórðu gjørdar, tá eitt nú Fróði Clementsen samstundis royndi seg í eini óvandari støðu á høgra miðvølli. Skolaði inn Sum gongdin var fyri steðgin, so var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn nakað mál kom, og tann tíðina var skjótt runnin. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Rasmus Nolsøe sendi horna innfyri úr høgru. Var rætt atborið, so hevði EB/Streymur helst havt ein mann á fimm-metra horn- inum, men har stóð eingin, og so slapp eitt annars illa tikið horna í knæhædd at ferðast inn í málteigin, har Rúni Nolsøe var maðurin, sum fekk rættað av og sent bóltin í kassan. Og so fall EB/Streymur saman. Restina av dystin- um tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu trivaligur HB-sigurin skuldi gerast. Rúni Nolsøe økti til 2-0 eftir eitt laaangt HB-álop, og Tór-Ingar Akselsen økti til 3-0 upp á brotsspark, sum hann sjálvur var atvoldin til. At enda slapp liðskiparin at gera sítt hat-trick, tá hann sendi fríspark av brotsteigarmarkinum flatt í netið. EB/Streymur var fallið fullkomuliga saman, og tó at teir høvdu onkrar vandamiklar atsóknir eftir hetta, var tað meira eitt tekin um, at HB nú tók nak- að lættari upp á uppgávuna. Vantandi tiltrúgv Samanumtikið má sigast, at hóast dysturin hevði eina skiftandi gongd, so avdúk- aði henda ávíkavist styrkir og veikleikar hjá vertum og gestum. Hjá HB tykist tað vera ein avgjørd styrki, at menn vita, at ein fótbóltsdystur verður spældur í 90 minuttir. Hóast allir lutir ikki alla tíðina rigga eins væl, so eru ongantíð tekin um, at spælararnir fella í fátt. Heldur verður hildið á fram í royndunum at spæla seg fram til møguleikar, og sum tað so ofta er sætt, so gevur hetta tolsemið at enda úrslit. Tað er millum annað hendan dygdin, sum hevur givið felagnum trý gull- merki á rað, og hinvegin eru tey trý gullmerkini helst eisini ein av orsøkunum til sjálvsálitið, sum ger tað møguligt at spæla við slíkum toli. Altso eitt slag av positivum ringvirkningum. Hjá EB/Streymi er tað hinvegin júst hetta tolið, sum tykist vanta í løtuni. Tí hetta er langt ífrá einasta ferðin, at liðið hevur spælt væl eina langa løtu, fyri síðani at fella heilt saman, tá mótburðurin kemur. Tað bendir á, at trúgvin upp á egin evni ikki er tann rætta í løtuni, og júst hendan trúgvin er ein grundleggj- andi fortreyt, um munagott úrslit skal spyrjast burturúr á einum fótbóltsvølli. Fyrsta hat- trick’ið Ikki minst hjá Rúna Nolsøe mundi talan vera um ein góðan dag sunnu- dagin. Tey trý málini, sum hann stóð fyri í dyst- inum, vóru sjálvsagt høv- uðsorsøkin til trygga sigurin á EB/Streymi, og tað er ikki langt við síð- una av, at hetta er fyrsta hat-trickið hjá Rúna fyri HB í landskappingarhøpi. - Tað haldi eg í øllum førum. Eg skeyt nokk trý mál á Sevmýri einaferð, men tað var nokk í steypakappingini. Og tú átti øll málini hesaferð? - Hans nart so ikki við hann til fyrsta málið (tað helst vallar-speakarin annars), men annars síggi eg ikki ordiliga, hvat gongur fyri seg. Eg varð so í øllum førum skrivað- ur upp fyri tað, staðfeistr hann flennandi. Um sjálvt spælið helt Rúni annars, at HB hevði neyðuga tolið í dystinum, men hann helt avgjørt ikki, at teir kunnu vera nøgdir um avrikið fyri steðgin. - Vit eru alt ov slappir fyrstu trý korterini. Í steðginum gevur Heine okkum eisini boð um, at um vit ikki tíma at spæla, so skuldu vit siga frá! Vit fáa so tíbetur tosað nøkur ting ígjøgnum, og eftir steðgin er tað nógv betri. Hinvegin, so haldi eg eis- ini, at vit hava neyðuga tolnið til at avgera dystin, og tað er sjálvandi ein góður eginleiki, staðfestir Rúni at enda. -jm Heine aftur á vøllinum Fagnaðurin var stórur, tá Heine Fernandez 20 min- uttir undan leikloki skifti seg sjálvan inn á vøllin. HB-venjarin hevur verið skaddur fyrsta partin av hesum kappingarárinum, og einki er at ivast í, at tey í felagnum í hava saknað vandamikla veteranin í álopspartinum. Enn er hann ikki heilt fullførir fyri at nýta vinstra bein, men sum skilst, so fær hann runnið uttan trupulleikar. Og í HB er vónin uttan iva, at hann fer at verða tøkur, nú týdningarmklu dystir- nir móti Skála og B36 standa næstir á skránni. -jm HB-EB/Streymur 4-0 (0-0) HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen (Páll M. Joensen 70.), Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, John Heri Dam (Rókur Jespersen, 56.) – Hans á Lag (Heine Fernandez, 70.),Tór-Ingar Akselsen GK: Tór-Akselsen, 59., Rasmus Nolsøe, 65. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Gert Hansen – Fróði Clementsen, Knút Vesturtún (Sonni L. Petersen, 61), Marni Djurhuus, Eyðfinnur Joensen (Jákup Martin Joensen, 45.) – Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel GK: Eyðfinnur Joensen, 33. Dómari: Jens Petur Brattalíð. Hevði eina linju, sum var trupul at fylgja, og virkaði sum heild uttan neyðuga myndugleikan. FAKTA UM DYSTIN