týsdagur 3. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 3. mai 2005
25
Vágbingar kendu seg
snýttar, tá dómarin
kolldømdi mál, og
bara 30 sekund seinni
hevði Alex dos Santos
sent ein kandidat til
heitið sum ársins mál
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, hvat
samrøðuevnið eftir dystin á
Eiðinum millum VB og
B36 var. Smáar tíggju min-
uttir fyri leiklok sendu vág-
bingar fríspark innfyri B36
málið. Bólturin varð stútað-
ur í kassan, og vágbingar
hildu, at nú var javnvág
komin í roknskapin, sum
annars vísti 0-1.
Men dómarin kolldømdi
málið, og so gjørdu gestir-
nir skjótt av. Bólturin varð
sendur fram á vøllin har
brasilianski Santos dróg
tvær ferðir, áðrenn hann úr
35 metrum smekkaði til, og
hóast Bjarni í VB-málinum
stóð har, sum hann skuldi
standa, so megnaði hann
ikki at forða framúr vakra
skotinum í at fara í kassan.
Varin byrjan
Hetta var helst hendingin,
sum avgjørdi dystin, og
eftir hetta fekk VB ikki
skapt nakran spenning í
aftur dystin. Heldur ikki
hóast teir tveittu nógv fram
seinastu tíðina.
Men fram til tá hevði
talan verið um eina hampu-
liga javna uppgerð. Bæði
VB og B36 hava í ár verið
sterk í verjupartinum, og
tað tóktist eisini skula eyð-
kenna dystin sunnudagin.
Byrjað varð varliga frá
báðum pørtum, og tað var
sjáldan, at talan gjørdist um
veruligar málmøguleikar.
B36 var tó liðið, sum
hevði bóltin væl meira, og
teir komu eisini fram til
nakrar møguleikar, sum tó
sjáldan
gjørdust
heilt
vandamiklir. Tað gjørdist
tað tó, tá Alex dos Santos ta
einu ferðina smekkaði hart
innlegg innfyri. Við hand-
aru stong kundi Allan
Mørkøre møta bóltinum, og
so hevði veteranurin aftur
gjørt mál fyri B36.
Taktiskt spæl
Fyri tað mesta gjørdist tal-
an síðani um eitt taktiskt
spæl, har hvørgin parturin
tordi ella vildi satsa ov
nógv. B36 tók seg nakað
aftur á vøllin – ikki minst
eftir at Ingi Højsted varð
noyddur av vøllinum – men
tað var tó sjáldan, at talan
gjørdist
um
veruligar
vandastøður.
Ta
einu
ferðina var tó um reppið, at
Milan Kuljic fekk frítt skot,
men í málteiginum eydnað-
ist
Santos
at
blokera
royndini.
Móti endanum kom VB
tó nakrar ferðir nær nøkr-
um, sum líktist einum mál-
kjansi, og so kom støðan,
sum tosað verður um. Tann
parturin endaði tó við, at
B36 avgjørdi, og tó at VB
tveitti nógv fram seinastu
løtuna, so var hetta nyttu-
leyst.
Samstundis
gjørdist
vertirnir nakað tunnir í
verjupartinum, og eftir at
B36 hevði havt nakrar
naskar
kontra-royndir,
kundi Bogi Hermansen
staðfesta sigurin, tá hann
hegnsliga avsluttaði eitt
væl gjøgnumspælt álop.
Hjá VB tóktist ósigurin at
vera ein staðfesting av, at
liðið hevur trupulleikar við
at standa seg á heimavølli.
Hinvegin skal eisini takast
atlit til, at talan var um
truplan heimadyst, og at tað
tí ikki heilt so væl ber til at
draga nakrar niðurstøður úr
hesum tapinum. Og spyrt
tú ein vágbing í dag, so er
hann helst ivaleysur í, at
talan skuldi verið um javn-
leik. Og um tað hevði verið
úrslitið, so hevði tosið í
Vági helst verið eitt heilt
annað í dag. Fyrst og
fremst, so er málið hjá vág-
bingunum at byggja eitt
nýtt lið upp í ár, og fyribils
hevur úrtøkan av hesum ar-
beiðinum
eisini
verið
hampuliga góð.
Hjá B36 man lagið
hinvegin vera av tí besta.
Sigrar í Vági eru ikki ger-
andiskostur hjá liðnum, og í
øllum førum skal leitast
heilt langt aftur, um ein so-
mikið tryggur sigur skal
finnast. Sigurin heldur
eisini B36 ovast á talvuni.
Komandi tríggjar vikurnar
vera tó helst ein styrkis-
roynd í so máta, tá liðið
hevur dystir móti bæði HB
og Skála, sum í løtuni eru á
næstu sessunum á talvuni.
VB-B36 0-3 (0-1):
B36 streyk við øllum
Talan var um eina uppgerð,
sum í veruleikanum var
nakað væl tættari, enn
endaliga úrslitið vísti
Mynd: Áki Bertholdsen
- Hetta er í øllum førum
besta úrslitið, sum eg havi
verið við til at fáa í Vági.
Soleiðis staðfesti B36-
miðvallarin,
Mikkjal
Thomassen, eftir at hann
og liðfelagarnir høvdu tog-
að ein 3-0 sigur við sær
heim, og so er einki at siga
til, at frøin í B36-leguni
var stór.
- Vit eru í øllum førum
væl
nøgdir. Vit
hava
kanska ikki tað liðið, sum
spælir mest poleraða fót-
bóltin í landinum, men vit
spæla fyri at vinna. Og tað
er væl ein dygd í sjálvum
sær í so máta, at vit eru
sterkir í verjupartinum. Av
seks dystum hava vit fýra
ferðir hildið málið reint, og
tað gevur eisini nakað av
sjálvsálitið, slær Mikkjal
fast.
Um sjálvan dystin helt
Mikkjal, at hann var bilsin
um, hvussu gott pláss teir í
B36 fingu í fyrra hálvleiki.
- Vit fingu loyvi til at hava
bóltin øgiliga nógv, og
sjálvt um vit ikki skaptu teir
nógvu møguleikarnar, so
gav hetta okkum frið at
spæla. Seinni fella vit nakað
aftur á vøllin, men tað er
sjáldan, at teir gerast heilt
vandamiklir. Spurningurin
er so, hvørt hatta málið hjá
teimum var off-side ella
ikki, men Alex avgerð so alt
við einum fantastiska flott-
um máli, staðfestir Mikkjal
at enda.
-jm
Fantastiskt úrslit
Hóast talan í seinasta enda
gjørdist um greitt tap hjá
VB, so helt VB-venjarin,
John Christensen, ikki, at
talan hevði verið um nakað
vánaligt avrik frá hansara
monnum.
- Sjálvandi er 0-3 á
heimavølli ikki nakað gott
úrslit, men so skalt tú eisini
hugsa um, hvat tað er, sum
hendir. 10-11 minuttir fyri
leiklok halda bæði eg og
spælararnir, at vit hava
javnað, men tað hildu
dómararnir altso ikki. Og
bara 20-30 sekund seinni
liggur bólturin so í okkara
máli. Tað sigur seg sjálvt, at
tað tá gerst sera tungt, men
eg haldi tó, at vit kortini vísa
rætta viljan. Vit satsa í øllum
førum alt seinastu løtuna, og
um tað so verður 3-0, hevur
ongan týdning í so máta.
- Men sum sagt, so verða
vit punkteraðir av hasum 2-
0 málinum, og eg eri í
øllum førum spentur til 3-2
sendingina mánakvøldið,
so eg kann síggja hasa
kolldømingina
umaftur,
staðfestir venjarin.
Um dystin sjálvan og
mótstøðuliðið helt VB-
venjarin, at teir hóast alt
eisini høvdu møtt einum
betri liði.
- Eg má viðganga, at
B36 var betri enn vit. Teir
eru sera væl skipaðir í
verjupartinum, og tað ger
tað sera trupult at vinna á
teimum. Fram eftir vøllin-
um skapa teir kanska ikki
heilt so nógv, men við toln-
um spæli megna teir at
bíða, til møguleikin kemur,
og tí haldi eg, at hetta er
besta liðið, sum vit hava
møtt higartil í kappingini.
-jm
Harmast kolldømingina
VB-B36 0-3 (0-1)
0-1: Allan Mørkøre, 18.
0-2: Alex dos Santos, 79.
0-3: Bogi Hermansen, 89.
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders Sør-
ensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø – Nenad
Zivanovic (Eyðstein í Lágabø, 46.), Evrad Ble, Milan
Kuljic, Símun Samuelsen – Poul N. Poulsen (Kenn-
eth Kjærbo, 77.), Dan Djurhuus
GK: Milan Kuljic, 39., Evrad Ble, 42., Dan Djurhuus,
51., Poul N. Poulsen, 52., Anders Sørensen, 73.
B36: Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson,Herbert í
Lon Jacobsen,Fróði Benjaminsen,Alex dos Santos –
Bergur Midjord (Bárður H.Joensen,85.),Ingi Højsted
(Klæmint Matras, 31.), Mikkjal Thomassen, Eyðun
Højgaard – Allan Mørkøre, Óbi (Bogi Hermansen,
77.)
GK: Pól Thorsteinsson, 44., Klæmint Matras, 66.
Dómari: Oddmar Andreasen
FAKTA UM DYSTIN