týsdagur 3. mai 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 82 - 3. mai 2005
Runavíkingar strídd-
ust allar 90 minuttir-
nar fyri sigrinum, og
tað var meira, enn
vertirnir úr Klaksvík
gjørdu
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fótbóltslagið í Klaksvík er í
botni í løtuni. Tríggir ósigr-
ar á rað er ikki akkurát tað,
sum viðhaldsfólkini eru von
við, og helst skal leitast
aftur til sera laka 1995, um
ein tilsvarandi keðilig úr-
slitarøð skal finnast.
Men leingi tóktist tó, at
talan als ikki skuldi gerast
um triðja ósigurin á rað, tá
NSÍ var á vitjan sunnu-
dagin. Spælið hjá KÍ var
kanska ikki tað besta, og
fyri tað nógva varð miðvøll-
urin bara lopin um, tá verjan
ístaðin sendi langt niðan
móti áleyparunum, men
hetta gav úrslit. Tvær ferðir
slapp Julian Samuelsen -
hevði fingið møguleikan í
álopinum fyri frákoyrda
Hjalgrím Elttør – rætti
maðurin á rætta staðnum, og
hann var ivaleysur. Bæði eitt
og tvey null til KÍ vóru úrslit
av konsekventum avslutn-
ingum, tá mótstøðan ikki
var nóg ansin, og so skuldi
KÍ verið á sigurskós.
Góður moralur
Men runavíkingarnir vildu
ikki gevast. Hóast spælið
ikki var av tí poleraða
slagnum, so hildu teir á
fram í royndunum at stressa
klaksvíkingarnar.
Tað
mundi eisini munað væl í
so máta, at Christian Høgni
Jacobsen við eini perlu
bankaði bóltin í málið av
brotsteigarmarkinum smáar
tíggju minuttir fyri steðgin.
Hetta tóktist eisini geva
gestunum neyðuga sálar-
liga sparkið, samstundis
sum KÍ helst datt nakað aft-
ur, og so var kósin løgd.
Eftir steðgin gekk tað nevn-
liga fyri tað mesta ein veg-
in. Runavíkingar hildu á
fram at trýsta, og áðrenn alt
ov leingi fingu teir eisini
lønina. Eftir frísparksinn-
legg hevði KÍ-verjan trup-
ulleikar við at rudda burtur,
og so smekkaði Óli Hansen
til, tá møguleikin beyðst.
Um nakað, so setti málið
enn meira ferð á NSÍ. Teir
spældu seg ferð eftir ferð
oman móti KÍ-málinum, og
mest av øllum, so var tað
bara ein spurningur um tíð,
áðrenn sigursmálið skuldi
koma. Og hetta kom eisini,
tá hálvleikurin var hálvrun-
in. Eftir uppspæl í høgru var
Dánjal Hansen fyrstur á
innleggið, og so var fagnað-
urin á runavíkingum stórur.
KÍ fekk í evstu løtu
møguleika at javna, tá Er-
ling Fles varð sendur púra
leysur móti málinum, men
ógvuliga eyðkennandi fyri
truplu støðuna hjá KÍ í løt-
uni, so sendi hann omanfyri.
Breiddin er í lagi
Sigurin var tann fyrst hjá
NSÍ, síðani teir í fyrsta um-
farinum vunnu í Gundadali.
Tí var skilligt, at fagn-
aðurin var stórur, men
umframt úrslitið, so høvdu
runavíkingarnir eisini nógv
annað at fegnast um.
Ikki minst, at teir tykjast
hava ein hóp, sum er nóg
breiður til at taka tey bak-
køst, sum við vissu koma í
einum longum og strævn-
um kappingarári. Hesaferð
vóru hvørki Sjúrður Jacob-
sen, Gert Langgaard ella
Ike við á liðnum, og tað eru
leikarar, sum sjálvsagdur
saknur er í. At liðið so kort-
ini - og úr nærum vónleys-
ari støðu – megnar at venda
einum dysti á útivølli móti
KÍ ber boð um, at knotur
eru í monnum.
Enn er talan eisini um
nógvar dystir, sum eru eftir
í kappingini, og tí kunnu
runavíkingarnir eisini hava
eina væl grundaða vón um,
at liðið fer at klintra longur
upp eftir talvuni.
Heilt so væl grundað
man vónin hjá KÍ ikki vera
í løtuni. Tríggir ósigrar á
rað hava sett síni sjónligu
spor, og tað skilst á øllum
brøgdum, at viðhaldsfólk-
ini eru meira enn ónøgd um
avrikini. Ein sigur kann tó
gera undurverk í so máta,
og enn er KÍ heldur ikki
heilt
afturúrsiglt.
Skal
gongdin vendast, so krevur
tað tó, at stór tøk verða tik-
in. Og tey mugu takast í
felag, soleiðis at alt liðið
verður drigið rætta vegin.
Sjálvsálitið er slitið
KÍ-venjarin er ikki
samdur í teimum, sum
siga, at KÍ ikki hevur
nakran geist í løtuni,
men hann viðgongur,
at sjálvsálitið er um at
vera slitið
KÍ
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at lag-
ið var í botni hjá KÍ-hóp-
inum sunnudagin. Ein – at
síggja til – trygg 2-0 var als
ikki so trygg kortini, skuldi
tað vísa seg, og við einum
góðum liðavriki eydnaðist
NSÍ at venda dystinum.
Og heldur ikki venjarin
hjá klaksvíkingunum, Ove
Flindt Bjerg, var serliga
fegin um úrslitið, sum hann
staðfesti, ikki hevði verið
nóg gott.
- Tað sigur seg jú sjálvt,
at tað ikki er serliga spenn-
andi, tá ein dystur gongur
soleiðis. Og fyri okkum er
tað sjálvandi sera harmiligt,
haldi eg.
Men tit fáa jú eina
dreymabyrjan. Hvat er tað,
sum gongur galið?
- Tað er kanska fyrst og
fremst tað, at NSÍ skorar
upp á sárliga týdningarmik-
ið tíðspunkt. Tað gevur
teimum trúnna uppá, at tað
kanska skal eydnast teimum
at venda dystinum. Og
samstundis er hetta sjálv-
andi eitt ordans bakkast hjá
okkum at fáa beint fyri
steðgin, heldur KÍ-venjarin.
Slitið sjálvsálit
Hetta var triðja ferðin á rað,
at KÍ fór av vøllinum sum
taparar.
Byrjanin
til
landskappingina
hevði
annars verið góð við einum
sigri á HB, men sjálvsálitið,
sum tann dysturin gav,
tykist nú vera fullkomuliga
burturi.
- Tað er jú ein vandamikil
tankagongd, sum kemur, tá
tú byrjar at tapa. Tá verður tú
bangin fyri at spæla, og
kemur tú hartil, so er næstan
ov seint at venda gongdini.
Tað síggja vit eisini nú, hóast
klók fólk uttan fyri vøllin
tosa um moral og geist á
liðnum. Sjálvandi skulu hesi
hava loyvi at hava sínar
meiningar, men tá ein áleyp-
ari er púra blankur tveir
minuttir fyri tíð, og hann
skjýtur uppum. So hevur tað
altso einki við vantandi mor-
al ella geist ella gera, slær
venjarin fast.
Breiddin vantar
Tað hevur ofta verið tikið til,
at um KÍ vinnur á HB, so
halda tey seg vera heims-
meistarar, og gloyma at hava
sambandi við jørðina. Byrj-
anin upp á kappingarárið
kundi kanska bent tann veg-
in, men sjálvur heldur Ove
Flindt Bjerg, at hetta er ein
nakað lætt-keypt frágreiðing.
- Tað kann mann sjálv-
andi siga, tá tú hyggur at
úrslitunum higartil, men
tað er ein heldur foreinklað
útgáva av veruleikanum.
Sjálvur haldi eg, at okkara
størsti trupulleiki er, at vit
hava ein heldur tunnan hóp.
Vit hava fleiri ungar leikar-
ar, sum ivaleyst kunnu ger-
ast heilt góðir, men tað er
ikki her og nú, at teir skulu
vera berandi kreftir. Í løtuni
er støðan bara tann, at hava
vit einar 2-3 spælarar, sum
ikki eru á toppinum, so eru
vit ov tunnir til at byrgja
upp fyri hesum. Tað er ein
veruleiki, sum vit mugu
fyrihalda okkum til, og til
dømis hevur eingin enn
grett orð um, at vit ikki
hava Jacob Bymar við á
liðnum longur. Hann var
hóast alt toppskjútti hjá
okkum í fjør. Og at vit so
samstundis
hava
havt
nakrar disciplinærar trupul-
leikar ger altso ikki støðuna
betri, staðfestir Ove Flindt
Bjerg at enda.
KÍ-NSÍ 2-3 (2-1):
Góður NSÍ-moralur
Andy Olsen og liðfelagarnir stríddu seg úr vónleysari støðu til sigurs, tá NSÍ sunnudagin vitjaði
í Klaksvík
Týdning-
armikið
skump
Jónstein Petersen hjá NSÍ
var sum vera man fegin
um stigini, sum teir
vunnu sær í Klaksvík
sunnudagin. Ikki minst, tí
stigini vóru úrslit av
einum sonnum liðavriki,
har allir lyftu í felag.
- Vit spæla heilt væl
fyrstu løtuna, men teir fáa
so tvey kontra-mál, sum
ikki passa okkum serliga
væl, men tað gevur okk-
um eitt lyft, tá Christian
Høgni skorar. Eftir steðg-
in koma vit fram til nógv-
ar møguleikar, og sjálvt
um spælið kanska ikki er
so flótandi, so koma vit
fram til eina rúgva av
møguleikum.
Ikki minst var Jónstein
nøgdur um, at liðið hevði
staðið royndina, hóast
fráveru av fleiri týðandi
spælarum.
- Vit hava verið illa
sperdir hesa vikuna, har
fleiri spælarar hava verið
skadir og sjúkir. Tí høvdu
vit ikki bestu kortini á
hondini undan dystinum.
Hartil hava vit havt ein
keðiligan óvana við ov
nógvum javnleikum. Tað
hevur tú ikki ráð til, tá
oddaliðini tykjast vera so
væl koyrandi, sum tey eru.
- Vit hava jú ikki vunnið
síðani fyrsta umfarið, so
hesin sigurin var sera
týdningarmikil fyri okk-
um. Eisini hóast spælið
ikki gekk eftir ætlan,
staðfesti Jónstein Peter-
sen at enda.
-jm
VB-B36 0-3 (0-1)
0-1: Allan Mørkøre, 18.
0-2: Alex dos Santos, 79.
0-3: Bogi Hermansen, 89.
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders Sør-
ensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø – Nenad
Zivanovic (Eyðstein í Lágabø, 46.), Evrad Ble, Milan
Kuljic, Símun Samuelsen – Poul N. Poulsen (Kenn-
eth Kjærbo, 77.), Dan Djurhuus
GK: Milan Kuljic, 39., Evrad Ble, 42., Dan Djurhuus,
51., Poul N. Poulsen, 52., Anders Sørensen, 73.
B36: Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson,Herbert í
Lon Jacobsen,Fróði Benjaminsen,Alex dos Santos –
Bergur Midjord (Bárður H.Joensen,85.),Ingi Højsted
(Klæmint Matras, 31.), Mikkjal Thomassen, Eyðun
Højgaard – Allan Mørkøre, Óbi (Bogi Hermansen,
77.)
GK: Pól Thorsteinsson, 44., Klæmint Matras, 66.
Dómari: Oddmar Andreasen
FAKTA UM DYSTIN