týsdagur 3. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 3. mai 2005
27
Virð-
ingin
ov
stór
TB miðvallari
heldur, at stóru
fuglfirðingarnir
gjørdu, at TB ikki
gjørdist so vanda-
mikið í deyðbólts-
støðum, sum teir
ofta hava verið
áður
TB
Jóannes Hansen
Tvørámenn iðraðu seg
um, at teir ikki megnaðu
at fáa eitt stig við sær úr
Fuglafirði. Men teir
ásannaðu samstundis, at
soleiðis sum tað tørnaði
út, so skuldu teir havt
fingið stigið við mál-
leysum javnleiki. Tí í
álopspartinum hevði TB
einki at bjóða uppá.
- Í verjuni gekk væl hjá
okkum. Málið var flott,
men tað verður ikki á
hvørjum degi, at so-
vorðið mál verður skor-
að.
Í
álopspartinum
vóru vit ov tunnir. Tað
var ikki fyrrenn síðst í 2.
hálvleiki, at vit orduliga
lupu á. Vit høvdu ov
leingi ov stóra virðing
fyri teimum, heldur TB
miðvallarin Einar Peter-
sen.
Tit royndu at spæla og
sparkaðu ikki nógv?
- Venjarin vil ikki
síggja, at vit sparka.
Hann vil hava, at vit
spæla fótbólt, og hvat tí
viðvíkur var hetta ikki
so galið, men vit hava
trupulleikar, tá ið vit
koma á mótstøðuhálv-
una.
Hvussu verður nú?
- Vit hava gott mót, og
vit rokna avgjørt við
møguleikanum, tá ið vit
sunnudagin fara at fáa
vitjan av KÍ, sigur Einar
Petersen.
ÍF-TB 1-0 (1-0):
Dagsins mál bar fulla úrtøku við sær
TB avrikið boðaði av-
gjørt ikki frá botnliði,
sum bara sparkar
burtur og annars
goymir seg í egnum
brotsteigi
ÍF-TB
Jóannes Hansen
Tað var summar í Fugla-
firði sunnudagin. Stilli, sól
og heiður himin, og har-
afturat kundu teir á heima-
liðnum og viðhaldsfólkini,
sum støðugt fjølgast og iva-
leyst fara at verða uppaftur
fleiri, nú tað gongur so væl,
sóla sær í, at tað enn eina
ferð eydnaðist at vinna
tepurt.
Og tað var vorðið sum
mál, ið bar trý stig við sær.
Tveir minuttir undan steðg-
inum hevði ÍF horna í
høgru. Lagt varð høgt og
væl innfyri. Bæði reyðir og
stríputir royndu at vinna
bóltin, sum dalaði niður
einar tveir metrar uttanvert
brotsteigin og eitt lítil vet
til vinstru. Miðvallarin í
vinstru, Rúni Elttør, legði
seg 90 stig, høgdi til við
vinstra beini, og bólturin
fór sum ein eldkúla upp í
nettakið aftanfyri sakleysa
og annars stinna TB mál-
verjan, Predrag Markovic.
ÍF málið broytti fyritreyt-
irnar hjá báðum pørtum
fullkomuliga, men tað bar
ikki serligar broytingar í
spælbýti og ferð við sær.
Undan málinum var tað
TB, sum úrslitaliga var om-
aná. Gestirnir vóru heilt
týðuliga nøgdir við mál-
leysan javnleik. Tað sást
eitt nú aftur í, at teir vildu
hava ferðina at vera lága,
og tað eydnaðist teimum
fyri tað mesta í 1. hálvleiki.
At tað eydnaðist komst eis-
ini av, at TB vildi og megn-
aði at spæla í staðin fyri
bara at medda so høgt og
langt, sum tað bar til. Mál-
verjin og teir fýra í aftastu
røð dugdu væl at spæla, og
teir fluttu seg longri fram,
enn tað undanfarnu ferðir-
nar hevur verið sagt, at teir
hava gjørt.
Í framrættaða partinum
knípti tað hjá TB, sum líður
undir, at Alexander Jovevic
og Daniel Nyarko ikki
kundu vera við, tí teir vóru
skaddir. Men hóast tyngdin
og dýpdin ikki var so stór,
so hildu tvørámenninir alla
tíðina høvdið kalt, og Allan
Poulsen, Olivur Abraham-
sen og onkrir aðrir vístu, at
fótbóltsevnunum bilar einki.
Ikki nóg gott tak
Fuglfirðingarnir
vildu
fegnir í 1. hálvleiki hava, at
ferðin í spælinum vaks,
men teir megnaðu tað ikki
nóg væl til, at talan kundi
gerast um vandamiklar
gjøgnumbrotsstøður. Hóast
teir høvdu bóltin nógv tann
størsta partin av tíðini, so
endaði tað ov ofta við, at
teir mistu út av vøllinum
ella til mótstøðumenn.
TB sá sínar møguleikar í
deyðbóltsstøðum. Tá fluttu
teir allar teir stóru mennin-
ar í verjuni fram í brots-
teigin hjá mótstøðumonn-
unum. Tað bar vandamiklar
støður við sær. Bæði í ÍF
brotsteiginum,
men
so
sanniliga eisini í hinum
endanum, har tað fleiri
ferðir eftir TB deyðbóltar
knípti við uppbakkingini, tá
ið ÍF fór í skjót mótálop.
Seinna partin av fyrra
umfarinum vóru tvær tílík-
ar støður, og tað var í
seinna førinum, at ÍF fekk
sigursmálið. Í fyrra førin-
um var um reppið, at Óli
Johannesen úr stuttari fjar-
støðu og eftir TB horna
fekk bóltin framvið Allani
Joensen, sum bjargaði.
Skjótt ÍF mótálop bar við
sær, at Gunnar Nielsen
gjørdist leysur, men TB
málverjin bjargaði.
Í seinna førinum varð TB
fríspark lagt í ÍF brots-
teigin. TB verjuspælararnir
vóru frammi, ÍF kontra bar
vandamikla støðu og horna
í høgru við sær, og so var
tað, at Rúni Elttør legði til
við fína heilfluktaranum,
og harvið hevði ÍF tryggjað
sær hálvleiksleiðsluna og
týdningarmikla sinniliga
yvirtakið í steðginum.
Spenningurin helt sær
Beinanvegin eftir steðgin
vóru ábendingar um, at
tvørámenn ætlaðu at sleppa
eitt vet í verjuni fyri at fáa
størri tyngd í hinum endan-
um. Fuglfirðingar fingu
harvið møguleikar í snar-
álopum, og bæði Sylla og
Gunnar
Nielsen
høvdu
møguleikar, uttan at teir
bóru mál við sær. Serliga tá
ið Gunnar Nielsen eftir
innlegg úr høgru smekkaði
til, vardi TB málverjin fram-
úr væl við nærra stólpan.
Seinna partin av 2.
hálvleiki broytti TB til 4-3-
3. Zivkovic, Larbi og Hall-
ur Christiansen vóru á
toppinum, miðvallararnir
vóru meiri framrættaðir, og
síðstu fimm minuttirnar fór
eisini Óli Johannesen fram
í fremstu røð, men tað
eydnaðist ikki TB at spæla
seg til stórar møguleikar.
Úti á vøllinum bæði dugdu
og tordu teir at spæla, og
teir fingu frið til tað, men á
fremsta triðinginum av
vøllinum vóru broddurin
og tyngdin lítil og eingin.
Intensiteturin var einki
serligur, men nervin var alla
tíðina til staðar, tí tað ikki
eydnaðist heimaliðnum at
fáa mál burturúr onkrum
møguleika og harvið at taka
spenningin burtur.
Málskjúttin ætlaði
sær við serligum
áhuga at síggja sig-
ursmálið í sjónvarp-
inum mánakvøldið, tí
hann var ikki heilt
greiður yvir, hvussu
hann bar seg at
ÍF
Jóannes Hansen
Tað er sjáldan, at tað kemur
fyri, at so fínt mál verður
skorað, sum tað var, sum
Rúni Elttør var meistari fyri
í Fuglafirði sunnudagin.
Hatta var vorðið sum
mál?
- Ja, eg haldi, at eg rakti
bóltin orduliga væl, og at
tað var nógv ferð í skotin-
um. So tað var orduliga dei-
ligt, men eg veit satt at siga
ikki sjálvur, hvussu eg bar
meg at, so tað má eg hyggja
væl eftir, tá ið málið fer at
verða víst í sjónvarpinum,
sigur fegni málskjúttin. Í
fjør skoraði hann fýra ferð-
ir, men hetta var fyrsta mál-
ið hjá honum í hesum
kappingarárinum.
Tað hevur gingið væl hjá
tykkum í fyrsta partinum av
kappingini?
- Hetta er heilt hugaligt,
og vit hava gott mót. Mun-
urin millum í fjør og í ár er
tann, at nú eru vit fleiri í
kappingini um plássini. Tað
hevur við sær, at tað ikki
merkist so væl, sum tað
gjørdi í fjør, um ein ella
tveir spælarar eru burturi
frá, tí teir eru skaddir ella
leikbannaðir.
Hvussu verður nú?
- Í fyrstu atløgu eru vit
sera spentir upp á fjórð-
ingsfinaluna í steypakapp-
ingini, sum vit skulu spæla
í Gundadali móti HB hós-
dagin. Vit trúgva upp á, at
tað kann lata seg gera, og
vit trívast væl við, at talan
er um stóra avbjóðing, sig-
ur klaksvíkiungurin, sum
áður eisini hevur verið í
B36, og sum sunnudagin
skoraði fantastiska sigurs-
málið í Fuglafirði.
Skulu vit rokna við fleiri
sovornum málum í ár?
- Tað verður sagt, at
sovorðið eydnast bara eina
ferð av hundrað ella færri
ferðir enn so. Men eg fari at
royna,
um
møguleikin
verður til tað, og so fáa vit
at síggja, hvussu tað fer at
eydnast!
Eg minnist ikki hvussu eg gjørdi
ÍF-TB 1-0 (1-0)
1-0: Rúni Elttør 43.
Dómari: Lassin Isaksen
ÍF: Allan Joensen — Eyðolvur R. Petersen, Poul
Ennigarð, Bartal Eliasen, John Thomsen — Gunnar
Nielsen, Símun Eliasen, Høgni Zachariassen, Rúni
Elttør (Hanus Eliasen, 74.) — Sylla (Atli Petersen,
89.), Magni á Lakjuni (Áki Petersen, 85.)
Gult kort: Gunnar Nielsen
TB: Predrag Markovic — Predrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen — Búi
Mortensen (Hallur Christiansen, 46.), Einar Peter-
sen, Birgir Rasmussen, Olivur Abrahamsen (Mortan
Enni, 75.) — Allan Poulsen (Magnus West, 69.), Em-
manuel Larbi
Gult kort: eingin
FAKTA UM DYSTIN
Tað var mest í deyðbóltsstøðum, at vandi var á ferð, og tað var eisini eftir slíka, at ÍF fekk avgerandi málið