Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 82 - 3. mai 2005 Stríðið var intenst, málini fín og gøtumenn spældu avgjørt ikki sum botnliðið, ið talvan boðar frá, at teir eru eftir seks tey fyrstu umførini GÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Tað var undirhald fyri allar pengarnar í Gøtu sunnu- dagin. Skálamenn høvdu undan sunnudegnum ongantíð vunnið í Gøtu, og tey hagtølini vildu teir ógvuliga fegnir gera av við. Tað eydnaðist. Skála vann 3-2. Sigurs- málið fingu teir fýra min- uttir undan leikloki. Tað skoraði miðvallarin Pætur Dam Jacobsen. Harvið gjørdist hann tvífaldur mál- skjútti og dagsins skála- maður. Havnarmaðurin, sum flutti úr AB og til Skálar undan hesum kapp- ingarárinum, hevði ikki frammanundan skorað mál fyri Skála. Sigursmálið átti GÍ verj- an sín part í. Arbeiðssami og altíð vandamikli Jón- hard Frederiksberg vann bóltin av teimum í høgra borði, legði innfyri í brots- teigin, har Pætur Dam Jacobsen var so mikið leys- ur, at hann kundi smekkað bóltin framvið nýggja GÍ málverjanum, Marcel Dawid, sum fleiri ferðir vísti, at hann er fongur fyri GÍ. Tá ið Skála fekk sigurs- málið hevði tað í tjúgu minuttir verið rættuliga tætt, spennandi og nerva- pirrandi. Bæði liðini vóru álopssinnað, og tað kann væl vera, at tað vóru teir á heimaliðnum, sum høvdu verið næst við at fingið mál. Men marginalirnir vóru ikki við botnliðnum. Soleiðis gongst tað so ofta, og tá ið teir í Gøtu nú hyggja at støðutalvuni, so iðra teir seg grønar um, at teir ikki tóku av, tá ið gyltu møguleikarnir fyri størri leiðslu vóru har fyrstu løtuna í seinna umfarinum. Undan steðginum kom bara eitt mál. Skálamenn hildu, at brotssparkið, sum GÍ fekk, tá ið eitt korter var farið, var bíligt, men tað órógvaði ikki Súna Olsen, sum sendi bóltin framvið Vlada Filipovic. Hann var óførur millum stólparnar, og hann var heldur ikki hesa ferð minni óførur sum sjónleikari. Hjá GÍ var Popczynski einsamallur á toppinum, meðan Súni Olsen var fremstur á yvirmannaða miðvøllinum, har Kaj Enni- garð og stutt eftir steðgin Símun Louis Jacobsen var eyka garantur frammanfyri miðverjarnar. GÍ legði meiri ágangandi fyri, men sum fyrra umfarið leið, eydnaðist tað skálamonn- um at fóta sær. Teir høvdu møguleikar at gera mál, men tað eydnaðíst ikki. So var tað, at GÍ stutt eftir steðgin fekk tveir møguleikar. Í fyrra umfar- inum var møguleikin hjá Popczynski kanska ikki so stórur, tí vinkulin var so spískur, men í seinna førin- um átti hann at havt økt um leiðsluna. Súni Olsen sneiddi í vinstru framvið fleiri, áðrenn hann legði upp á tvørs, men mitt fyri málinum og innanfyri brotssparksblettin sendi Popczynski úr góðari støðu og í beinið á málverjanum. Spælandi GÍ venjarin iðraði seg, og tað var væl skilj- andi, tí GÍ mál stutt eftir steðgin kundi havt heilt aðra leikgongd við sær enn hana, sum nú tók seg upp. Vøkur mál Skála var omaná fyrra part- in av seinna umfarinum. Gøtumenn stríddust og ar- beiddu væl, men tað var eingin ivi um, at Skála liðið var betri skipað, og at breiddin var størri, enn hon var hjá GÍ, sum ikki á sama hátt sum Skála megnaði at varðveita bóltin. Ferðin var høg, eftirans- ingarnar tættar. Miðverjin Milic Curcic, sum í sam- bandi við deyðbóltsstøður ofta var gestur í GÍ brots- teiginum, javnaði, og talan var um vakurt mál. Eftir hornasparksinnlegg úr vinstru var miðverjin hægstur uttarlaga í brots- teiginum, og bólturin brast í nettakið heilt uppi í hand- ara krókinum. Tá hevði Skála orduliga fatur í rætta endanum, og tá ið teir tíggju minuttir seinni løgdu seg framum, tóktist spurningurin heldur vera, hvussu stórur sigurin fór at vera heldur enn, hvør fór at fáa stigini. Pætur Dam Jacobsen átti 2-1 málið. Eftir uppspæl í høgru og innlegg, sum fór í hitt borðið, gøtumenn sparkaðu út frá, og av brotsteigar markinum smekkaði miðvallarin um- vegis stólpan og í kassan. Tað var ikki sørt, at málið minti um tað, sum Hanus Thorleifsson, ið orsaka av skaða ikki var við hesa ferð, skoraði í Klaksvík. Sigursrómurin tevjaðist millum skálamenn, men GÍ GÍ-Skála 2-3 (1-0): Endiliga eydnaðist tað Skála at fáa alt í Gøtu Talan var um intensan dyst, sum leingi kundi koppa báðar vegir Pauli Jarnskor sigur seg vera vísan í, at um liðið framvegis fer at vísa sovornan hugburð, so fer GÍ heilt skjótt at taka seg av aftasta plássinum GÍ Jóannes Hansen Fyrrverandi GÍ miðvall- arin, Pauli Jarnskor, hevur ábyrgdina á beink- inum, meðan venjarin, Krzystof Popczynski er á vøllinum. Eftir at hann nakrar ferðir hevur verið á beinkinum, hevði venj- arin sett seg sjálvan aftur á liðið. – Vit hava ikki margin- alirnar við okkum. Hugburðurin hjá spælarunum var góður, og vit høvdu møguleik- arnar, sum skulu til fyri at fáa fleiri mál og vinna, men tað eydnaðist ikki. Í verjupartinum gera vit nøkur mistøk, og teir eru ógvuliga skjótir at sekta tey. Hetta sigur Pauli Jarn- skor, og tá ið vit spyrja, hvat kundi havt verið betri hjá teimum hesa ferð, svarar hann soleiðis: – Mistøkini í verjupart- inum kosta ov nógv, og so megna vit ikki nóg væl at varðveita bóltin, tá ið teir kroysta okkum. Hvussu verður nú? – Lagið undir venjing- unum er gott, og hós- dagin fáa vit nýggjan møguleika, tá ið vit í fjórðingsfinaluni skulu spæla enn eina ferð móti Skála. Tá fáa vit bara eina møguleika. Hugburðurin var í lagi