týsdagur 3. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 3. mai 2005
29
Havnarmaðurin sigur
seg stórtrívast á
Skála, har avbjóð-
ingarnar eru stórar,
og har hann higartil
hevur verið fastur
fúsur á liðnum
SKÁLA
Jóannes Hansen
22 ára gamli Pætur Dam
Jacobsen var ógvuliga væl
nøgdur sunnudagin. Tað
var heldur ikki so løgið.
Undan ferðini til Gøtu
hevði hann ongantíð skorað
mál í landskappingardysti í
bestu deildini. Tá ið teir
fóru undir brúsu í GÍ
húsinum hevði hann skorað
tvær ferðir og harvið átt sín
stóra lut í, at Skála hevði
fingið trý stig.
– Hetta var bara super.
Vit arbeiddu væl saman, og
sjálvandi var tað ikki verri,
at tað eydnaðist mær tvær
ferðir at vera málskjútti.
Fyrra málið minti nógv
um tað hjá Hanusi Thor-
leifsson í Klaksvík?
– Eg haldi hansara mál
var betri. Bólturin kom út
frá, eg tamdi við høgra og
royndi við vinstra. Ferðin
var ikki so stór, men bólt-
urin fór umvegis stólpan og
í netið.
Og seinna málið?
– Innskifti Rói Jacobsen
spældi til Jónhard, og tá ið
hann legði til mín, var eg
rættuliga einsamallur í
brotsteiginum. Bogi Gre-
gersen var eisini í brots-
teiginum, men eg royndi
móti málinum, og eg var
heppin.
Hvussu trívst tú á Skála?
– Har er gott at vera.
Fólkið er fitt, og venjing-
arnar eru góðar og væl
skipaðar. Í fleiri dystum
hava vit havt marginalirnar
við okkum. Hvussu tað fer
at hilnast valdast um,
hvussu tað fer at roynast
næstu ferðirnar, tá ið vit
skulu spæla móti topplið-
unum.
Hvussu bar tað til, at tú
flutti inn á Skála at spæla?
– Eg havi havt tað gott á
Argjum, men mær longdist
eftir at royna at spæla 1.
deildarfótbólt. Tí valdi eg
at royna á Skála, og tað
havi eg avgjørt ikki iðrað
meg um, sigur Pætur Dam
Jacobsen, sum skoraði tvær
ferðir í Gøtu sunnudagin.
Fakta um dystin
GÍ-Skála 2-3 (1-0)
1-0: Súni Olsen br 16.
1-1: Milic Curcic 53.
1-2: Pætur Dam Jacobsen
64.
2-2: Súni Olsen 67.
2-3: Pætur Dam Jacobsen
86.
Dómari: Páll Augustinus-
sen
GÍ: Marcel Dawid — Jón-
reid Dalheim (Poul Arni
Jacobsen, 87.), Atli Gre-
gersen, Robert Rzeczycki,
Hanus
Jacobsen
(Poul
Henning Jacobsen,77.) –
Áslakur R. Petersen, Sámal
Joensen, Kaj Ennigarð
(Símun Louis Jacobsen,
49.), Súni Olsen, Hans
Pauli Petersen - Krzystof
Popczynski.
Gult kort:
Súni Olsen,
Sámal Joensen, Atli Gre-
gersen og Robert Rzec-
zycki
Skála: Vlada Filipovic –
Bárður Danielsen, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic,
Iulian Florescu – Bjarni
Jørgensen (72.: Rói Jacob-
sen), Pauli G. Hansen,
Nenad Stankovic, Pætur
Dam Jacobsen – Jónhard
Frederiksberg,
Bogi
Gregersen.
Gult kort: Pauli G. Hansen,
Pætur
Dam
Jacobsen,
Bárður Danielsen, Bogi
Gregersen
Róðrarfelagið hevur
ein mánað undan
Norðoyastevnu sett
danskan venjara, sum
er kendur frá altjóða
kappingum, har hann
eitt nú hevur verið
við til at vinna HM og
OL
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Áhugin fyri kappróðri sigst
vera stórur og vaksandi í
Klaksvík. Síðani gylta árið
í 2001, tá ið teir vunnu trý
FM, og tá ið ein onnur
manning var tætt við, so
hevur hetta tó ikki sæst
aftur í úrslitunum.
Men nú hevur Klaksvíkar
Róðrarfelag tikið nýtt og
púra óvanligt stig í stremb-
anini eftir at røkka longri
upp á stiganum. Á tíðinda-
fundi seinnapartin leygar-
dagin varð boðað frá, at
felagið hevur gjørt sam-
starvsavtalu við ein dana
um, at hann skal taka sær
av at venja allar manning-
arnar hjá felagnum.
Maðurin er 26 ára gamli
Stephan Mølvig. Í fyrsta
umfari man hetta ikki siga
teimum flestu so nógv, men
heimasíðan hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag, krf.fo, veit at
siga, at talan er ikki um
hvønn sum helst. Hesin
Stephan Mølvig hevur ver-
ið partur av gullfýraranum
hjá dønum, og tá ið hetta
hugtakið verður nevnt, fara
klokkur ivaleyst at ringja
hjá róðraráhugaðum.
Gullfýrarin hevur seinnu
árini vunnið mong heiðurs-
merkir í kappingum kring
allan knøttin. Eitt nú vunnu
teir HM fyri fýrarar uttan
stýrimann í 2002 og 2003.
Undan olympisku leikun-
um í Athen í fjør sá tað
einki serligt út. Gullfýrarin
hevði torført við at finna
stevið, og tað, sum hevði
sæð út til at hava verið
trygg gullkróna, varð vorð-
in til stórt spurnartekin.
Tað hevði við sær, at
venjarin royndi at styrkja
um manningina. Hetta gekk
út yvir Stephan Mølvig,
sum misti plássið umborð á
bátinum eitt skifti. Men
avrikini gjørdust ikki betri,
og so gjørdi venjarin av, at
maðurin, sum nú er komin
til Klaksvíkar, skuldi fáa
nýggjan møguleika, og tað
mundi hann ikki iðra.
Í Athen livdi gullfýrarin
upp til tað, sum navnið
legði upp til. Teir vunnu
sannførandi fremsta plássið
og harvið gullkrónurnar,
sum tey bæði HM heitini
høvdu lagt upp til, at teir
skuldu vinna.
Gullkrónur í HM og OL
koma ikki av sær sjálvum.
Eitt veldugt arbeiði liggur
aftanfyri. Tí kom tað ikki
óvart á, at fleiri av mann-
ingini aftaná OL boðaðu
frá, at teir fóru ikki at halda
fram. Arbeiði og lestur
verða nú tikin framum
mongu tímarnar á vøtnum
og í styrkisvenjing.
Tey, sum leingi hava ver-
ið í sovornum umhvørvi,
eru pirkaði av kappingar-
hugi, og nú hevur Stephan
Mølvig tikið av tilboðnum
um nýggjar og heilt øðrvísi
avbjóðingar enn tær, sum
hann higartil hevur verið
partur av. Hann skal vera
venjari í Klaksvík! Hóast
hann ikki hevur royndir í
føroyska bátinum, so verð-
ur roknað við, at íkastið hjá
honum verður stórt, tá ið
tað snýr seg um fysiska
venjing og ikki minni, tá ið
tað snýr seg um mentala
ella sinniliga venjing.
Umframt at venja allar
manningarnar hjá Klaks-
víkar Róðrarfelag, so skal
nýggi maðurin í Klaksvík
vera partur av manningini
umborð á 8-mannafarinum
Nevinum Reyða.
Í 2002 hevði Klaksvíkar
Róðrarfelag venjara til allar
manningarnar. Tær roynd-
irnar siga teir vóru sera
positivar, og nú verður í
spenningi
bíðað
eftir,
hvussu tað fer at síggjast
aftur í huginum og avrikun-
um, at teir hava sett nýggj-
an og í alheims høpi kend-
an róðrarvenjara.
vunnin tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur stig
1 B36
6
4
-
1
-
1
8
2
6
13
2 HB
6
4
-
0
-
2
15
8
7
12
3 Skála
6
3
-
2
-
1
13
7
6
11
4 ÍF
6
3
-
2
-
1
10
9
1
11
5 NSÍ
6
2
-
3
-
1
9
8
1
9
6 KÍ
6
2
-
1
-
3
10
12
-2
7
7 VB
6
2
-
1
-
3
3
6
-3
7
8 TB
6
1
-
2
-
3
6
10
-4
5
9 EB/Streymur
6
1
-
2
-
3
4
11
-7
5
10 GÍ
6
1
-
0
-
5
9
14
-5
3
Støðan, 2. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur stig
1 HB
1
1
-
0
-
0
7
1
6
3
2 LÍF
1
1
-
0
-
0
6
3
3
3
3 AB
1
1
-
0
-
0
2
1
1
3
4 B68
1
1
-
0
-
0
1
0
1
3
5 Royn
1
1
-
0
-
0
1
0
1
3
6 B71
1
0
-
0
-
1
1
2
-1
0
7 B36
1
0
-
0
-
1
0
1
-1
0
8 FSV04
1
0
-
0
-
1
0
1
-1
0
9 Sumba
1
0
-
0
-
1
3
6
-3
0
10 GÍ
1
0
-
0
-
1
1
7
-6
0
Máltindurin
Formula-deildin
Súni Olsen
GÍ
5
Rúni Nolsøe
HB
4
Tór-Ingar Akselsen
HB
4
Christian Høgni Jacobsen NSÍ
4
Jónhard Frederiksberg
Skála
4
Obele Okeke Onyebuchi
B36
3
Hans á Lag
HB
3
Atli Danielsen
KÍ
3
Bogi Gregersen
Skála
3
Óli Johannesen
TB
3
2. deild
Uni Arge
HB
3
Súni Fríði Barbá
AB
2
Hendrik Rubeksen
HB
2
Fróði Joensen
LÍF
2
Magnus Skorðalíð
LÍF
2
Petur Sjúrðaberg
LÍF
2
Hetta er bara
sakin
fekk um endan aftur. Súni
Olsen javnaði við fínum
stútara, eftir at Áslakur R.
Petersen hevði lagt innfyri,
og so var aftur púra opið.
Taklingarnar
vóru
nógvar og ikki altíð so
vakrar. Tað bar við sær, at
síðuspælarin hjá Skála í
høgru, Bjarni Jørgensen,
noyddist
skaddur
av
vøllinum.
So var tað, at Pætur Dam
Jacobsen enn eina ferð
gjørdi um seg, og hóast GÍ
síðstu løtuna tveitti alt
fram, so noyddust teir enn
eina ferð at ásanna – fyri
fjórðu ferð í ár – at teir
høvdu tapt tepurt, og at
Skála telist millum topplið-
ini, meðan GÍ einki lið hev-
ur undir sær á støðutalvuni.
Klaksvíkingar spenna seg út